leygardagur 1. mars 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 — 1. mars 1975
sosialurin
Síða 7
Trygvi Restorff uppiyvir elketlinum
Íløgur fyri
1 milj. kr.
Restorffs bryggjari hevur út-
bygt virki sítt seinastu 3—4 ár-
ini við einari milj. kr. Keypt eru
nýggj øltappimaskina, kapsil-
maskina, heilautomatiskt pas-
teuriseringsanlegg, ølfiltur,
vatnfiltur, etikettumaskina,
maltmylla og ymisk onnur tól.
Hver fløska verður kannað undir strongum eftirliti, áðrenn hon verður tappað
— Harnæst hava vit eisini
skift trækassarnar út við plast-
ikk kassum, og kostaði hetta
okkum umleið 400 tús. kr. Plast-
kassarnir hava lætt nógv um
arbeiðið — eisini hvat flutningi
viðvíkur.
Stór framleiðslu-
orka
Árliga framleiðsluorkan hjá Res-
torffs bryggjarii er stór — um 5
milj. fløskur av mineralvatni og
3 milj. fløskur av øli. Årsfram-
leiðslan i fjør var 1,9 milj.
fløskur av sodavatni og 1/2 milj.
fløskur av øli.
Framleidsla år
besta råevni
— Vit leggja størsta dentin å at
fáa fyrsta floks kvalitet. Vatnið,
sum vit nýta til øl og mineral-
vatnsframleiðsluna, kemur úr
Havnardali. Hetta vatn verður
reinsað í einum reinsibrunni á
tann hátt, at tað verður fyrst
klorvidgjørt, síðani filtrerad og
avklorerað og at enda finfiltr-
erað. Vatnið er sostatt púra reint
og bakteriufrítt. Til olframleiðsl-
una nýta vit eitt evni, sum róp-
ast »Hulma«. Hetta evni veksur
í Vesturtýsklandi (Hallentau) og
er hetta heimskent fyri góðsku.
Til framleiðsluna av appilsin-
vatni nýta vit reina appelsin-
ekstrakt, og kemur henda ávika-
vist úr Portugal, Spaniu og Ís-
rael — londunum, sum eru kend
fyri dygdargóða appilsinfram-
leiðslu, sigur Andreas Restorff.
Ráevnini dýrka
— Teir høgu olju- og sukurpris-
irnir hava dýrkað framleiðslu
okkara. Sukrið, sum fyri tveim-
um árum síðani lá um 2,50 kr.
fyri kilo, kostar í dag um 10 kr.
Vit brúka um 60 tons av sukri
árliga. Maltið er dýrkað við 100
pst. tey seinastu tvey árini.
Týskur bryggjari
Á Restorffs bryggjaríi starvast
ein týskur bryggjari. Hann hev-
ur fingið útbúgving sína í kenda
ølbynum Ulm.
Storur dentur lagdur
å reinføri
— Vit leggja stóran dent á rein-
fori. Floskurnar verða reinsaðar
væl og virðiliga í eini fløskuspul-
umaskinu. Eitt fólk situr alla
tidina og hevur strangt eftirlit
við, at floskurnar eru reinar, áð-
renn tær verða tappaðar. Vit
hava keypt eina nýggja flosku-
skolimaskinu, sum kostar um
350 tús. kr., og fáa vit hesa eina-
ferð í august. Henda hevur eina
orku upp á 10 tús. fløskur um
tíman. Vit hava í letuni tvær
minni floskuskolimaskinur, og
kunnu hesar reinsa um 4.000
floskur hver um tíman. Øl og
sodavatnstappimaskinurnar eru
úr Týsklandi. Vit senda reglu-
liga royndir av framleiðslu okk-
ara til ymiskar kanningarstovur
í Keypmannahavn eitt nú
Steins laboratorium, sigur An-
dreas Restorff.
Framleiða 11 sløg
av mineralvatni
Restorffs bryggjari framleiðir 11
sløg av mineralvatni umframt
malt og pilsnarøl. Mineralvatns-
framleidslan veksur vid umleid
20 pst. årliga, medan ølfram-
leidslan er meira skiftandi.
ib
Bryggjariini og pris-
politikkurin
Uppå fyrispurning til Andreas,
um prismunin millum Restorff
og Føroya Bjór framleiðslu, sig-
ur hann okkum, at slikur finst
ikki
Vit føra felags prispolitikk
vid Føroya Bjor
Okeypis
flutningur
Framleidslu okkara flyta vit
ókeypis til viðskiftafólk okkara
kring alt landið. Vit hava triggj-
ar bilar. Tann eina nýta vit bert
til Havnina, meðan hin verður
nýttur til at koyra út á bygdir-
nar á Streymoynni og Eystur-
oynni. Hin triðji bilurin verður
nýttur til alt fyrifallandi. Vit
hava goymslur í Vágum, Sandoy
og í Suðuroy. Onki av Restorff
sodavatni sovæl sum øli verður
selt í Norðoyum, endar Andreas
Restorff viðtaluna við Sosialin.
RA
Sodavatnsframleiðslan er vaksin 20 pst. árliga, meðan elframleiðslan hevur verið meira svingandi