Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1975síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 1. mars 1975 I UZ Hp 2 (/, 7 ” (7 VA, Ti IV AP” , ý , [] 74 Í MM 7 (1/ MW VV UI 471 "II! HI 1117 1 INN NI NN NN IN NY N N NI Ritstjóri: sosialurin Síða 9 N N N SN NN N eN NN A NN N N NN > . Í i | l M il | VINI 77 , 27 0 ld 7 7 LA % 4 MH Hans Thomsen Alexander Solsjenitsyn — samvitska Sovjets »Ein sjåldsama gåvurikur rit- høvundur er komin inn i bók- mentaheim okkara, og sum ein sannur listarmadur hevur hann sagt okkum sannleikan, sum ikki kann gloymast og ikki må verða gloymdur...< (V. Jermilov í Pravda nov. 1962) „Hann (Solsjenitsyn) er ein sálarliga brekaður, svakligur persónur, ið ikki er sum hini. Í bókum sínum kemur bert til sjóndar, hvussu illur hann er inn á stýrislagið í Sovjetsamveld- inum. Verk hansara eru vend móti sovjettiska stýrislagnum, har hann einans roynir at finna fram á brek og lýti. Eyðsýnt er, at bøkur hansara kunnu vit ikki fara at prenta. Men fer hann at skriva bekur, ið eru samsvar- andi samfelagsáhugamálum okkara, fara tær sjálvsagt at verða prentadar«. (Aðalstjórnin á Pravda M. Zinjanin í einari reðu okt. 1967) Í teimum 56 árunum, ið farin eru síðani Sovjetsamveldið varð sett á stovn, hevur hetta landið tikið seg fram við risastigum bæði politiskt, figgjarliga, bú- skaparliga og mentunarliga, og úrslitini á mongum økjum eru stór síðan kollveltingina í 1917. Men í dag er Sovjetsamveldið eitt samfelag í djupari ósemju við sjálvan seg. Bert tað, at verkini hjá summum deyðum og ødrum núlivandi rithøvundum, verða púra bannlyst, og at roynt verður at tiga rithøvundar í hel, sum ikki vilja reka ørindi fyri teir styrandi ella tå ringast vil til senda teir i arbeidslegur ofta undir ómenniskjansligum kor- um, er nóg mikið til at sýna okkum, at har er ikki alt, sum ruggar rætt. Henda marghátt- liga støda týðir nevniliga tað, at Sovjetsamveldið alment bart út noktar at viðurkenna seguligar sannleikar um seg sjálvt bæði í fortíð og nútíð. Í sovjettiskum bókmentum hava mangar royndir verið gjørdar aftan á 20. floksfundin í 1956, sum gav vónir um eina nýggja kós, til at gera upp við Stalintíðina. Ein bólkur av frælslyndum rithevundum og skaldum vildi einaferð með alla gera upp við tað, teir nevndu »ringu samvitsku Sovjetsam- veldisins« og syna lesarum teirra sannleikan og veruleikan uttan at dylja nakad. Hetta seinasta 10-åra skeidid man neyvan nakar sovjettiskur rithøvundur hava barst dúglig- ari og við størri listarligari megi fyri hesi rithevundaskyldu enn Alexander Solsjenitsyn. Utbúgving Alexander Solsjenitsyn og koll- veltingin vuksu upp saman lið um lið, og lagnan hjá hesum rithøvunda hevur verið óloys- andi bundin av teimum hending- um, sum tóku seg upp í kjalar- verrinum á kollveltingini, og sum komu at seta sín dám á seguligu gongdina í sovjettiska samfelagnum. Solsjenitsyn er føddur í 1918, eitt år eftir kollveltingina i sudurrussiska býnum Kislov- odsk. Eitt hálvt ár áðrenn Solsjenitsyn varð føddur, doyði pápi hansara av vanlukku á ein- ari veiðiferð. Barna- og unglingaárini búðu mamman og hann í býnum Ros- tov-Na-Donu, har hann fór úr barnaskúlanum og tók at lesa matematikk og fysikk við lærda háskúlan har. Samstundis sum hann las, tók hann lut í einum brævskeiði í søgu, heimspeki og bókmentum, sum lærdi háskúlin í Moskva skipaði fyri. Stutt áð- renn seinni heimsbardagi brast á tók Solsjenitsyn prógv við fram- úrskarandi góðum úrsliti. Fyrsti samanbrestur við stýrislagið Undir bardaganum var Solsje- nitsyn kapteynur í reyða herin- um og fekk fleiri heiðursmerki fyri dirvi og reystleika. Men í januar 1945 varð hann brádliga handtikin og demdur í 8 ára revsiarbeiði, ti hann í einum brævi, hann skrivaði heim frá vígvellinum, hevði dittað sær at finnast at Stalin og harðrendu leiðslu hansara av landinum. Tá hann hevði sitið 8 ár í fongslum, arbeiðslegum og ser- legum fyri væl útbúnar vísinda- menn, varð hann sendur í útlegd til Suðurruslands, har hann mundi doyð av einum krabba- svulli, sum hann sjálvur greiðir frá í stuttu ævisegu síni. Hann varð tó frískur aftur á undur- saman hátt og stutt eftir fekk hann eisini fulla uppreisn og øll borgarligu rættindi síni aftur. Fyrsta bókin Í 1962 kom fyrsta bókin hjá Solsjenitsyn, hin lítla skaldsog- an >Ein dagur í lívi Ivan Denis- ovitjs<, sum varð prentað í tid- arritinum >Novuj Mir<, og sum alt fyri eitt gjørdi hann kendan um allan heim sum ein av bestu rithøvundum Russlands í nyggj- ari tíð. Í hesi skaldsogu sigur hann frá einum degi í lívinum hjá einum fanga og avdúkar her á fyrsta sinni tey brotsverk, ið vórðu framd í Stalintíðini. Skaldsegan rínir so mikið meira við, tá hon listarliga er eitt satt meistaraverk við einum pompøs- um, máttmiklum stili. Árið eftir komu í sama tíðar- riti triggjar stuttsegur: >Garð- urin hjá Matrjonu«, >Fundur á Kretjetovkasstødini« og »Fyri sakinnar skuld«. I 1966 kunn- gjørdi Novyj Mir aftur eina stuttsøgu — »Ivan Kalita« — og er hetta seinasta verkid, sum Solsjenitsyn å løgligan hått hev- ur fingid utgivid i Sovjetsam- veldinum. »Krabbasjåkudeildin« Måtstødan móti hesum gåvada og bersøgna rithøvunda vaks stutt og stødugt. Alt, sum Solsjenitsyn hevur skrivad sid- ani 1966, er komið ut uttan fyri Sovjetsamveldið. Í 1966 elvdi útgávan av skaldsøgu Solsjenit- syn »Krabbasjukudeildin« stóra øsing. Í hesi bók greiðir hann frá tí, honum sjálvum var fyri, tá hann var sjúklingur á einum sjúkhúsi fyri fólk við krabba- sjúku, og aftur her er hann í hornatøkum við tann harðrenda Stalinpolitikkin og embætis- mannaveldið í Sovjettsamveld- inum. Eftir drúgva togan aftur og fram varð skaldsegan for- boðin í Sovjettsamveldinum, men varð síðan smuglað út úr landinum og útgivin í vestan- londum. Hetta førdi við sær eina eirindaleysa forfylging av Sol- sjenitsyn í heimlandi hansara. Koyrdur úr rithøvunda- felagnum Í árunum, sum komu, vórðu fleiri av verkum Solsjenitsyns smuglað út úr Ruslandi og givin út í vestanlondum, t.d. nakrir sjónleikir, eitt stuttsøgusavn og skaldsøgan »I fremsta kringi«, har Solsjenitsyn aftur greidir frå egnum upplivingum i einari ser- legu fyri visindamenn. Hesar hendingar og so tad, at politiska råkid i Sovjetsamveld- inum hesi seinastu årini aftur er harånad, hava gjørt tad, at å- gangurin móti Solsjenitsyn er harðnaður alt meira og meira. Endin á ellum hesum var, at Solsjenitsyn í 1969 varð koyrdur úr russiska rithøvundafelagnum og sostatt ongar umstødur hevdi at fåa nakad givid ut å prenti i Sovjettsamfelagnum. Við hesum kom Solsjenitsyn í ta marghåttligu steðu, eðru- megin at verða fordømdur sum ein falsari og útspillari av Sov- jetsamveldinum uttan meguleik- a at kunna taka til orða at verja seg, og hinvegin einmælt mettur at vera størsti núlivandi russiski rithøvundin av fólki í vestan- londum. Nobelvirdislønin i 1970 Besta prógvið fyri hesum fekk Solsjenitsyn, tá avgjørt varð í 1970 at veita honum Nobelvirð- islønina í bókmentum. Men tá vóru viðurskifti hansara so hátt- að, at hann fekk ikki farið til Stockholm eftir virdislønini. »August 1914« Tey vónleysu vidurskiftini, Sols- jenitsyn hevur livað undir hesi seinastu árini, hava kortini ikki boygt hann ella forðað honum at skriva. Í 1971 kom út í Paris eitt nýtt meistaraverk frá hansara hond »August 1914«, sum er fyrsta bindid av eini skaldsøgu i trimum pørtum um Russland i årunum undir fyrra heimsbar- daga. Hetta verkid metir Solsje- nitsyn sjålvur sum høvudsverk sitt. Her viðger hann eins og í ollum tí, hann hevur skrivað, hin æviga spurningin um hitt góða og ónda í mannalivinum, næstr- akærleika og mannslæti hins einstaka. »Archipelag Gulag« Beint fyri nyggjår (28/12-73) kom seinasta bókin hjá Solsje- nitsyn út í Paris. Hon kallast »Archipelag Gulag<, sum kans- ka kann umsetast við >Oyggja- havið<. Bókin kom út í Paris á russiskum, men fer í næstum at koma út á fleiri vestanmálum. Bókin viðger ta egiligu mongd av arbeiðs- og fangalegum, sum vórðu tiknar í nýtslu í Sovjett- samveldinum aftan á 1918. »Fangalegu-oyggjarikid« er seinasta og sterkasta verkid um Russland i Stalintidini. Solsje- nitsyn hevur tikist vid hetta verkið lika sidan 1945, og bókin byggir å samrødur, Solsjenitsyn hevur havt við 227 fólk, sum hava sitið í hesum fanga- og arbeiðslegum, men hetta vóru bert tey, sum komu frá tí við lívinum, tey flestu sluppu ikki útaftur á lívi. Bókin viðger tíð- ina fram til 1956, og Solsjenit- syn skrivar sjálvur: „Í hesi bók eru hvørki persón- ar ella hendingar pentaðar sam- an. Fólkini og plássini eru end- urgivin undir rettum navni. Har fólk eru endurgivin við forbók- stavum teirra í staðin fyri fult navn, kemst hetta av persónligu viðurskiftum teirra. Og har einki navn er nevnt, kemst hetta av, at tað er kámað burtur úr minn- inum. Men alt er farið fram beint sum her er frásagt. Bókin var liðug fyri 5 árum síðani, men Solsjenitsyn vildi ikki, at hon skuldi gevast út av ótta fyri loyniligu russisku log- regluni KGB, men kortini fekk KGB fyri nekrum mánaðum síðani klernar í eitt avrit av verkinum, og tá KGB hevur fingið fatur á einum »Ologligum« verki, batar ikki longur at verja persónar, sum nevndir eru við navni. Hetta gjerdi so tað, at Solsjenitsyn fekk sveitsiska sak- forara sín at reika fyri, at bókin varð givin út í vesturheimi. Tað, Solsjenitsyn vil við hesi bók, er at siga okkum frá viður- skiftunum í sovjettiskum fanga- legum árini 1918 —56. Eitt, sum setur sín sterka dám á hesa bók, er har hann greiðir frá hending- um, honum sjálvum hava verið fyri. Har kann t.d. verða nevnd tann spennandi frásegnin um tá Solsjenitsyn varð handtikin á Eysturvigvellinum eftir at hava funnist at Stalin í brævi til ein vinmann. Har greiðir Solsjenit- syn á nærum láturligan hátt frá ferðini til Moskv- a. Triggir politistar ans- adu eftir honum, men teir