leygardagur 1. mars 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
vistu ikki, hvar Ljubjank-
a-fongslið var, so rithev-
undurin mátti sjálvur vísa
teimum leiðina!
Nýtt fyri lesaranum er frá-
greiðing Solsjenitsyns um stud-
entsár síni í 1930-árunum og frá
teirri tíðini, hann var yvirmaður
í reyða herinum.
Harafturimóti er neyvan nak-
að nýtt longur í tí, sum rithev-
undurin hevur at siga um Stalin.
Hesum hevur hann greitt frá í
hinum verkum sínum. Men tað,
sum Solsjenitsyn her ger, er at
taka saman um aftur tað, hann
áður hevur skrivað. Hann skuld-
setur beinleiðis Stalin fyri at
hava verið svíkjara móti egna
landi sínum, og har hann metir
Stalin saman við Hitler, heldur
hann ikki, at Stalin hevur hinum
seinna nakað fyri at kasta.
Annars er tað nýtt, at bæði ar-
beiðslegur og kúgan orsakað av
skinnsliti ella tjóðskapi varð
nýtt í Sovjettsamveldinum langt
áðrenn týskarar settu slíkt í
verk.
Áhugavert er eisini, at Solsje-
nitsyn heldur Krustjov hava
verið nógv dámligari enn Stalin.
Tað var jú Krustjov, sum á sinni
gav loyvi til útgávuna av bók
Solsjenitsyns >Ein dagur í lívi
Ivan Denisovitjs«, og tað er
kanska ikki heilt av ongum, at
Solsjenitsyn einaferð var og
legði eina reyða rósu á grev
Krustjovs.
Tann, ið ætlar sær at leita
eftir eintáttaðari antikommun-
istiskari skriving í nýggja verki
Solsjenitsyns, leitar til fánýtis,
ti samstundis sum hann finnist
at sínum egnu, sparir hann ikki
ríkisleiðararnar í vestanlondum.
Hann leggur beinleiðis eftir
Roosevelt og Churchill fyri poli-
tikk teirra í eystur- og mið-
Europa og fer illa við tí, sum
hann nevnir »dupultspælid« tå í
sosialurin
tíðini, sum hann sigur eingilskt
diplomati serliga vera fongt við.
T.d. sigur hann, at bretar við
køldum blóði lótu Stalin fáa eina
heila deild av kosakkum —
90.000 mans í tali — upp í
hendur í Eysturríki í 1945 eftir
fyrst at hava tikið vápnini av
teimum. Hetta skal vera farið
1
fram i einum byi, sum bretar
loyniliga høvdu latið russum,
stutt áðrenn kosakkarnir komu.
Hetta, sigur Solsjenitsyn, var
ein partur av tí stórlandaavtalu,
sum gjørd varð á sinni í Jalta.
Tann seinni søgan um Solsje-
nitsyn, tá hann varð vístur úr
Sovjetsamveldinum og fekk sær
fastan bústað í Schweitz, man
vera fólki so kunnug, at óneyð-
ugt er at taka hana uppaftur her.
Eisini tá hann herfyri endiliga
fekk høvi til at fara til Stock-
holms eftir ti Nobelvirdisløn,
sum hevði ligið har og bidad eftir
honum síðani 1970.
Nr. 17 — 1. mars 1975
Holini i Havnargøtum
Harra blaðstjóri, hysi mær
hesum brævi:
Herfyri hevdi blad tygara
samrødu við formannin i
teknisku nevnd Tórshavnar
býráðs, Jákup Suna Jacob-
sen, um vegirnar í Havn.
Jákup Suni ásannaði, at veg-
askilið var ringt, og holini
mong. Roynt hevur verið at
bøtt upp á hetta óskil, men
gakk. Holini gerast hvaðna
verri hverja ferð, tey verða
fylt. Hvat er so orsekin, kann
spyrjast. Jákup Suni sigur
víðari í samrøduni, at gróttil-
farið, asfaltið, nógv ferðsla
og útslitin arbeiðsamboð eru
orsekin til, at vegirnir ikki
halda. Um hetta er rætt, hví
verður so einki gjørt fyri at
beta um hetta? At tosa
nyttar einki. Her krevst nak-
að at gerast skjótast gjerligt.
Jákup Suni nevndi í sam-
røduni, at farast skal undir at
asfaltera vegirnar nakað
skjótt. Skal hetta so vera við
sama asfaltið sum higartil,
somu ótíðarhóskandi amboð-
um, sama vánaliga gróttil-
fari, og skal sama ferðsla við
20 tons bilum fult lessaðir
halda fram?
Eitt mugu byrådslimirnir
gera sær greitt, at skulu veg-
irnir halda í býnum, so mugu
teir vektmerkjast, og tað
beinanvegin.
Xeres
Holini eru nógv i Havnargetum. Tað nyttar ikki bert at tosa,
skrivar lesari
**x
Tey sjey breyðini
Á fundi úti í læraraskulahøll-
ini í seinastu viku nevndi
formaðurin í felagsforeining-
ini fyri útróðrarmenn, at
Martin Kúrberg, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
hevði sagt fyri sær, at við
prístalsreguleringini var so-
leiðis, at meðan arbeiðsmað-
urin fekk tvey breyð fyri hesa
regulering, so fingu starvs-
og tænastumenninir hjá land-
inum sjey ella átta breyð,
sum prístalið veruliga var
farið upp við. Við eðrum orð-
um fær arbeiðsmaðurin eitt
breyð ov lítið, meðan starvs-
og tænastumenninir fáa fimm
breyð ov nógv. Hetta er ein
skeivleiki, sum má rættast
skjótast gjørligt av landsins
myndugleikum.
Arbeiðsmaður á Argjum
k KK
Eigur at studlast
Eg las i seinasta bladi tygara,
at Havnar Bjargingarfelag
nú er flutt inn í nýggj høli.
Tað trongdi til, ti í teimum
hølunum, vit høvdu framm-
anundan, var ikki verandi.
Eg haldi, at folk eiga at taka
undir vid felagi okkara, og at
myndugleikarnir studla alt
tad, teir kunnu.
Limur