Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-05, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1975síða 1

allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vit munnu eiga líka nógv í teimum íslendsku grunnunum sum íslendingar sjálvir frælsi Nr.18 — Vinnulivid I oddagrein bladsins i dag verður skrivað um arbeiðs- loysisskipan. Har verður sagt m.a.: Vit hava so mangan áður víst á, at tá tað privata vinn- ulívið einsamalt skal skipa fyri = vinnulívsútbyggingini, so verður henda útbygging einans legd eftir, hvar møgu- leikar fyri vinningi eru sterst- ir. Privati vinnulivsmadurin spyr ikki, hvar fólk ganga arbeiðsleys og spyr ikki, hvar tørvurin er á arbeiðsskapandi virkjum, men hann roknar út, hvar tað er lættast at fáa ráevni og hvar tað er lættast og ódýrast at sleppa av við ta lidnu framleiðsluna soleiðis, at virkið kann geva sterst meguligan vinning Síða 2 Morten Mols Ein áhoyrari til orðaskiftið á tingi um keypið av Morten Mols ger nakrar viðmerking- ar til tað, menn søgdu. Síða 4 Góður túrur Logos kom mánadagin á Runavík við 100 tonsum av upsa. 6 mans vóru við hendan túrin, og teir royndu í fimm dagar eystan fyri Feroyar, har nógvur upsi fæst nú. Á veg millum bygda Nýtt stuttsegusavn frá Stein- bjørn B. Jacobsen. Forlagið Steplið hevur givið út stuttsøg- usavnið Á veg millum bygda eftir Steinbjørn B. Jacobsen, há- skúlastjóra. Tilsamans niggju stuttsegur eru í savninum, sum er prentað hjá Einars Prent. Savnið kostar 28 kr. eintakið. Mikudagin 5. mars 1975 — javnaður 48. árgangur — brødralag Leysasøla 1,50 kr. ENGLAND kemur seinni i år Kemur fyrstu ferð á Havnina 3. juni og leggur ikki at á Tver- oyri ávegis aftur til Danmarkar | í } BR SME SRANAÐI Ferðamannaskipið sum rekir rutusiglingina Dan- Fóru fyri borð Tveir mans, sum komu av bygd til Havnar við einum opnum báti friggjakvoldið, fóru báðir fyri borð stutt eftir at teir vóru komnir til Havnar. Okkurt var komið um skrúvuna á bátinum, og tá annar av monnunum skuldi taka tað burtur, fór hann fyri borð. Hin skuldi fara honum til hjálpar, men fór eisini á blám- an. Sjukrabilurin og politiid vóru beinanvegin á staðnum eftir at teir vórðu boðsendir og fingu menninar upp og fluttar á Landssjúkrahúsið, har teir vórð- u innlagdir við snuddum. Politi- ið sigur, at menninir vóru ávirk- aðir av brennivíni, tá hendingin fór fram. Á“ noe | pose påstå 3t England, mark— Føroyar, byrjar sigling- ina seinni i år enn undanfarnu år og kemur fyrstu ferð á Havn- ina úr Esbjerg 3. juni. Ferðaætlanin í ár er broytt soleiðis, at skipið ikki leggur at á Tveroyri ávegis til Esbjergar. England fer bert at sigla á Havnina, hagar tað kemur kl. 9 um kveldið og fer av stað aftur kl. 1 á nátt. Bergen — Newcastle Broytingin er komin í orsakað av, at England eisini í summar skal rekja siglingina Bergen — Newcastle fyri norska skipafel- agið B.D.S. Av somu orsøk verður ikki roknað við stórvegis fremmandafólkavitjan, tí steðg- urin er so stuttur, at tey ikki síggja Feroyar á degi. Árini frammanundan hava einahelst týskir ferðamenn verið við skip- inum, og útferðir hava verið lagdar til rættis ymsa staðir á Streymoynni. Hetta verður nú helst av ongum. 12 nýggjar sjúkrasystrar Fríggjadagin fingu 12 nýggjar sjúkrasystrar handað prógv. Tær eru hesar: Anna Absalonsen, Klaksvík, Miriam Carlsen, Tórshavn, Si- cilia Eliassen, Klaksvík, Sven- hild Haraldsen, Strendur, Ann Hóland, Svínoy, Sigrun Liitzen, Tórshavn, Tordur Niclasen, Ser- vágur, Bergfríð Nielsen, Klaks- vík, Asa Patursson, Kirkjubøur, Kirstin Petersen, Porkeri, Tove Thomsen, Klaksvík og Jórun Weihe, Mikladalur. Næsti forskúlin á sjúkrasystr- askúlanum byrjar 1. september. Síða 3 1.588 ferðsluóhapp i fjør Talið á ferðsluóhappum uttan persónskaða var í 1974 1.588. Ferðsluóhappini við persón- skaða taldu hetta árið 66. Løgreglan fekk í tíðarskeiðinum 1. januår til 31. desember 1974 977 fráboðanir um lóg- arbrot av ymsum slag. Á nýggjárinum var manningin á teirri deildini, sum viðger borg- arlig- og kriminalmál, munandi styrkt. Síða 6 Føroyar spæla landsdyst moti Tjekkoslovakia Á føroyska liðnum, sum skal spæla hondbólts- landsdyst móti tjekkum friggjakvøldid, hevur Sverri Jacobsen spælt flestar landsdystir. Hann hevur higartil spælt 13 landsdystir. Tjekkiski leik- arin, sum hevur spælt flestar landsdystir undan vitjanini i Føroyum, hevur higartil spælt 115 lands- dystir. Friggjakveldið og leygarkveldið verða landsdystir í hondbólti í í- tróttarhellini í Havn millum Feroyar og Tjekkoslovakia. Á føroyska liðnum eru hesir úttiknir at spæla: Finn Bærentsen, landsdystir, Jerleif Kúrberg, Kyndil, 5 landsdystir, Kristin Johannesen, VIF, ongan lands- dyst, Jóan Petur Midjord, Kyn- dil, 11 landsdystir, Finnur Helmsdal, Kyndil, 4 landsdyst- ir, Sverri Jacobsen, Kyndil, 13 landsdystir, Heðin Mikkelsen, Kyndil, 1 landsdyst, Palli Ask- ham, Kyndil, 2 landsdystir, Aki Davidsen, Kyndil, 2 landsdyst- ir, Kári Thorsteinsson, Neistin, 2 landsdystir, Palle Joensen, VIF, ongan landsdyst, Jógvan Martin Merk, Neistin, 8 lands- dystir, Niels Nattestad, Kyndil, 12 landsdystir, Hanus Joensen, Kyndil, 7 landsdystir, Hilmar Joensen, Kyndil, 4 landsdystir, og Anfinn Rubek Nielsen, Kynd- il, 9 landsdystir. Kyndil, 4 Danskir dómarar Tann tjekkiski hevur spælt flestar landsdystir, og sum eisini skal spæla hesa- ferð, er Jindrich Krepindl úr Skoda Plzen, sum higartil hevur spælt 115 landsdystir leiðarin, sum Tjekkiska liðið, CSSR, var heimsmeistari í hondbólti í 1967 og hevur annars havt hesar plaseringar: Í 1954 nr. 3, 1955 nr. 2, 1958 nr. 2, 1961 nr. 2 og í 1964 nr. 3. Tað verða tveir danskir dóm- arar, sum skulu døma dystirnar í ítróttarhellini. Teir eru Jack Rodil og Kurt Ohlsen Aðrenn fyrri dysturin verður spældur friggjakveldið býður Atli Dam, legmaður, tjekkisku leikarunum vælkomnar. Løg- maður er annars verji hjá ISF. Dysturin friggjakvøldid byrj- ar kl. 20, og leygarkvøldid verð- ur byrjad kl. 19.