Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Foroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt - 5 Dimma í iva Í ODDAGREININI seinasta leygardag er Dimmalætting farin av ivast i, annadhvørt tad er rætt ella ikki, at vit seta arbeidsloysis- skipan i gildi i Føroyum. BLAÐIÐ MINNIR á, at tað fyri stuttum hevur mælt til, at slík skipan verður sett í gildi, men førdi hetta til, at mótmælisskriv í hópatali, sum tó ikki vóru ætlaði at seta í blaðið, komu til blaðstjórnina. Dimma fór tå at ivast, og vil geva mótmælisskrivarunum rætt i tí, at verður slík skipan fyrst sett í gildi, so vilja tað altíð vera nøkur, sum velja at verða arbeiðs- leys og fáa tryggan stuðul fyri tað, heldur enn at átaka sær arbeiði við ivasomum inn- tøkumøguleikum. VIT HAVA SO mangan áður vist á, at tá tað privata vinnulívið einsamalt skal skipa fyri vinnulivsåtbyggingini, so verður hendan út- bygging einans løgd eftir, hvar møguleikarnir fyri vinningi eru størstir. Privati vinnulivs- maðurin spyr ikki, hvar fólk ganga arbeiðs- leys og ikki, hvat tørvur er á arbeiðsskapandi virkjum, men hann roknar út, hvar tað er lættast at fáa ráevni, ov hvar tað er lættast og ódýrast at sleppa av við ta lidnu fram- leiðsluna, soleiðis at virkið kann geva størst møguligan vinning. HETTA FØRIR í fyrsta lagi til arbeiðsloysi á fleiri plássum, og í øðrum lagi førir hetta til óneyðuga sentralisering, har fólkið verður noytt at flyta frá smáplássunum til stórpláss- ini: tí kann arbeiði ikki koma út til teirra, so megu tey koma inn til arbeiðið. Júst fyri at tryggja arbeiði til allar hendur á øllum pláss- um hevur javnaðarflokkurin lagt til brots fyri at tað almenna skal taka initiativ til at seta arbeiðsskapandi virkir á stovn har sum ar- beiðsloysi er, og tá tað privata ikki rókkur ella ikki vil rokka. MILLUM MANGAR aðrar var hetta ein av treytunum fyri at javnaðarflokkurin vildi skipa landsstýri eftir seinasta val. Sambands- flokkinum stóð í boði at skipa landsstýri saman við javnaðarflokkinum uppá m.a. hesar treytir, men tað var nei. Teir vildu ikki so mikið sum tosa um hesar treytir. Var slíkur politikkur rikin, vildi arbeiðsloysis- spurningurin verið loystur og Ls sloppið und- an at lagt høvdid i blot fyri at finna fram til, um arbeiðsloysisstuðul er sunnur ella ikki. Framsýningin um olju á Debessartrød er opin allar gerandisdagar uttan mánadag kl. 14—16. Sunnudag kl. 15—17. Skúlaklassar eftir avtalu. sosialurin dagbókin Føstugudstænastur I kvøld prædika: Petur Martin Rasmussen i Havnar kirkju kl. 20, Petur Petersen i Hósvíkar kirkju, Axel Tórgarð i Hvalvikar kirkju, Torkil Peder i Skåla kirkju, Niels Pauli Danielsen i Gøtu kirkju, Kjartan Mørk- øre i Kollafjardar kirkju, og K.O. Viderø i Vågs kirkju. Í annadkvøld prædika: Torkil Beder i Nes kirkju kl. 20, Ejvind Vilhelm, vara- bispur i Årnafjardar kirkju, Martin R. Jacobsen í Sjóvar kirkju og J. Magnussen i Klaksvikar kirkju. Konfirmatións- fyrireikingar Konfirmantar i Stranda prestagjaldi skulu møta i skúlanum á Strondum mána- dagin 10. mars kl. 8. Konfir- matiónin verður pálmasunn- udag 23. mars. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður hóskveldið kl. 8. Várgleði verður í KFUK í dag kl. 16. Rovarafundur hjá SSB og STS verður í dag. Gullbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Armgarð og Hjalmar Hansen úr Havn halda gullbrúdleyp. Sjåkrasystir Við Bornholms Centralsjúkr- ahús í Renne hevur Beinta Christiansen, Tveroyri, tikið prógv sum sjúkrasystir. va Í V4-spæli útvarpsins leyg- arkveldið vórðu hesi tel drig- in: 6, 18, 23, 35, 38, 45, 55, 58, 58, 70, 79, 80, 89, 92 og 97. Vinningurin var 12.280 kr. og tríggir vinnarar: 1 úr Skála- firði, 1 úr Klaksvík og 1 úr Havn. Eykavinningurin uppá 5.000 kr. fór til Havnar. ÍSF nýggjan skrivara ÍSF hevur fingið nýggjan skrivara. Tað er Marcus Køtlum. Skrivstovan er opin frá mánadegi til friggjadag frá kl. 16 til 18. Nr. 18 — 5. mars 1975 Skjúrtublusur — troyggjur — langbuksur Sþbálabúðin Telefon 12015 . Tórshavn Skrivstovunæmingur fær pláss á bókhaldsdeild okkara. Umsóknir skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. mars í ár. Klaksvík 28. februar 1975 Býráðið Ráfiskaprísir Ráfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frá 8. mai 1969, hevur á fundi 27. februar 1975 ásett hesar minstuprísir fyri fyrstafloks blóðgaðan ráfisk kruvdur við hevdi frá vekt. kr. pr. kg Tos yvir70cm 1A 3,17 — 7TOcm1B 1,04 44—70cm 1A 1,56 44—70cm 1B 1,06 1,00 yvir40 cm 1A 1,60 — 40cm1B 1,05 Longa 1,48 Blålonga ongan pris ongan pris 0,96 Kongafiskur ongan pris Upsi yvir75cm 1,05 Hvitingur — $1cm 0,71 Havtaska yvir3 kg 1,38 6,13 Steinbitur Hesir prisir eru galdandi frå og vid 28. februar 1975, sum omanfyri tilskilað á hesum plåssum: Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvík, Fuglafirði, Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Torshavn, Vestmanna, Mið- vågi, Sørvågi, Tvøroyri og Vági. Fyri tey avreidingarplåss, sum eru ikki nevnd her, verður prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plåssum við frá- drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 28. februar 1975 Prísásetingarnevndin á ráfiski