Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 5. mars 1975 sosialurin Øregaard í orðaskiftinum um veiðusáttmálan: Latið okkum fáa 10.000 tons aftrat so kunnu vit landa til íslendsku flakavirkini eisini — Vit munnu eiga líka nógv í íslendsku grunn- unum sum íslendingar sjálvir, heldur J. Fr. Øregaard Spurningurin um i størri mun at troyta egnu grunnar varð eisini tikin upp í orðaskiftið um lands- stýrisuppskotið um, at sátt- málin um fiskiveiðirættindi und- ir Íslandi verður tikin til eftir- tektar, í legtinginum nú um dagarnar. Tað var serliga Petur Reinert, landsstýrismaður, sum nam við henda spurning. Ein annar part- ur av orðaskiftinum snúði seg um, hvert íslendingar og føroy- ingar skilja hvenn annan í stríðnum um fiskin. Petur Reinert segði, at um stutta tíð verður vandi á ferð hjá einum 17—18 flakavirkjum í Føroyum, tí teimum fer at tróta ráevni. Hann segði, at tað treingist allastaðni, og at spurn- ingurin nú er, hvert vit ikki skulu troyta meiri á egnum grunnum. Hann helt, at hesi viðurskiftini má endurskoðast heilt av nýggjum. Tað má strembast eftir, at vit fáa so góða veru á marknaðin sum gjerligt, og eg veit, at góð søluvøra fæst burtur úr ti fiskin- um, sum svimur á opkkara grunnum, segði Petur Reinert. Íslendingar skilja okkum ikki J.Fr. Øregaard úr javnaðar- flokkinum, helt, at íslendingar ikki skilja føroyingar, meðan foroyingar afturímóti royna at skilja íslendingar, tá talan er um veiðirættindi. Øregaard skjeyt upp, at føroyingar fáa eini 10.000 tons aftrat teimum 20.000, sum skotin eru upp í hesum sáttmálanum, og at land- að verður av teimum 10.000 í Ís- landi. Íslendingar siga, at teirra egna veiða er minkað, meðan foroyingar hava tvífaldað sín fiskiskap har. Og teir siga, at teimum trýtur ráevni til flaka- virkini, so her hevði verið ein loysn. Øregaard minti á, at tað var tann tíð, tá íslendsku grunnarnir vóru álitið hjá feroyingum. Hann segði, at hetta kendist bæði mentunarliga og búskapar- liga. Øregaard helt, at føroying- ar eiga líka nógv i teimum is- lendsku grunnum, sum íslend- ingar sjálvir, tí hann hevði í 12 ár roynt við føroyskum skipum undir Íslandi uttan so mikið sum at hava sæð eitt íslendskt fiski- far roynt har! J.Fr. Øregaard heitti á teir, sum til heystar aftur fara at samráðast við íslendingar um foroysku fiskirættindini har yv- iri, um at hava uppskot hansara til loysn í huga. J. Fr. Øregaard: Tá íslendingar tróta ráevni kunnu vit veiða til teirra flakavirkir á egnum grunnum teirra. Hetta hevði eisini hjålpt um føroyska skiparaksturin Ganga ikki við til hatta Íslendingar fara neyvan at ganga við til eina tílíka loysn, helt Erlendur Patursson út tjóð- veldisflokkinum. Hann visti á dømi um, at íslendingar nú leiga eitt danskt skip til lodnuveiðu haryviri og sum landar í Íslandi, og at bert hetta domið hevði elvt til politiskt óveður. Tí trúgvi eg lítið uppá hasa loysnina, segði Erlendur Paturs- son, sum annars helt, at føroy- ingar og íslendingar eru við at nærkast hverjum eðíum á hesum eki. Roknar við betri úrsliti Atli Dam, løgmadur, segði seg rokna við einum betri úrsliti hvat viðvíkur fiskirættindunum í Íslandi. Løgmadur segði, at hann av samreðum millum samráðingarnar hevði fingið eina fatan av, at eitt betur úrslit kann væntast, og at hann var bjartskygdur. Løgmadur helt annars, at tann frægasta loysnin í longdini verður, at føroyingar landa og vidgera fiskin heima, men hann visti tó ikki hinum møguleikan- um aftur. Tað er skeivt at vísa nekr- um møguleika aftur, tå viður- skiftini eru so fløkt, sum tey eru tad nu, segdi Atli Dam. Málið varð beint til 2. viðgerð uttan nevndarviðgerð Tríggir limir í skúlastjórnina Løgtingid hevur valt triggjar limir og triggjar tiltaksmenn í skúlastjórnina. Limirnir eru Petur Højgaard Simonsen, Edmundur í Garði og Petur Petur Eli Mikkelsen Eli Mikkelsen. Sum tiltaks- menn eru valdir Óla Jákup Jacobsen, Steingrim Niclasen og Leon Joensen. Skifta umboð í menningargrunnin Tingid valdi å fundi friggja- dagin Ova Mikkelsen i menn- I farnu viku for Havnar bio undir midnåttarsyning av danska filminum Den Rede Rubin. Filmurin hevur eina- ferð verið sýndur fyrr Filmurin, sum er í litum, er gjørdur yvir skaldseguna hjá norska rithevundanum, Ág nar Mykle, sum ber sama navn. Skaldsogan varð væl umtókt í Danmark, tá hon kom fram har fyri nøkrum ár- um síðani. Hovuðspersónurin í filmin um er Ask. Hann er kendur fyri at vera smæðin fyri kon ufólki, og filmurin vísir við- skifti hansara við konufólk og hvussu tað til endans eydnast honum at finna ta rettu gent- una. Í filminum er partur av skaldseguni hjá Mykle, Lass- o om fru Luna, sum kom út undan Sangen om Den Røde Rubin, tikin vid. Hann snyr seg um viðskiftið hjá Ask við Síða 3 tingnytt Ove Mikkelsen ingargrunnin fyri Petur Rein- ert, sum nu er landsstyris- maður Nýggjur maður fyri Kjartan Fríggjadagin tók Joan Pauli Serensen sæti á tingi fyri framburðsflokkin Hann kemur í staðin fyri Kjartan Mohr, sum hevur biðið um farloyvi Kjartan Mohr genturnar uunhild sum báðar gerast við Tað er John Hilbard, hevur skrivað filmshandritið Leikstjóri er Annelise Mein- eche, sum eisini var leikstjóri til filmarnar Sytten og en Trævl Leiklutin sum Ask spælir Ole Søltoft, sum síðani tå er vorðin kendur fra stokkafilmunum. Hann hevði eisini høvudsleiklutin í Sytt en. Aðrir leikarar í Den Rød« Lotte Garde songar Rubin eru Horne Annie Birgit Jung, Eva Weinreich, Lykke Nielsen, Lisbeth Lundquist, Poul Bundgaard, Karl Stegg er, Poul Hagen, Arthur Jen Mats og Poul Gertle sen, Tove Hiittel Ole Høyer hevur tónleikin til filmin, upptikin í Danmark og Sver- íki skrivað sum er