Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 18 — 5. mars 1975 stubbar uttaneftir Lívbjargarar duga ikki at svimja Eini 50 fólk, sum høvdu starv sum lívbjargarar í Bretlandi, høvdu ongantíð lært at svomið, meðan 55 onnur ikki vístu seg at vera egnað til starvið av moralskum orsek- um. Níggju hevdu roynt at neyðtikið viðskiftafólk, með- an 27 onnur hevdið lopið á gestirnar og 55 vóru rýmd frá baðstovunum í arbeiðstíðini, verður sagt í einari frágreið- ing til tær kommunalu bað- stovurnar í London, har krev vórðu sett fram um lenar- hækking til tey tilsamans 4.200 starvsfólkini á baðstov- unum. Lækka prísin á bensini Danska fólkatingið vidgjørdi í farnu viku fýra uppskot við- víkjandi Grenlandi. Eitt av uppskotunum miðaði ímóti at Jens Peder Hansen lækka prísin á gassolju og bensini og samstundis at hækka avgjeldini á brenni- víni og tubbakki. Grenlands- málaráðharrin, Jens Peder Hansen, sigur, at grøn- lendska landsráðið hevur tik- ið undir við uppskotinum. Hann gav undir orðaskiftin- um tilsøgn um at kanna møg- uleikarnar fyri at fáa eina skipan í lag viðvíkjandi tí lit- aða bensininum. Chile skal gjalda nú Bretska stjórnin hevur heitt á hini felagsmarknaðarlondini um ikki at luttaka í samráð- ingunum í Paris í næsta mán- aða, har spurningurin um eina skuld hjá Chile uppá 1,7 miljardir kr. skal viðgerast. Áheitanin frá Bretlandi er samstundis eitt mótmæli í- móti hermannastjórnini í Chile og brotum hennara i- móti mannarættindunum har í landinum. Hóttir við kriggi Libyski leiðarin, Gadaffi ob- erstur, hótti í farnu viku við kriggi ímóti Oman við pers- isku víkina, um landið ikki beinan vegin tekur herfólk sítt aftur. Sagt verður, at ir- anskir og bretskir hermenn eru í Oman í letuni, meðan bardagar fara fram við vinstrasinnaðu partisanarnar har. Turkisk vápna- framleiðsla Turkiski forsætisráðharrin, Sadi Irmak, hevur sagt, at land hansara fer at framleiða vápn til tess at verja landið ímóti ålopum uttaneftir. Sambært eitt blað í Ankara skal Sadi Irmak hava sagt, at hann er vitandi um, at kjarn- orkuvápn eru vandamikil fyri mannaættina, men at Turka- land kortini fer at framleiða hesi vápn, um tað skuldi gjørst neyðugt. Lækka skattin Amerikanska umboðsmanna- tingið hevur samtykt eina broyting í skattalógini, har- eftir amerikanskar familjur í einum ávísum bólki í sam- felagnum skulu fáa 10 pst. í skattalætta fyri seinasta ár- ið. Sagt verður, at henda broytingin umfatar nógv meiri enn tað, sum Gerald Ford, forseti, av fyrstan tíð skjeyt upp. Stríð við PLO Egyptiski forsetin, Anwar Sadat, kann rokna við at koma í stríð við palestinsku frælsisfylkingina, PLO, eftir at hann skal hava sagt, at hann bert er sinnaður at tala við ovastu leiðsluna í PLO um ósemjuna, sum nú er i- komin millum partarnar. Staða Sadats í hesum við- fangi er úrslitið av einum boðum frá PLO, har felags- skapurin forsemir amerikan- sku friðarætlanirnar fyri Mið- eystur, sum m.a. umfata eina ísraelska afturtøku á Sinai- hálvoynni. Norska stjórnin mótmælir Norska stjórnin hevur alment mótmælt ímóti fronsku av- gerðini um at steðga øllum innflutningi av fiski frá lond- um, sum eru uttan fyri Fel- agsmarknaðin. Norðmenninir siga, at tað ikki er inn- flutningurin av fiski frá norskum skipum, sum hevur elvt til teir storstu trupulleik- arnar hjá fronskum fiski- monnum. Nýggi Smyril — Morten Mols Ein åhoyrari fekk eina stuttliga løtu burtur úr orðaskiftinum á tingi um keypið av Morten Mols, og hann skrivar soleiðis: Í tí góða veðrinum seinasta mikudag spákaði eg mær ein túr aftaná arbeiðstið og hitti ein góðan vin, ið eisini fegnaðist um hetta góða veður, og komu vit á- samt um at fara í biograf hetta sama kveldið. Vit fóru nú skundisliga at keypa atgongu- merkir til sýningina, men av tí at tað enn vóru tveir tímar til sýningin byrjaði, gjørdu vit av at fara á tingfund so leingi. Komnir á tingfund ásannaðu vit beinanvegin, at málið við- víkjandi keypinum av Morten Mols var til fyrstu viðgerð. Hetta skip, ið eftir ætlanini skal rekja Suðuroyarsiglingina og aðra innanoyggjasigling um- framt nakrar uttanlandaferðir um summarið, var sostatt orsek til mikið kjak. Á rødarapallinum var so mæt- ur maður sum Jógvan Sundstein at hoyra, og vísti hann á tann stóra tervin, ið er á einum slík- um skipi. Aftan á henda heiðursmann skulu vit heilt niður til Óla Breckmann, ið tók orðið og segði seg ganga hart ímóti hesum keypi, og grundaði hann tað við, at hann hevði einaferð ferðast til Suðuroyar við Smyrli, og vóru tað tá ikki nóg mikið av fólki við til at manna ein »sjavs«. Sjålvur spæli eg rættiliga nógv kort, men kenni to bert til 2, 3 og 4-mans sjavs, so fekk Oli ikki mannað sær »sjavsin«, so skuldi hann sjálvur havt ført Smyril henda túrin, og tað kann ein og SU hvør gera sær greitt, at so hevur ikki verið. Sami reðarin visti eisini at siga frá, at Morten Mols eini fimm ferðir hevði verið sink- aður vegna vindmegi seks. Tað, sum er vert at geva gætur í hes- um feri er, at hann hverki nevndi hvenn dag hann gjerdi henda áðurnevnda »sjavs-tur«, ei heldur upplýsti hann okkum um, hvaðani hann visti um hesar veikleikar hjá Morten Mols í vindi. Men hvussu kundi hann tað? Nidurstødan hjá hesum manni má so vera tann, at eitt og hvert ferðaskip skal dimensi- onerast eftir túnum, tá ið minst ferðafólk eru við. Hesi dømi lýsa eftir míni metan bert mannin. Annars umreddu teir politik- arar, ið hesa lotu høvdu orðið, tervin av hesum nýggja ferða- skipi við nøkrum dømum: Av fyrstan tíð tók fergan um Vest- mannasund bert 2 bilar, nú tek- ur hon 13, og tað er í umbúna, til tess at rutan kann verða rekt til fulnar, at keypa eitt skip, ið tek- ur 20 bilar. Eitt annað dømi var Ternan. Tá Ternan á fyrsta sinni varð sett at rekja rutuna um Lorvíksfjorð, var tað vanlig hugsan at hon var alt ov stór. Nú mugu sjålvt mótsteðumenn- inir av keypinum av Morten Mols ásanna tað mótsætta. Har- umframt varð víst á, hvussu neyðugt tað er hjá okkum lætt- liga at kunna ferðast til og frá høvudsstaånum — hvussu bondskur Suduroyargjørdur kann vera — hvussu ofta Smyril må sigla við ólógliga nógvum ferðafólki — hvussu fáir suð- ringar ferðast í mun til aðrar før- oyingar — og hvussu stórur bæti tað kundi verið fyri vinnu- lívið á Suðuroynni, um landið framdi hetta frálíka, bíliga og avgjørt klóka keypið. Ná, filmurin var avbera góð- ur, og aftaná vitjaðu vit aftur inn í tingsalin. Hesaferð fingu vit hevi at hoyra ein annan mót- stødumann av keypinum, nevn- iliga Paula Ellefsen. Hetta sigur i sær sjålvum kanska nokk, men lat meg hóast alt nevna, hvat hann segði um tað nógva fólkið, ið ferðast um Suðuroyarfjorð, tí í veruleikanum er hetta einki vandamál viðvíkjandi Smyrli, helt hann, tí um so er, at Smyril siglur so ovurfermdur av fólki, at tað er ólógligt, so kunnu vit jú bara forða teimum, ið eru til avlops, í at koma við. T.d. kunnu tey, ið eru til avlops friggjakvøld, bert fara suður leygardag, og tey, ið eru til av- lops í Suðuroy sunnukveld, kunnu so bert koma hendavegin mánadag — og so skuldi spurn- ingurin verið loystur!! Men tá mundi láturin ikki tagnað aftur, hvorki í tingsalinum ella á á- hoyraraplássunum, og Pauli Ell- efsen mátti ásanna tey viðgitnu orðini: >Oh, Lord, please help me to keep my big mouth shut, untill Í know what Í am talking about«. Åhoyrari STORK-WUERKSPOOR DIESEL Stork-Werkspoor dieselmotorar hava nú í mong ár prógvað seg at vera ålitandi og økonomiskir. Royndir í design og framleiðslu av skipsdieselmotorum síðani 1902. 80% av tí hollendska skipaflotanum er drivin av okkara motorum, men eisini í Belgiu, Fraklandi, Onglandi og uttanfyri Europu er sølan støðugt vaksandi. Um tygum ynskja nærri upplýsingar, setið tygum so vinarligast í samband við umboð okkara í Føroyum: hele 750 — 1000 umdr. pr. m. 800 — 1500 HK 4 takt 6,8 ella 9 cylindarar 750 umdr. pr. m. 4 takt 6 ella 8 cylindarar Maskindeildin Pf. Theodor vid Keldu box 109 tif. 5 51 36 3870 . Klaksvík