Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 5. mars 1975 sosialurin Síða 5 Minningarorð Stutt áðrenn skýming mánadag- in frættist tey tíðindi um Vágs bygd, at Joen Pauli Thomassen fyrrverandi legtingsmaður var slóknaður. Joen Pauli Thomas- sen ella Palli í Tødini, sum hann vanliga varð nevndur millum okkum vágbingar, bleiv ikki nakar gamal maður, var bert 66 ára gamal nú hann doyði, og var hettar sami aldur, ið pápi hans- ara hevði, tá hann doyði í 1938. Deyðsboðini av Palla komu ikki óvæntaði, tað sást á øllum brøgdum hesa seinastu tíðina, at Palli var illa sjúkur, og nakað fyri jól legðist hann á seingina og hevur ligið so at siga alla tid- ina, til hann nú fór hiðani. Palli varð føddur vesturi í Bø og livdi har síni óvitaár og spældi niðri á sandinum og i Gjogvarå. Kanska fekk hann longu tå tokka til hesa á, ið hann yrkti ein so vakran sang um, nú hann var eldri. Sum feringum flestum tá í tíðini lá leiðin hjá Palla til skips, tá hann var til- komin, og fór hann við „pápa Marius 70 Í dag er 6. mars 1975, og hetta er dagur í viku, tí Marius Johanne- sen fer um »støvets år«, sum tey gomlu plaga at taka til — og einki legið er tí at taka til teir gomlu, nú Marius er sjútugur, ti hver hevur meira enn hann tog- að í træðrirnar, ið føra aftur í seguna, í kvæðini og tey und- anfarnu enn Marius Johannesen, Marius á Torlabrúgv í Funningi. Nógv kann skrivast og sigast um Marius. Gávurnar, Várharra hevur givið honum, hevur hann dugað at brúkt á sín hátt — og á sín sermerkta hátt. Sum skúla- maður hevur hann sýnt, at hann ikki bara hevur átt gávurnar sum skúlamaður og ungdóms- vegleiðari. Hetta munnu árini á háskúlanum bera fullgott prógv umi. Á politiska vellinum hevur hann eisini gjørt seg galdandi. Hann var við til at skapa mangt gott og var ongantið av teimum, sum ikki segði sína áskoðan, men segði altíð hvussu hann helt, málini áttu at verið loyst. Og hitt tunga takið á Tinga- krossi hevur hann eisini tikið. Og í hann, sum hann ikki dugir at bera pennin so tað situr, sum úr hansara penni kemur. Hans- ara politisku áskoðan kenna tey flestu — men flokki sínum, sjálvstýrisflokkinum, hevur hann tænt trútt og trúliga. Og soleiðis kundi verið trivið í so mangt. Men skal alt takast við, sum Marius hevur verið uppi, tí soleiðis mundi hann helst viljað sagt tað, so gjørdist tað heldur drigført. Aðrir hava skrivað um Mari- us, um lív hansara annars — og tað fara vit at lata liggja — sum smábygdamaður í langt áramál, skúlalærari, sóknarformaður og hvort av sínum, hevur hann gingið ein lívsins skúla, sum man hava verið honum ríkur. Vit fara at heilsa Mariusi við 70 ára degnum og ynskja honum ein minnisríkan dag og góðan byr framyvir. Kenningur sínum, sum førdi og átti part í »Balmoral«. Seinni kom Palli at starvast uppi á landi í ymiskum størvum. Hann var ein maður, ið frá ungdóminum av las nógv og hevði eina stóra vitan á nógvum økjum. Hann kom tíðliga at hava áhuga fyri politikki, varð valdur í sóknarstýrið, og tey seinastu 8 árini av lívi sínum sat hann á Føroya løgtingi, valdur av javnaðarflokkinum í Suður- oynni. Palli var ein gåvurikur maður og hevði evnir ymsar vegir. Tað eru ikki so fáir sangir, ið hann hevur yrkt til brúdleyp og fød- ingardagar. Eisini hevði hann stóran áhuga fyri okkara bygd- arsøgu, og nú hann eldist og heilsan fór at bila sat hann og skrivaði um býlingarnar í Vági, og var hann komin væl áleiðis við hesum arbeiði, nú hann slóknaði. Tað er einki at taka seg aftur i, at við Palla í Tødini fer nógv segulig vitan um Vágs bygd í grøvina. Palli var ein dåmligur og fryntligur maður; tann, ið kom á gátt hjá honum og hansara blíðu konu, merkti seg altíð at vera hjartaliga vælkomnan. Fyri meg var tað ein hugnalig lota, síðstu ferð eg var inni hjá honum. Vit prátaðu um mangt gamalt, og tað var líka sum hann livnaði upp undir prátinum. Elektronisk dataviðgerð, EDV, nú nógv nytt í Føroyum Felagið IBM fer at hava fastan umboðsmann í Tórshavn Elektronisk dataviðgerð, EDV, er nú vorðin vanlig i Føroyum, har bæði virki og stovnar nýta nýggjastu tólini, ið ikki standa aftanfyri tey, ið nýtt verða aðra- staðni. Nú er ætlanin, at maður hjá EDV felagnum International Business Machines A/S skal hava umboðsmann í Feroyum, við bústaði í Tórshavn, at vera tekur hjá øllum virkjum og stovnum, ið nýta elektronisk dataviðgerðar tól, við hyggju- ráðum. Hesin er Mogens Jans- fort, systemráðgevari — kons- ulentur — sum kemur at hava Nú ert tú farin inn til tað æv- igu hvílu, vinmaður og skyld- maður og í heiminum er ein sess- ur vorðin tómur. Saknið er stórt hjá tær Allu, hansara góða kona, ið hevur mist ein góðan mann og hjá tykkum børnum og abbabørnum, ið hava mist ein góðan pápa og abba. Vit lýsa frið yvir minni um Palla í Tødini. Erling skrivstovu i Liitzens húsum á Aarvegnum frá 1. apríl. Hesum greiddi stjóri í IBM, Søren Højberg, frá á fundi i Havn nú í vikuni. Arbeiði Mogens Jansforts verður at hjálpa viðskiftafólkum við upp- læran av EDV starvsfólki, við ráðgevan og programmering 0.Ø. í sambandi við elektroniska dataviðgerð, m.a. sonevndum terminal-loysingum, sum al menni stovnurin Tryggingar- sambandið Feroyar nýtir. Um teknisk hjálp ynskist viðvíkj- andi arbeiðstólum, so er eisini teknikari altid tekur at venda sær til, sum kann umvæla amboð, sum eru í ólagi, og í tílíkum førum, har neyðugt er við serfrødisligari hjálp, kann IBM til eina og hverja tíð senda slíkar serfrødingar til Føroya at vera viðskiftafólkum til handa. Annars hevur felagið seinastu fimm árini eisini havt ein selu- ráðgevara, P.W. Jergensen, ið fremst hevur Feroyar sum virk- isøki við ti í hyggju at vera før- oyskum viðskiftafólki til handa. International Business Mach- ines er størsta tekniska og handilsliga tiltak innan EDV við høvudssæti í Armonk, New York. Í Danmark hevur IBM virkað síðani 1950, eisini við ød- rum skrivstovuamboðum, og er felagið skrásett har sum parta- felag, International Business Machines A/S. Teir hava nýliga fingið nýggja hevuðsskrivstovu í Lundtofte havn uttanfyri Køben- ES AAA—————————————————————————. Rindið meðina við 2 einum estorffs