mikudagur 12. mars 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Runavíkar kommuna tekur lán
brødralag
Lesið á síðu 3
frælsi javnaður
Nr. 20 — Mikudagin 12. mars 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Nyggjur linubåtur til Klaksvikar
Gerðhamar var á Havnini í gjár
Í gjár lá nýggi línubáturin Gerð-
'
hamar hjá
Gerðhamar í Klaksvík á Havn-
ini.
Hetta er yvirdekkaður línu-
bátur, sum er bygdur í Noreg,
og sum ætlanin er at royna við
undir Feroyum, Íslandi, við
Rock All og Vesturgrønland.
Báturin fór í gerð fyri umleið
hálvum eðrum ári síðani, og kom
á Klaksvík mánakveldið. Hann
er merktur til at taka 186 tons og
er 96 metrar langur og 24 metrar
Innbrot á
Strandferðsluni Í Havn
Myndin sýnir peningaboksina hjá Strandferðsluni, har tær
2.000 krónurnar vóru stolnar
Í gjáranáttina varð brotið inn á skrivstovu-
bygningin hjá Strandferðsluni við Eystaru
bryggju í Havn. Tjóvarnir brutu úthurðina
upp og hurðarnar til skrivstovurnar hjá
Strandferðsluni, A.P. Bendtsen, Ólavi Guð-
mundssyni og Skipshandlinum. Onki tykist
vera horvið av teimum fýra skrivstovunum
uttan hjá Strandferðsluni. Har vóru 2.000 kr.
stolnar í vekslipeningi — nakrir fáir tíggju-
krónuseðlar og restin í smápeningi.
Í fyrranáttina vórðu 3 — 400 kr. stolnar í
Zanzibar við Sverrisgøtu. Tjóvarnir høvdu
brotið ein råt í eini hurð og sluppu inn á tann
hátt.
partsreidarinum de ' ; yr
Gerðhamar við bryggju í gjár
breiður. Hann hevur ein 500
hesta Wickmann diesel motor og
tveir hjálpimotorar, sum hver er
uppá 11 hestar. Eisini er báturin
utgjørdur við einari frystilast,
sum kann taka 15 tons av agni.
3,8 milj. kr.
Á brúnni eru øll tey nýggjastu
natutisku tólini. Har eru tvey
ekkolodd, tveir radarar, sjálv-
stýrari, automatiskur peilari, ein
telefon uppá 400 watt og WHF,
sum hevur 57 kanalir. Eisini ein
automatiskur Loran C er á
brúnni.
Tað vera 16 mans við Gerð-
hamri, sum fyrst í næstu viku
fer fyrsta túrin undir Feroyar at
royna. Gerðhamar hevur kostað
3,8 milj. kr.
Skipari á bátinum er Sámal
Sivertsen úr Klaksvík, sum eis-
ini eigur í nýggja bátinum.
Stýrimaður og maskinmesstari
eru Gullak Gullaksen og Mikkjal
Petersen.
Ingålvur hevur
málningaframsýning
Frá í dag, grækarismessudag,
og til og við sunnudegnum hevur
Ingálvur av Reyni listaframsýn-
ing í listaskálanum í Havn. Opið
er frá kl. 14 til kl. 19.
Fekk 8 mánaða
treytaðan dóm
Maðurin, sum breyt inn í H.N. Jacobsens
bókahandil í fjør og tók skreytlutir til eitt
virðið upp á 25 tús. kr., fekk seinasta hósdag
í Føroya rætti 8 mánaða treytaðan dóm undir
eftirliti av kriminalforsorgini. Hin 19 ára
gamli maðurin, sum eisini luttók í skipa-
smiðjuinnbrotinum, játtaði undir rættarvið-
gerðini seg sekan í at hava framt 15 aðrar
stuldrar og innbrot.
Síða 3
I ek mmm
Danmarks Radio ger
upptøkur i Føroyum
Tveir mans frå Danmarks Radio
eru i hesum døgum i Føroyum og
gera utvarpsupptøkur. Ætlanin
er at teir skulu gera 8 ungdóms-
sendingar á 15 minuttir um ung-
dómsviðurskiftini í Feroyum.
Teir báðir Kjeld Amundsen og
Steffan Samsee Petersen hava
eisini vitja úti á bygd. Teir skulu
vera í Føroyum í 14 dagar. Ætl-
anin er at teir skulu koma upp-
aftur til Feroya í apríl og gera
aðrar sendingar.
VM ege
Avreida i Lorvik
Tveir opnir bátar rógva út í
Getu í letuni. Teir rógva á
Norðhavinum við snellu og
hava havt hampuligan fiski-
skap. Bátarnir avreiða í Lor-
vik.
Arbeitt verður framvegis
uppá vegin í Getu. Nú verður
arbeitt uppá vegjaðaran.
Nólsoyar Páls framsýning-
in hevur verið í Getu nú í
nakrar dagar, og tað frættist
frá góðari vitjan.
Ítróttarfelagið í Getu hev-
ur nú í einar tveir mánaðir
havt venjingar í fimleikar-
hellini á Skála. Fyrsta dagin
byrja bóltvenjingar á vellin-
um í Getu.
———T|{{|HH{|————1—1ÐeDwDiiDDUDUÚUmnnennnn
Kanna tørvin fyri at fáa kriminal-
forsorg stovnsetta
Í hesum degum er ein danskur
kriminalforsorgsleiðari í Feroy-
um og kannar tervin fyri at fáa
eina kriminalforsorg setta á
stovn. Tað er Rex Christiansen,
sum saman við einum forsorgs-
assistenti skal gera kanningar-
nar. Meðan teir eru staddir í
Føroyum skulu teir samstundis
rekja ta uppgávu, sum krevst av
eini kriminalforsorg.