mikudagur 12. mars 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 20 — 12. mars 1975
sosialurin telf. I IN20, box 76. 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Ikki at forakta
Í HESUM døgum situr løgtingsins fíggjar-
nevnd við fíggjarlógaruppskotinum, sum
skal verða samtykt til lóg áðrenn hesin mán-
aðin er liðin. Fíggjarlógaruppskotið, sum
framlagt varð á ólavsgku í fjør av gamla
landsstýrinum, var uppá 250 miljónir krónur,
meðan nýggja landsstýrið hevur mett, at
meirútreiðslurnar síðani tå koma at verða
góðar 21 miljónir krónur, og soleiðis verður
samlaða uppskotið at toga uppum 270
miljónur krónur.
OG HVAT fara so hesir pengar til. Sum tað
sæst av tí uppískoytisuppskoti, sum lands-
stýrið legði fram í februar, fara hækkingarnar
fyri mesta partin til minstulgn og annan
stuðul til fiskivinnuna, ein hækking uppá 13
miljónir krónur, ella samlað 25 miljónir til
fiskivinnuna. Og rætt man vera at leggja
aftrat, at hetta tal saktans kann fara at vera
stórri um so verður, at príslegan á fiska-
marknaðinum ikki batnar munandi.
Í VIÐMERKINGUM landsstýrisins til lógar-
uppskotið varð sagt, at landsstýrið í sínum
figgjarpolitikki, í teim fórum tað letur seg
gera, fer at halda aftur í útreiðslum hjá tí
almenna, um neyðugt verður.
MEN Á hin bógvin er ein stórur partur av játt-
anunum lógarbundnar útreiðslur. Velst tí alt
um hvussuleidis stødan verður fyri fiskivinn-
una, men rætt man eisini vera at siga, at tað
dapra útlitið fyri fiskivinnuna — sum ofta fyrr
eisini hevur verid — kann broytast aftur til
tað betra, tå vit koma longur út á árið.
Í SAMFELAG sum okkara er tað so, at
samfelags fíggjarorka er so nær samanbund-
in við inntøkuvånirnar hjá fiskivinnuni, so at
mestsum alt má laga seg eftir hesum vánum.
OG TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma,
at tann parturin, sum verður lagdur í før-
oyska samfelagið av danska statinum er av
stórum týdningi, ikki minst í tíðum, tá
inntøkuliga fjarðar annars. Og tann parturin,
staturin letur, er ikki bundin av somu inn-
tøkukeldum sum fiskivinna okkara. Ein
trygdarketa, sum ikki er at forakta.
Listaframsýning
12. mars, grækarismessudag, kl. 14.00 opnar målningafram-
syning í Listaskálanum. Opið verður dagliga kl. 14—19 til og
við sunnudag 16. mars.
Ingálvur av Reyni
dagbókin
Føstugudstænastur
I kvøld kl. 20.00 vera hesar
gudstænastur: Kollafirdi
Peter Petersen, Skåla Jåkup
Magnussen, Fuglafirdi Kjart-
an Mørkøre, Skålavik Fri-
mann á Brúnni, Tvøroyri
Niels Pauli Danielsen (talvan
gongur til frama fyri kirkj-
una), Sørvågi Høgni Poulsen.
I annadkvøld kl. 20: Mid-
vågur Høgni Poulsen og i
Vågi Martin Restorff Jacob-
sen.
Jehova Vitni
Fríggjakveldið kl. 19.30
fundur í Ríkissalinum hjá
Jehova Vitnum í Havn. (adr.
Noregsvegur 4).
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur í annadkvøld kl. 20.
KFUK
Várgleði hevur fund í dag kl.
16.00: Gerð av páskaskreyti.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 20.30 ungdóms-
fundur og í annaðkveld
fundur kl. 20 hjá heimafor-
bundinum.
Rætting
Í býráðsfrágreiðing Sosial-
sins seinasta leygardag stóð
millum annað at lesa, at
Havnar Róðrarfelag var í
figgjarligum trupulleikum.
Hetta er skeivt. Felagið
hevur sekt býráðið um ein
vanligan rakstrarstudning og
er als ikki í figgjarligum trup-
ulleikum. Vit biðja lesararnar
halda okkum til góðar. Vit
visa annars til reportasju um
Havnar róðrarfelag, sum
kemur i leygardagsblaðið
komandi.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 20 evangeliskur
fundur, har Esther Rasmus-
sen úr Danmark og Villy
Hansen úr Íslandi tala.
Listaframsýning
Í dag, grækarismessudag,
opnar Ingålvur av Reyni
málningaframsýning í lista-
skálanum í Gundadali. Opið
er hvenn dag frá kl. 14 til 17.
Fødingardagur
Í morgin verður Hilmar
Danielsen, Varðageta, Tórs-
havn, 65 ár.
Sosjalurin
telf. 11820
— eg havi
lisið tað
i
sosialinum
sjålvandi!!
Vit hava altid á goymslu
alt tilfar til
blikksmid
sanitet
hitaverk
ventilation
erður sent
A um alt
TIf. 11071 - Tórshavn landið
Vegleiðing
um
tryggingar
fæst frá:
ferðandi tryggingarmaður
á Tórgarði - Tórshavn
Telf. 129 40
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritadi:
Navn:
Bústaður: |
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
- -
SOSjalurin box 76, 3800 Tórshaun,