mikudagur 12. mars 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 12. mars 1975
sosialurin
Fekk 8 mánaða treytaðan
dóm fyri 17 stuldrar
Innbrotini á Skipasmiðjuni og í H.N.Jacobsens
bókahandli »et professionelt arbejde«
segði Cohn fulltrúi undir dóms viðgerðini
Seinasta hósdag fall dómur í
Føroya rætti yvir ein 19 ára
gamlan mann, sum var ákærdur
fyri at hava framt 17 stuldrar til
eitt samlað virði upp á umleið 44
tús. krónur. Maðurin viðgekk
seg sekan í at hava framt teir 17
stuldrarnar — partvis einsa-
mallur og partvis saman við ød-
rum. Rætturin gav manninum 8
Á myndini sæst hin 19 ára gamli maðurin á veg úr rættinum
eftir at dómurin var kunngjerdur
Runavíkar kommuna
tekur lán
Endaligu samráðingarnar við byggifelagið Conta
sum skal gera nýggja skúlan, verða í næstum
Runavíkar byråd samtykti á
seinasta fundi at taka upp lán
uppá 1. milj. USdollars frå Lea-
sett Company Establishment.
Tað er ætlanin, at lánið skal
brúkast til umbygging av hev-
uðsvegnum frá Høgabåli og út á
Krossvegin. Eisini er ætlanin at
brúka lánið til kloakkgerð.
Býarplánur
Runavíkar kommuna skal nú fáa
ein nýggjan býarplán og roknað
verður við, at hesin plánur fer at
fyriliggja áðrenn páskir. Upp-
skotið til býarplánin verður
gjørt í Danmark, og tað skal
viðgerast hjá landsverkfrøding-
inum áðrenn endaliga uppskotið
kann leggjast fram. Nýggi býar-
plånurin skal rokka av Hegabóli
og inn á Skipanes.
Gamli býarplánurin verður
samstundis endurskoðaður.
Skúlabyggingin
byrjar nú
Millum tey arbeiðini, sum fyrst
verður farið í gongd við í Runa-
vík nú, er nýggi skúlin.
Um einar 14 dagar koma um-
boðsmenn frá byggifelagnum
Conta í Danmark, sum skal gera
arbeiðið, til Føroya til endaligar
samrådingar vidvikjandi bygg-
ingini. Vid teirri figging, sum
kommunan hevur i løtuni, kann
byggjast fyri 5 milj. kr. Upplyst
verður, at eingin játtan er fingin
frá ríkiskassanum um studning
enn.
Tilboð uppá
itrottarhøllina
Runavikar kommuna hevur fing-
ið tilboð uppá gerð av ítróttar-
hell í býnum. Tey flestu liggja
um 4 og 5 milj. kr. Býráðið hev-
ur fyrr samtykt at byggja svimj-
ihøll í Runavík.
Í lotuni verður eitt oki ruddað
sunnan fyri Hegaból, sum pf.
Skipafelagið Feroyar skal leiga
frá kommununi til at byggja
goymsluhús á. Økid er um 2.000
m?* til støddar.
Eysturoyar Heilsøla, Oliver
Rasmussen og Føroya Eggvirki
hava eisini ætlanir um at út-
byggja. I hesum føri er talan um
bygningar, sum helst koma at
mánaða treytaðan dóm
eftirliti av kriminalforsorgini.
Bókahandilin krevur
endurgjald upp á
7.000 kr.
Millum stuldrarnar, sum hin 19
ára gamli maðurin hevur játtað
seg sekan í at hava framt, eru
innbrotið í H.N. Jacobsens bók-
handli 26. september i fjør, har
skreytlutir til eitt virði upp á
umleið 25 tús. krónur vóru
stolnir, og innbrotið á Tórshavn-
ar skipasmiðju 31. desember i
fjør, har 17 tús. krónur vóru
stolnar.
Maðurin greiddi í rættinum
frá, at hann var einsamallur um
at fremja innbrotið í H.N.
Jacobsens bókahandli. Hann
hevði kveldið fyri brotið inn hjá
Julius Hammer í Havn og stolið
nakrar glasskerarar, sum hann
skuldi nýta til innbrotið í bók-
handlinum.
Uppá fyrispurning frá ákær-
aranum, Cohn fútafulltrúa, til
ákærda um innbrotið í bók-
Framhald á síðu 6
liggja í sjálvari Runavíkini. Men
áðrenn nakað hendir í hesum
málum skulu býráðið og lands-
verkfrødingurin gera ein byggi-
plån fyri havnalagið.
undir
Síða 3
kommununýtt
Øki til Føroya
Spesialskúla
Býráðið samtykti á fundi
seinasta hóskveld broyting-
aruppskot landsstýrisins við-
víkjandi gávubrævi til Fer-
oya Spesialskúla viðvíkjandi
byggiøki. Býráðið samtykti í
februar mánaði í fjør at lata
spesialskúlanum triggjar
ognir úti við Læraraskúlan til
skúlabygging.
Fish & Chips
å Vaglinum
Mia MacDonald sleppur at
halda fram við at selja fish á
chips á Vaglinum. Hon hevur
sekt til býráðið um at fáa
seluloyvið framlongt. Um-
sóknin hevur verið til við-
gerðar í byggi- og býarskip-
anarnevndini og í figgjar-
nevndini, sum skjeyt upp, at
søluloyvid verður longt, tó
við teirri treyt, at býráðið
fyriheldur sær rætt til at
flyta sølubudina og møguliga
siga hana upp, um so er, at
nýskipan av kommunuskúla-
garðinum ger hetta neyðugt.
Thomas Arge fær øki
við Jekaragøtu
Býráðið hevur samtykt eftir
umsókn frá Thomas Arge at
ogna honum øki við Jekara-
gøtu, sum pápi hansara,
Evald Arge, átti. Umsóknin
hevur verið til viðgerðar í
figgjarnevndini og byggi- og
býarskipanarnevndini. Eftir
at hava tosað við einkjuna
hjá Evald Arge, mælti figgj-
arnevndin til, at loyvi verður
givið til umbidna ognarskifti.
Byggiloyvi til trý
grundøki
Býráðið hevur samtykt at
geva Ejler Eysturtún byggi-
loyvi og loyvi til frábýti av
trimum grundekjum burtur
av traðum hansara innan
serstoku byggisamtykt nr.
11.
Málið hevur verið til við-
gerðar í byggi- og býarskip-
anarnevndini og teknisku
nevnd. Tekniska nevndin
hevur lagt uppskot fram um,
hvussu útstykkingin skal
fara fram og undir hverjum
treytum. Um so er, at Ejler
Eysturtún góðtekur hesar
treytir, fær hann byggiloyvi.
Tvey umboð fyri
býráðið skulu ansa
eftir gomlu býráðs-
húsunum
Býráðið hevur samtykt at
gera leigusáttmála við ung-
mannafelagið Skansastovu
viðvíkjandi leigu av gomlu
býráðshúsunum á Kirkjuveg-
i. Somuleiðis var eisini sam-
tykt, at vald vera tvey um-
boð til at hava eftirlit við
nýtslu felagsins av húsunum.
Fekk ikki byggiloyvi
Óla Chr. Skála fær ikki bygg-
iloyvi til uppibyggjan av ver-
abndi húsum. Hann sekti
býráðið um at fáa loyvi til at
byggja 49 m* oman á forrætt-
ningsbygningin (Skálabúðin)
og skuldi hesin uppibygning-
ur nýtast til goymslu. Ein
minniluti í byggi- og býar-
skipanarnevndini, Petur í
Gong, mælti til at geva
byggiloyvi, meðan meirilutin
í nevndini, Eliesar Arge,
Heini Olsen, Sofus Sivertsen
og Leivur Johannesen, mælt-
u frá.
Grundekið, sum húsini hjá
Óla Chr. Skála standa á, er
323 m? til viddar, og gólv-
viddin á húsunum samanlagt
er 551 m?.
Kaffivognurin á
Eystaru kei
Býráðið samtykti at játta
umsókn frá Carl Mouritsen
um at framleingja loyvi hans-
ara til kaffiselu úr kaffivogn-
inum á eystaru bryggju.