Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Í sigling 1. apríl Eftir ti at døma, sum lands- stýrismaðurin í samferðslu- málum, Finnbogi Isaksen, segði á tíðindafundi nakað frammanundan at avgerðin um at keypa Morten Mols til innanoyggja- og millumland- asigling varð tikin, so fer skipið í sigling longu 1. apríl. Legtingið samtykti enda- liga á fundi friggjadagin at keypa Morten Mols. Eins og við 2. viðgerð vórðu 15 at- kveður fyri við 3. viðgerð at keypa skipið. Eisini orðaskiftið við 2. viðgerð varð merkt av teim- um ringu tíðunum, sum liggja fyri framman. Við 1. viðgerð vórðu nógv orð nýtt um ætlanirnar at keypa Morten Mols. Eitt var makk- verk, og henda dagin málið var til 2. viðgerð, brúktu menn orðið vitleyst. Jóan Pauli Serensen úr framburðsflokkinum brúkti serliga hetta orðið og vísti m.a. á, hvussu vitleyst tað var at leiga Disko á sinni. Spurningurin um at fáa eitt skip, sum bert skal verða ætlað til Suðuroyarsigling, varð eisini havdur á lofti. Um henda spurning segði Pauli Ellefsen úr sambands- flokkinum m.a., at tað var hetta, sum minnilutin i figgj- arnevndini hevdi ætlad vid uppskotinum um at åleggja landsstýrinum at fyrireika bygging av einum skipi til Suðuroyarsiglingina. Hann segði, at teir hevdu hugsað um eitt skip, sum skuldi taka eini 300 ferðafólk, 50 bilar og sigla einar 16 mil. Teir høvdu mett, at eitt tílíkt skip fór at kosta einar 30—35 milj. kr., tá tað varð liðugt. Ove Mikkelsen úr tjóðveld- isflokkinum og Hilmar Bech úr javnaðarflokkinum vóru báðir talsmenn fyri at keypa Morten Mols og vístu á, hvussu umráðandi tað var at binda Suðuroynna saman við hinum partinum av landinum nú Hilmar Bech segði, at bara fyri 4—5 árum síðani varð tásitandi landsstýri dýkt undir við áheitanum um at byggja ferjulegur her og har og at fáa til vega ferjur, uttan at spurt varð, hvussu nógv hetta fór at kosta tí almenna. Hann segði seg ikki skilja, hví menn skuldu vera so varnir við at nýta av tí al- tingnýtt Hilmar Bech menna peninginum nú tað ráddi um Suðuroynna. Hilmar Bech segði, at her var møguleiki fyri at loysa ein stóran spurning fyri ein bíligan penga. Áðrenn atkvett varð við 3. viðgerð gjørdi Demmus Hentze, landsstýrismaður, vart við, at nógv av teimum almennu arbeiðunum kring landið mugu halda uppat, um Morten Mols verður keyptur. Atli Dam, løgmadur, segði, at hesin spurningur als ikki hevur verið vidgjørdur í landsstýrinum. Góðtaka sáttmálan Løgtingid samtykti á fundi friggjadagin við 2. viðgerð at góðtaka tann sáttmála, sum gjørdur var aftaná samráð- ingar millum landsstýrið og íslendsku stjórnina um før- oysk veiðirættindi undir Ís- landi. Málið fekk 21 atkvød- ur. Kjartan Mørkøre í tingið Erlendur Patursson úr tjóð- veldisflokkinum hevur biðið um farloyvi henda mánaðin út, og fyri hann hevur næsti maður á listanum, Kjartan Mørkøre, tikið sæti á tingi. Vildu hava Molsin Áðrenn málið um keypið av Morten Mols kom til 2. við- gerð fríggjadagin, varð lisin upp áheitan frá fleiri komm- unum í Suðuroy, har tær við- mæltu keypið av skipinum. Tingfundur í gjár Tingfundur var kl. 16 í gjár. Tá hevði tingið m.a. 1. við- gerð av landsstýrisuppskot- inum um veðhald til Feroya Eggvirki. sosialurin Nr. 20 — 12. mars 1975 Fiskaútflutningurin vaks við 5 milj. kr. i januår Samlaði útflutningurin av salt- fiski, frystum fiskaverum og sildaverum var í január 3.539 tons fyri 30,9 milj. kr. Sama mánaða í fjør var samlaði fiska- útflutningurin 3.407 tons fyri 25,8 milj. kr. " Útflutningurin av frystum flaki var í január 204 tons fyri 930.000 kr. Nøgdin av frystum flaki sama mánaða i fjør var 386 tons fyri 3,9 milj. kr. Sild Sildaútflutningurin í január var munandi minni enn í fjør. Henda mánaðan vóru útflutt 51 tons av sild fyri 557.000 kr. Í fjør vóru útflutt 522 tons fyri 1,8 milj. kr. Saltfiskur og flak Harav vóru útflutt 2.898 tons av saltfiski fyri 26,8 milj. kr. Í jan- uár mánaða í fjør vóru útflutt 2.499 tons av saltfiski fyri 20,1 milj. kr. Niðanfyri nevndu størv við fólkaskúlan í Føroyum verða hervið lýst leys at seta frá 1. august 1975: A. Við bygdaskipaðar skúlar: Eiðis skúli Try størv sum lærari (lærarinda) Elduvikar skuli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda) Gøtu skúli Eitt starv sum lærari (lærarinda) Til starvið vil umsøkjari, sum er førur fyri at undirvísa i gentufim- leiki og hondarbeidi, hava fyrimun. Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Hattarvíkar — Kirkju skúli Hests skúli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Húsar-Syðradals skúli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Leirvíkar skúli Tvey sterv sum lærari (lærarinda). Mikladals — Trellanesar skúli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Skálavíkar skúli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Skopunar skúli Eitt starv sum lærari (lærarinda). Skúvoyar skúli Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Eitt starv sum einalærari (einalærarinda). Svínoyar skúli Tjernuvíkar skúli B. Við keypstaðarskipaðar skúlar við skúlagongd út um 7. skúlaár. Fuglafjarðar skúli Eitt starv sum lærari (lærarinda) og eitt starv sum tímalærari (tím- alærarinda). Til stervini vilja umsøkjarar, sum eru førir fyri at und- irvísa í gentufimleiki (svimjing), biologi og kunning hava fyrimun. Try størv sum tímalærari (timalærarinda). Til størvini vilja um- søkjarar, sum eru førir fyri at undirvísa i sangi og tónleiki, fimleiki, hondarbeidi og metalsmidi hava fyrimun. Eitt starv sum lærari (lærarinda), møguliga eisini eitt starv sum timalærari (timalærarinda) Try størv sum lærari (lærarinda) og tvey størv sum timalærari (timalærarinda). Til størvini vilja umsøkjarar, sum eru førir fyri at undirvísa í húsar- haldi, hondarbeiði, maskinskriving og gentufimleiki hava fyrimun. Tvey størv sum lærari (lærarinda) møguliga eisini eitt starv sum tímalærari (tímalærarinda). Klaksvíkar skúli Miðvágs — Sandavágs skúli Runavíkar skúli Sandoyar meginskúli Servágs skúli Eitt starv sum tímalærari (tímalærarinda). Tórshavnar kommunalu skúlar Seks størv sum lærari (lærarinda), eitt til sjey størv sum timalær- ari (tímalærarinda). Til storvini vilja umsekjarar, sum eru ferir fyri at undirvísa í fysikk, fimleiki, evning, sangi og tónleiki hava fyrimun. Eitt starv sum lærari (lærarinda) og tvey størv sum timalærari (tímalærarinda). Til stervini vilja umsøkjarar, sum eru førir fyri at undirvísa í fim- leiki, húsarhaldi og týskum hava fyrimun. Eitt starv sum lærari (lærarinda), meguliga eisini eitt starv sum tímalærari (tímalærarinda). Eitt starv sum varaskúlastjóri, eitt starv sum lærari (lærarinda) og eitt — tvey sterv sum tímalærari (tímalærarinda). Tveroyrar skúli Vágs skúli Vestmanna skúli Varaskúlastjórin verður lentur í 26. lønarrammu, meðan hini størvini verða lent í 13., 21. og 23. lenarrammu sambært avtalu frå 18. september 1973 millum Føroya landsstýri og Føroya lærara- felag. Tað skylduga undirvísingartímatalið er fest sambært rundskriv frá skúlastjórnini dagfest 25. mei 1972 um tænastutíðina hjá tænastumonnum fólkaskúlans. Teir lærarar, ið settir verða, hava skyldu til annaðhvert heilt ella lutvíst at virka við teir skúlar, har børn frá avvarðandi kommunu/kommunum sambært galdandi skúlaætlan ganga í skúla. Umsóknir til tey leysu størvini verða at senda til Føroya skúlastjórn skjótast til ber, og soleiðis at tær eru skúlastjórnini í hendi í seinasta lagi 1. apríl 1975. Læraraskúlanæmingar, ið hava vónir um at standa lærarapróvteku í summar, kunnu søkja stervini. Við umsóknini eigur at verða løgd fråsøgn frá leiðara læraraskúlans um higartil fingin úrslit og um næmingsins dugna- skap og føri annars, meðan próvtekuprógvið verður sent skúlastjórnini beinan vegin, próvtekan er liðug. Umsóknin verður skrivað á útfyllingarblað, ið fæst frá skúlaleiðaranum ella frá skúlastjórnini. Møguligir umsøkjarar uttan fyri Føroyar kunnu brúka útfyllingarblað fyri danska fólkaskúlan. Um einki annað er tilskilað, verður ein umsókn til ein skúla roknað sum galdandi fyri eitthvert av teim leysu størvunum við skúlan. Umsøkjarar, ið søkja starv við fleiri skúlar, mugu senda inn umsókn fyri hvønn skúla sær. Feroya skúlastjórn, Tórshavn, tann 10. mars 1975 S.v. A.J.Arnskov