Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mars 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 6 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sosjalurin Nýggi Smyril í sigling um hálvan mei Tá keypssáttmálin varð undirskrivaður leygardagin Leygardagin undirskrivaðu um- boð fyri landsstýrið og DFDS sáttmála um keyp av Morten Mols til innanoyggja og uttan- landasigling. Tað var logtingið, sum fríggjadagin endaliga sam- tykti eitt uppskot frá landsstýr- inum um keyp av Morten Mols. Skipið verður yvirtikið fyrst í apríl. Tá skal tað umbyggjast eitt sindur, og roknað verður við, at skipið kann setast í rut- una um hálvan mei. Keypspeningurin fyri Morten Mols er 25,75 milj. kr. Framhald frá síðu 3 handlinum var tilrættalagt frammanundan, svaraði ákærdi ja. Hann var farin inn igjøgnum eitt vindeyga aftanfyri. Komin inn i handilin skar hann eitt glasskåp vid skreytlutum upp og ognadi sær nakad væl av ring- um, armleinkjum o.ø. Hin 19 ára gamli greiddi somuleidis frå, at hann ikki hevði latið nakran av teimum stolnu skreytlutunum, men hevði ætlað at selt teir í Danmark. longur. 0 3333333333}3}33333333333333333533333333jðði3ððllndnnøljlllðjljij)))) is Neytakonur í Skopun Hesa myndina lænti Hornið frá Símun Petur Joensen í Skopun. Hon varð tikin av neyta- konum har í bygdini fyri meira enn 60 árum síðani. Eingin av neytakonunum er á lívi Frá vinstru síggjast Anna hjá Andrassi, Bina hjá Jógvani, Karin á Bø, Lisa í Tøduni og Súsanna hjá Krondini. ÉRNNANANNNNNNNENNNNNNENNNNNNNNSNNNNNNNNNNNNNNNNNNNENRNNNNNNNNNNNS ANN INNANNNNANNANNNNNNANNNNNENNNNNNNENNNNNNNNNNNNNNNNNNNND Keypssåttmålin undirskrivadur leygardagin A A——— Upplýst var í rættinum, at skreytlutir til eitt virði upp á umleið 16 tús. krónur vóru aftur- iafturkomnir. Cohn, fulltrúi, upplýsti samstundis, at bóka- handilin hevði reist endurgjalds- krav upp á slakar 7.000 krónur fyri teir skreytlutir, sum ikki vóru afturiafturkomnir. Hetta endurgjaldskrav skal viðgerast sum sivilt sakarmál. Høvdu brúkt 4.000 kr. av skipasmiðju- stuldrinum Ákærdi greiddi frá, at hann og ein vinmaður 30. januar í fjør brádliga fingu tað hugskot at bróta inn á skipasmiðjuna. Hetta innbrot var ikki tilrætta- lagt frammanundan. Um náttina 31. desember fóru teir báðir út á skipasmiðjuna, brutu ein rút og fóru innar i skrivstovubygningin. Her mólu teir eina lotu og fóru síðani innar á sjálva skrivstovuna. Í eini skuffu funnu teir lykilin til pengaskápið, lótu tað upp og komu fram á 16.560 kr. og 510 kr. í norskum peningi. Teir tóku peningin og rýmdu síðani út úr bygninginum. Politiið í Havn handtók menn- inar hósdagin 16. január í ár, og undir avhoyringunum játtaðu teir seg sekar. Ákærdi játtaði seg eisini sekan í at hava framt onnur innbrot, eitt nú innbrotið í H.N. Jacobsens bókahandil Hann er ikki minni enn triggjar ferðir fyribils-fongslaður, meðan politiið gjørdi ymsar kanningar i sambandi vid innbrotini. Maðurin greiddi frá áðrenn dómsviðgerðina, at hann hevði verið ávirkaður av rúsdrekka, tá ið hann hevði framt stuldrarnar. Fleiri aðrir stuldrar Millum stuldrarnar, sum hin 19 ára gamli maðurin hevur játtað seg sekan í at hava framt, kunnu nevnast: 1. Tók eitt sett av stjørnulyklum úr einum bili úti á bygd. 2. Tók ymisk amboð úr stýrhúsinum á trolaranum Leivi Øssurson, sum lá við bryggju í Havn. (Stýrhúsið var ólæst). 3. Tók eitt autoradio til eitt virði upp á 400 kr. umframt nøkur kasettubond úr einum bili í Havn. 4. Hevdi saman við einum vinmanni verið inni á Snikkara- virkinum í Grenlandi og tikið eina seyðabyrsu. Teir komu inn gjøgnum kjallaran. 5. Tikið ein autohåtalara úr einum bili, sum stóð ólæstur í Havn. 6. Tók eitt autoradio úr einum bili, sum stóð parkeraður uttan fyri hand- ilin hjá Valdemar Liitzen i Havn. Radio bleiv skrúva leyst og hevði eitt virðið upp á 400 kr. 7. Tikið eina borimaskinu úr gongini á Sjómansheiminum í Havn. 8. Tók eitt transistor- radio úr gongini á Sjómans- heiminum í Havn. Radioappar- atið gav hann einum vinmanni og fekk í staðin eitt stolið belti og eina stolna harpun. 9. Tók saman við einum vinmanni nøk- ur kassettubond o.a. úr einum bili. 10. Fór inn í eina íbúð á landssjúkrahúsinum saman við einum vinmanni, og tóku teir eitt telefonapparat, eina barber- maskinu og eina arkitektlampu. 11. Tók eitt ur umborð á Gamla Andrass. Tað lá í eini koyggju. Ákærdi gekk við urinum uppi á sær, tá hann varð handtikin. Kravdi seks mánaða fongsul Cohn fulltrúi kravdi undir dóms- viðgerðini hin 19 ára gamla mannin demdan til 6 mánaða fongsulsrevsing. Hann vísti á innbrotini á skipasmiðjuni og í bókhandlinum vóru »professio- nelt arbeidi«. —Við ti vaksandi kriminaliteti, sum er i Føroyum, haldi eg tad ikki er ov lítið at døma åkærda til 6 månada fongsul. Rætturin eigur eisini at taka til eftirtekt- ar, at innbrotini i bókhandlinum og á skipasmiðjuni vóru heldur óvanlig eftir føroyskum viður- skiftum. Verjin, D.P. Danielsen, lands- rættarsakførari, kravdi mannin dømdan til mildasta dóm og vísti á, at maðurin var bert 19 ára gamal. Harnæst hevði hann eisini verið ávirkaður av rús- drekka, tá hann framdi innbrot- ini og stuldrarnar. LL Am A LT My kb eee try å gøtuni Marius Johansen, maskin- smiðjur: Eg haldi tað vera frálíkt, at foroyingar spæla móti tilik- um liði, tí av hesum læra teir nógv. Rókur Dalsgaard, bileftirlits- maður: Tess fámentari ein tjóð er, tess meira áneyðir hevur hon at sýna andlit úteftir. Ti eiga vit, um enn vit eru fá og smá, at lata okkum umboða alla staðni, har tað letur seg gera. Hvat heldur tú um at føroy- ingar spæla landsdyst ímóti liði, sum er í alheims klassa? Bjarni Djurhuus: Tá foroyingar spæla ímóti tílíkum liðum mennast teir og fáa betri royndir av bóltspæl- inum. | | | |