Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skiparin á Aberdeen Fisher játtar seg sekan. Dómur fellur í frælsi FÁ javnaður næstu viku. brødralag Nr. 21 — Leygardagin 15. mars 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Politiið tikið 250 numm- arplåtur av bilum i Havn Orsøk til iva I oddagrein bladsins i dag verður skrivað um viðgerðina av landsstýrisuppskotinum á tingi um flogvallarmálið. Í greinini, sum kallast Orsøk til iva, verður m.a. sagt: — Undir 1. viðgerð av landsstýrisuppskotinum vildi formaður fólkafloksins á tingi, Hákun Djurhuus, figgjarnevndarformaður, feg- in vita, um hetta, at lands- kassin skuldi bera helmingin av kostnaðinum av útbygg- ing, tá talan var um ríkismál, kundi skapa præsedens fyri framtíðina. Út frá tí, sum tosað og skrivað verður frá fólkaflok- sins síðu upp undir hvert val, skuldi ein trúð, at fólkaflokk- urin vildi verið hjartans fegin um so var, at hetta skapti præsedens, tí út frá valpráti fólkafloksins er størsta ynski hansara, at vit yvirtaka sum mest, og at vit sjálvir valda og gjalda alla útbygging og allan rakstur av føroyska samfelagnum. Síða 2 6 Umleggingar , LÅ . . . i fiskivinnuni — Ein brådlig umlegging i idnadarfiskiskapinum vil al- tíð vera sera trupul, og skuldu ikki figgjarligir vans- ar staðist av umleggingun- um, áttu tær at verið gjørdar yvir eitt tíðarskeið, sum sam- svarar við avskrivingartíðina hjá einum skipi ella eini drift. Soleiðis tekur Kjartan Hoydal, fiskifrødingur, til i panelgrein bladsins i dag, sum hann kallar: Um trupul- leikar vid brådligum umlegg- ingum i fiskivinnuni, Sida 4 Ingålvur I morgin endar listaframsyn- ingin hjå Ingålvi av Reyni i Listaskålanum i Havn. Å framsyningini eru 19 myndir til sølu, og av teimum hevur hann selt 17. Sida 12 Politiið í Havn upplýsir fyri Sosialinum, at teir skjótt eru lidnir við at taka nummarplátur- nar av teimum bilum, hvers eigari ikki hevur goldið vegskatt fyri januar ársfjórðing í ár. Tá vegskatturin ikki er goldin, tekur politiið nummarpláturnar av viðkomandi bili. Um so er at nummarpláturnar sita ov fastar, hevur politiið rætt til at skræða tær leysar fyri eigarans rokning. Tað eru ikki minni enn 250 bil- eigarar í Havn, sum ikki hava goldið vegskatt fyri január árs- fjórðing í ár, sum er upp á 110—115 kr. fyri hvenn bilin. Tað at vegskatturin ikki Smádrong- ur í Havn tók 2.000 kr. Ein 13 ára gamal smádrongur tók seinasta týsdag allan pen- ingin, sum lá í pengakassanum hjá Bensinseluni í Vágsbotni, upplýsir politiið í Havn fyri Sosialinum. Í pengakassanum vóru um 2.000 krónur í kontantum og kekkum. Hin 13 ára gamli drongurin var tikin av politinum seinni út á dagin og hevði hesin tá býtt peningin saman við nekrum vinmonnum. Mikudagin var ein maður handtikin av politinum í Havn, skuldsettur fyri í -desember mánaði í fjør at hava tikið 300 kr. á bilverkstaðnum Auto-Ser- vice í Gundadali. Maðurin hevur játtað seg sekan. Formaðurin í Dansk IOGT deyður Christian Jensen, landsformaður í danska IOGT—felagsskapin- um doyði seinasta týsdag i Keypmannahavn. Veturin 1936 var hann í Feroyum sum fráhaldsreðari. Til fyri stuttum var Christian Jensen aðalskrivari í danska Litograf-forbundinum. AA verður goldin gevur politinum nógvar trupulleikar. Úr bygdun- um frá Kollafirði og norður til Eiðis eru tað bert 20 bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt. Politiið sigur víðari, at tað í flestu forum eru privatbileig- arar, sum ikki gjalda vegskatt, men onkur taxa bileigari er eisini millum teirra. Vegskatturin fyri apríl árs- fjórðing skal vera goldin innan tann fyrsta í komandi mánaði. Byrja venjingarnar flaggdagin Eins og árini frammanundan fer Havnar Róðrarfelag undir venjingarnar flaggdagin. Í november í fyrraárið fór felagið at byggja nýggj neyst og felagshølir niðan fyri Lands- sjúkrahúsið. Tað hevur síðani 1943 hildið til í einum neysti í Hornavík, har viðurskiftini hava verið alt annað enn góð. LL TAKKAN Sjónleikaravitjan úr Sandavági í sjónleikarhúsinum í Havn Úr sjónleikinum At tæna tveimum. Frá vinstru: Róland Samuelsen, Tove Johannesen, Rosa á Rógvi Joensen og Oliver Næss Í februar vitjaðu getumenn við sjónleikinum »Ranafelli« eftir William Heinesen í sjónleikar- húsinum, og nú ein mánað aft- aná fáa vit aftur avbygdavitjan. Hesa ferð eru tað leikarar úr Sandavági, sum vitja við ódeyð- iliga skemtileiki italska skald- sins, Carlo Goldoni, >Ein tænari og tveir harrar«. Henda leik hava sandavágsmenn fyrst leikt vesturi í Vágum í februar. Fyri 14 døgum síðani vóru teir í Klaksvík, har framfersla teirra varð sera væl umtókt. Leikurin er týddur til føroyskt eftir Georg L. Samuelsen. I leikårinum 1968—69 fram- førdi Havnar Sjónleikarfelag henda sama leik í aðrari tyding undir heitinum >At tæna tveim- um«, og í eðrvísi sniði enn ti upprunaliga. Tå leikti Olivur Næss hin sera snilda og skemt- ingarsama høvudsleiklutin sum tænarin Arleccino, ið nú verður leiktur av Gutta Petersen eftir upprunaleikritinum. Framferslurnar vera leygar- dagin kl. 16.00 fyri børnum og fyri vaksnum leygarkveldið kl. 20.00 og sunnudagin kl. 18.00. Sela av atgongumerkjum byrjar leygardagin við inn- gongdina kl. 15.00 og annars tveir tímar undan sýningunum. Vegna sjúku er vitjanin av sjón- leikarum úr Sandavågi, sum er umtalað aðrastaðni í blaðnum, avlýst.