Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 21 — 15. mars 1975 sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgévari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5 6111 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og paste-up: Prentsmidjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmidja Dimmalættingar Orsøk til iva Í HESUM DØGUM viðger løgtingid uppskot frå landsstýrinum um útbygging av flogvellinum í Vágum. Talan er um at leingja og breiðka flog- vellin fyri umleið 10 miljónir krónur, og eisini skulu fleiri ljós setast upp við vellin. AV TÍ AT flogferðslan er ríkismál, átti staturin at borðið allan kostnaðin av hesi útbygging, men í hesum føri er serstøk avtala gjørd, hvareftir staturin hevur bundið seg til at gjalda helmingin, meðan landskassin skal bera hin helmingin av út- reiðslunum. UNDIR FYRSTU viðgerð av landsstýrisupp- skotinum vildi formaður fólkafloksins á tingi, Håkun Djurhuus, figgjarnevndarformadur, fegin vita, um hetta, at landskassin skuldi bera helm- ingin av kostnaðinum av útbygging, tå talan var um rikismål, kundi skapa præsedens fyri fram- tidina. Og i ålitinum frå figgjarnevndini verdur dentur lagdur á, at løgmadur hevur upplýst, at hetta ikki vil skapa præsedens. ÚT FRÁ TÍ, sum tosað og skrivað verður frá fólkafloksins síðu uppundir hvert val, skuldi ein trúð, at fólkaflokkurin vildi verið hjartans fegin um so var, at hetta skapti præsedens, tí út frá valpråti floksins er størsta ynski hansara, at vit yvirtaka sum mest, og at vit sjálvir valda og gjalda alla útbygging og allan rakstur av for- oyska samfelagnum. HETTA FYRIVARNI figgjarnevndarformans- ins fekk okkum at minnast aftur å hina fyrstu vidgerdina av felagsmarknadarmålinum å tingi i seinasta valskeidi, tå sami madur fyrst av øllum vildi vita, hvørjar avleidingar ein føroysk stødu- takan ímóti limaskapi í felagsmarknadinum kundi fáa fyri ríkisfelagsskapin við Danmark. Hann kom tá við uppskoti um, at tingið fyrst sendi eina nevnd niður til Keypmannahavnar at spyrja seg fyri og fáa greiði á, hverjar avleiðing- arnar fóru at vera. TÁ TAÐ VAR greitt, at ein møgulig føroysk stødutakan ímóti limaskapi í felagsmarknaðinum ikki vildi fáa týðandi avleiðingar fyri ríkisfelags- skapin við Danmørk, var fólkaflokkurin ikki í iva, men skjótur at taka avgjørda stødu ímóti. Neyvan hevði hann verið so avgjørdur, um svarið úr Keypmannahavn var, at slík stødutakan vildi fáa avleiðingar. HESI BÆÐI DØMINI mugu fáa fólk at ivast í álvarseminum aftan fyri alt tosið um yvirtøkur, sjálvstýri og loysing. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Foll- end í Rituvíkar kirkju kl. 11, konfirmatión, Petur Petersen í Hvalvíkar kirkju kl. 11, konfirmatión, K.O. Videre í Tveroyrar kirkju, Frímann á Brúnni í Skopunar kirkju kl. 12 og kl. 20 til fostugudstæn- astu á Sandi, Torkil Beder í Lorvíkar kirkju, konfirmati- ón, Niels Pauli Danielsen í Stranda kirkju, altargongd, Martin Restorff Jacobsen í Sumbiar kirkju kl. 12 og á Leitikl. 18, J. Weihe í Havn- ar kirkju kl. 11 og í Nólsoy kl. 20, altargangur, Kjartan Mørkøre í Hesti, J. Magnus- sen i Klaksvikar kirkju, har talvan gongur til frama fyri kirkjuna, Salomon Joensen i Hvannasunds kirkju, altar- gangur, og Eivind Vilhelm å Argjum, altargangur. Konfirmatiónir Sunnudagin verða hesi kon- firmerað í Lorvikar kirkju: Joan Olsen, Beinta Harr- ysdóttir Hansen, Oda Eliasen og Pálin Juul úr Fuglafirði, Anbjørn Hansen, Dånjal Martinson Jarnskor, Årant Hansen, Petur Martin Peter- sen, Tórhallur Thomsen, Álv- ur Joensen og Sigvør Justin- ussen úr Norðagetu, Jógvan Liggjas Gregersen, Helgi Rasmussen, Petra Jacobsen, Lenny Dalbø, Súsanna Greg- ersen, Malan Olsen og Erika Lómstein úr Syðrugetu, Elin Sofía Mikkelsen úr Gøtu- gjógv, Johan á Reynatrød, Oddfríður á Gerðisbakka, Petur Jacob Jacobsen, Karst- in Hansen, Fridolvur Lervig, Herolv Ellingsgaard, Hjør- mund Foldbo, Sigmar Brynj- olfson Jacobsen og Karin Foldbo úr Lorvik, og Sólvá Hansen av Hellunum. Sunnudagin verða hesi kon- firmerað í Hvalvíkar kirkju: Rógvi Zachariasen, Finn- bogi Johannesen, Fróði Tau- sen, Tóri Egholm og Danver Zachariasen úr Streymnesi, Súni Joensen og Jógvan Ferjå ur Hvalvik, Jogvan Fróði Olsen, Høgni Djur- huus, Magnus Pauli Mørkøre og Anny Hermansen úr Hós- vík, Hilmar Samuelsen, Jon- hard Hansen og Jóna Joen- sen úr Haldarsvík, og Eilif Højsted av Langasandi. Navnabroyting Jens Jacobsen, Petur Ove Jacobsen og Olaf Emil Jacob- sen á Eiði hava fingið loyvi til at broyta eftirnavnið til Vest- urtún. Sosiala nevndin Tingið hevur valt Jákup Mortensen úr sambands- flokkinum, Tórálvur Olsen og Hilmar Bech úr javnaðar- flokkinum, Ova Mikkelsen úr tjóðveldisflokkinum og Jógv- an Sundstein úr fólkaflokkin- um í sosialu nevndina. Føroya Studentaskúli Næmingar við realprógvi, ið ætla at søkja um uppteku í 1. studentaflokk komandi skúlaár, verða bidnir um at venda sær til realskúlan, teir hava gingið í, eftir umsóknarblaði, og at lata hetta aftur til sama skúla saman við dóps- ella navnaseðli og próvskjali innan 3. apríl 1975. Næmingar í 2. og 3. real fáa umsóknarblað frá skúla sínum. Aldursmark fyri uppteku eru, at næmingurin fyllir 16 ár innan 1. februar 1976 og er ikki eldri enn 19 ár 1. februar 1976. Hoydalar, 13. mars 1975 Føroya Studentaskúli Setið sparipening tygara FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg Fyrverkari valforsøkin til milliónbrand i Havn t, 2 Februar 1975 2. árg Kostnaður 7 kr Hundurin Franz Goliat úr Havn elskar at ganga í barnaklædum Få 3 Útróðrafundur í Havn á EL |} Allir feroyingar - 2 P - LÅ frimerkja- samlarar er komið! Færøernes Realkreditinstitut Tær av notarius publicus sambært vidtøkur stovnsins drignu obligatiónir til eitt virði uppá kr. 4.074.000,00 verða við hesum sagdar upp til gjaldingar tann 1. juni 1975. Dráttarlisti við numrum á teim drignu obligatiónunum fæst útflýggjaður ella sendur portofritt við at venda sær til skriv- stovu stovnsins. Tórshavn, tann 14. mars 1975 Stjórnin