Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 15. mars 1975 sosialurin Skiparin á Aberdeen Fisher játtaði seg sekan Dómur fellur í Føroya rætti komandi mikudag í sakarmálinum, sum ákæruvaldið hevur reist móti bretska trolaraskiparanum John Ogston, sum er ákærdur fyri at hava trolað innan fyri foroyska fiskimarkið Komandi mikudag fellur dómur í Feroya rætti í sakarmálinum, sum ákæruvaldið hevur reist móti John Ogston, skipara á bretska trolaranum Aberdeen Fisher, sum er ákærdur fyri at hava trolað 6 1/2 fjórðing innan fyri føroyska fiskimarkið 26. desember í fjør. Játtaði seg sekan Robert Brockie, umboðsmaður fyri reiðaríið hjá Aberdeen Fish- er, greiddi í rættinum frá, at hann hevði fingið fulltrú at meta fyri Ogston skipara. Hann segði seg hava heimild frá reidarinum at játta skiparan sekan í ákær- uni. 150.000 kr. í bót Umboðsmaður ákæruvaldsins, Cohn fútafulltrúi, kravdi undir dómsviðgerðini skiparan dømd- an til eina bót, sum liggur væl oman fyri maximumsbótina, av ti at skiparin ikki hevði stødgad, tá verjuskipið hevði givið honum boð um hetta. Eisini kravdi ákærarin, at virðið av veiðuni og reiðskapin- um henda túrin, sum trolarin fiskaði innanfyri, skuldi kon- fiskerast. Cohn vísti á, at ein annar bretskur trolari, sum hevði fisk- að innan fyri fiskimarkið í 1967, fekk eina bót upp á 75.000 kr. Við eðrum orðum 15.000 kr. meira enn maximums bótina, sum er upp á 60.000 kr. Henda hending fór fram á sama hátt sum við Aberdeen Fisher. Trol- arin hevði fingið boð frá verju- skipinum um at steðga, men aktaði ikki boðini. — Ein bót upp á 75.000 kr. í 1967 svarar til 150.000 kr. í virði í dag, segði Cohn politifulltrúi. Fiskaði eisini við Hetland Verjin hjá trolaraskiparanum, Halgir Winther Poulsen, aådvo- katur, segði undir dómsviðgerð- ini, at hann mótmælti kravið frá ákæruvaldinum um, at virðið av allari veiðuni skuldi konfisker- ast. Hann vísti á loggbókina hjá trolaranum, har tað stóð, at Framhald á síðu 11 A/S THORSHAVNS MÆLKEFORSYNING & MARGARINEFABRIK Ikki tey evnaveiku? Sosiala nevnd legtingsins viðger nú uppskotið frá landsstýrinum um yvirtøku av sosialu fyrisitingini, sum viðvíkir ymsar lógarbroyt- ingar í sambandi við yvir- tøkuna. Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, segði und- ir 1. viðgerð av málinum, at her bert er talan um nakrar tekniskar broytingar, har tað almenna kemur inn í myndina í staðin fyri ríkisumboðið sum nú. Jógvan Sundstein úr fólka- flokkinum segði, at fólka- flokkurin styðjar uppskotið. Hann segði, at ikki allur tann sosiali sektorin var tikin við í hesum málinum, m.a. evna- veikaforsorgin, men hann vónaði, at eisini ein skipan av hesum partinum kann fáast í lag undir viðgerðini í sosialu nevndini. Veðhald til Eggvirkið — Eftir mínum tykki eigur eisini tann parturin av sam- gonguskjalinum, har almenn Jákup Hejgaard Simonsen, sum er stjóri á Eggvirkinum ávirkan verður umredd, at verða tikin til umhugsunar í hesum málinum, segði Heðin Klein úr tjóðveldisflokkinum, tá løgtingi um dagarnar hevði landsstýrisuppskotið um veðhald fyri láni til Fer- oya Eggvirki til viðgerðar. Talan er um eitt veðhald fyri láni til 270.000 kr. til nevnda virki. Tá málið varð lagt fyri tingið, varð sagt í viðmerkingunum, at lands- stýrið hevur gjørt Føroya Eggvirki greitt, at í sam- bandi við hesa veðhaldsveit- ing verða ymsar treytir at lúka og ein kanning av fram- tíðarvirkseminum at seta í verk. Góða móttøku Samantikið fekk álitið frá teirri nevnd, sum undanfarna Síða 3 tingnytt landsstyrid setti til at gera eina nýggja kommunulækna- skipan, góða mótteku, tá løg- tingið hevði tað til viðgerðar í vikuni. Tó varð av summum tingmonnum eftirlýst ein samskipan av øllum heilsu- verkinum. Teir søgdu, at her vórðu bert nakrir fáir partar av verkinum tiknir við. Undir orðaskiftinum varð upplýst, at álitið nú mundi hava fingið viðgerð í tingin- um einar tríggjar ferðir, síðani tað var gjørt i 1973, og at sumt í álitinum tí longu er vorðið ótíðarhóskandi. Tað varð sagt, at hóast ætlanin er at seta einar átta kommunulæknar aftrat, so at talið kemur uppá tilsamans 23, so er ikki talan um stórar útreiðslur, samanborið við aðrar partar av heilsuverkin- um. Sambært tilmælið í álit- inum skal talið á kommunu- læknum hækkast frá 16 til 23. J. Fr. Øregaard úr javnað- arflokkinum helt, at útreiðsl- uvøksturin uppå einar 550.000 kr. er litil, men visti samstundis å eina grundgev- ing fyri hesum i ålitinum, har mælt verður tilstørri útjavn- ing av lenunum hjá teimum kommunulæknum, sum eru. Hann helt annars, at heilsu- viðurskiftini eru bett nógv ell hesi árini síðani miðskeiðis í 1800. Øregaard fanst at, at álitið var heldur stuttorðað. Hann skjeyt upp, at komm- unurnar rekja allar útreiðsl- urnar, og at landið sam- stundis sleppur frá sínari helvt. Hann mælti eisini til, at tann broyting verður gjørd, at læknar skulu byggj- a síni hús sjálvir. Eliesar Arge úr folkaflokk- inum og Petur Reinert, lands- stýrismaður, mæltu báðir til størri samskipan av heilsu- verkinum. Petur Reinert segdi m.a., at tå samskipanin er gjørd, verdur ikki so tor- ført hjå tinginum at loysa figgjarliga partin av målin- um. Kjartan Mørkøre úr tjóð- veldisflokkinum helt, at nógv gott stóð i álitinum, sum hann metti verður uppskot til útbygging av heilsuverkin- um. Hann segði, at vit hava ikki ráð til at lata vera við at bíða eftir teimum loysnum, sum skotnar eru upp í álitin- um. Jákup Lindenskov, lands- stýrismaður, sum legði upp- skotið fram, segði, at hann hevði ein varhuga av, at tingið fyrr ikki hevði viljað havt nakað við hetta mál at gera. Hann segði, at ein or- sekin til hetta kanska var, at álitið var so drúgvt. Jákup Lindenskov segði, at orsekin til, at hetta álitið kom, var at fáa viðurskiftini í eina aðra legu, sum eisini landslæknin hevur lagt dent á, og tí tók landsstýrið undir við tí. Málið varð beint til við- gerðar í sosialu nevndini.