Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin smátiðindi innanoyggja Royna við gørnum Høganes, Múlatindur og Morning Star royna við gern- um á Norðhavinum og landa í Fuglafirði, haðani fiskurin verður koyrdur við bili út til Lynfrost í Runavík. Um dagarnar avreiddi Høganes 14.000 pund, Mor- ning Star 16.000 og Múla- tindur 25.000 pund. Havsbrún avskipar Havsbrún í Fuglafir-i hevur seinastu dagarnar havt av- skipingar. 24. február av- skipaði Rókur 500 tons av fiskamjøli til Spania. 3. mars fór Heykur til Bretlands við 750 tonsum av fiskamjøli. Grete Therese avskipaði eis- ini fyrst í mánaðinum 1000 tons av lýsi til Vesturtýsk- lands. Umvælingar á Skála Havborgin, sum skal á ís- fiskaveiðu, fær í løtuni um- vælingar á Skála skipasmiðj- u. Åbøtur á lendingar- arnar í Lamba Fíggjarnevnd Runavíkar bý- ráðs viðger nú eitt skriv frá lambamonnum viðvíkjandi lendingunum í bygdini. Býráðið hevði skrivið til viðgerðar á seinasta fundi saman við einari tilráðing frá havnanevndini, sum mælti til at fáa ljós og vatn lagt á vestaru lending í Lamba og at seta upp eitt el-spæl har. Eisini varð mælt til at beta um rekkverkið á teirri eyst- aru lendingini. Havnanevndin mælti eisini til at senda umsókn til tingið um studning til leingjan av pierinum í Lamba. Býráðið samtykti at beina málið til viðgerðar i figgjar- nevndini fyrst. NSÍ aðalfund Nes Sóknar Ítróttarfelag hevði aðalfund seinast í feb- ruar. Í starvsnevndina vórðu valdir Hans P. Weihe, Lamb- a, Hans Jacob Lamhauge, Lamba, Jákup Lamhauge, Toftir og Per Hansen, Glyvr- ar. Eykamaður er Henning Johannesen, Runavík. Petur Zachariasen fekk fyrstu virdisløn Klaksvikar byråd hevur sam- tykt at lata Petur Zacharia- sen úr Havn fáa 1. virdisløn í kappingini um besta býar- merkið fyri Klaksvíkina. For- maðurin í mentunarnevnd býráðsins, Vilhelm Johanne- sen, sigur, at bæði tann frá- farna og núverandi mentun- arnevndin hava vidgjørt tey 18 uppskotini til býarmerki, sum komu inn, og samdust báðar nevndirnar um besta og næstbesta uppskotið, meðan tær hevdu hver sitt uppskot til 3. uppskotið. 1. virdislønin er uppá 2.000 kr. Janus Kamban úr Havn fær 2. virdisløn, sum er uppá 1.200 kr., meðan Karl Martin Simonsen úr Keypmanna- havn fær 3. virðislen, sum er uppá 800 kr. Vesturkirkjan vigd í august Tað er ætlanin, at nýggja Vesturkirkjan í Havn skal vígast einaferð í august. Í sambandi við vígsluna hevur Ingrid, einkjudrottning, boð- að frá, at hon ætlar sær til Føroya á vitjan. Fridrikur, kongur sáli, gav í sínari tíð 1 milj. kr. til kirkjuna. Ingrid, drotning, ætlar sær at vera her í nakrar dagar, tá hon kemur í summar, og ætl- anir eru at fyrireika ferðir í Norðurstreymoy og Eystur- oy. Vesturkirkjan, sum verður vigd í august Um trupulleikarnar við brádligum umleggingum í fiskivinnuni Í fleiri ár hevur orðaskifti verið í blødunum um býtið millum fjar- leiðir (New Foundland, Vestur- Grenland og Norðurnoreg) mið- leiðir (Ísland, Eysturgrenland, Rock All og Norðsjógvin) og nærleiðirnar (Feroyski land- grunnurin, Føroya Banki og Bill Bailey). Hóast hetta orðaskiftið hevur sett sær fá spor í vinnulívspoli- tikkinum, og munað lítið, tá hugsað hevur verið um ílegur í skip og virki uppi á landi, er tó ein eyðsæð umlegging frá fjar- leiðum til miðleiðir farin fram, meðan umlegging til nærleiðir ikki er farin fram í sama mun. Nú kemur so alt brestandi inn á okkum. Knappligar broytingar í fíggjarliga veðurlagnum flyta knappliga 20—30 effektivar idn- aðartrolarar av miðleiðum heim á nærleiðir. Hvussu er nú statt í teimum stovnum, sum teir nú skulu dúva uppá. Eru teir so ríkir sum summir hava hildið, ella eru teir so kargir, sum aðrir hava sagt. Hugsa vit ikki um prísin, sum fæst fyri fiskin, men bara um tær nøgdir, sum kunnu takast undir Feroyum av matfiski, so er roknistykki ikki so tórgreitt. Í tí legu, stovnarnir eru nú (tað kann skifta nakað), so kunnu vit rokna við, at vit kunnu fáa umleið 28.000 tons av toski, umleið 17.000 tons av hýsu og umleið 50.000 tons av upsa. Hetta er tað, sum kann fá- ast uttan at stovnarnir vera nervaðir ella vit fremja nakað sum helst slag av ovfisking. Af- trat hesum kemur so nakað av ødrum matfiski sum t.d. blá- longu, longu og brosmu, konga- fiski og flatfiski, alt í alt kanska eini 30.000 til 35.000 tons. Henda negd verður í letuni býtt millum føroyingar, bretar, fransmenn, týskarar, norðmenn, polakkar. Og við teirri roynd, sum hesar tjóðir hava havt, so kunnu vit seinastu tvey árini siga, at stovnurin hevur verið fiskaður á rættan hátt, so at skilja, at tann nøgd, sum hevur verið uppfisk- að, er akkurát tann nøgd, sum stovnurin undir núverandi um- stoðum í mesta lagi kann geva av sær uttan at minka. Men royndin undir Feroyum tykist vaksa. Síðani 1972 hava bretar og vesturtýskarar vaksið um sínar royndir, hóast ikki nógv. Póland er komið aftrat. Og við ti, sum hendir á fjarleið- um og miðleiðum við avmark- ingum av ymsum slag, er trú- ligt, at føroysku royndirnar fara at vaksa munandi. Eitt vit væntaðu var t.d. økta royndin hjá teimum stóru garnaskipun- um á Norðhavinum í várfiski- skapinum. Eitt annað, sum helst fór at økja um royndirnar, vóru teir 10 effektivu línubátarnir, sum eru bílagdir í Polen. Men nú kom so knappliga eitt reiðuligt lop við idnadarflotan- um Hverja ávirkan fáa nú hesar ektu royndir. Fiskifrødingarnir plaga van- liga at visa á 3 stig, tá farið verður undir at fiska ein stovn. Á fyrsta stigi er nokk til. Hverja ferð eitt nýtt skip kemur upp, i fiskiskapin, veksur heild- arveiðan. Á eðrum stigi byrjar at sansa at. Nú er fiskiskapurin komin upp á hæddina hvat stovnurin tolir. Fara nú fleiri skip undir fiskiskap í hesum stovni, veksur heildarveiðan ikki, men tey skip- ini, sum koma aftrat, minka um partin hjá teimum, sum vóru frammanundan. Á 3 stigi verður fiskað so hart, at stovnurin minkar, so eftir eina tíð fer heildarveiðan eisini at minkað, samstundis sum sjálvandi minni og minni verður í part til bátar og skip. Hetta er hin veruliga ovfiskingin. At kalla allir stovnar um okk- ara leiðir eru ella hava verið á stigi 3. Men vit hava verið so heppin, at stovnarnir undir Fer- oyum, eftir at hava verið á hes- um stigi fyrst í seksti árunum aftur vóru komin á annað stig, I panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Jógvan Arge Hilmar Bech Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Heðin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Nr. 21 — 15. mars 1975 eftir at fiskimarkið varð flutt út. Økja vit ti nå um royndirnar vid føroyskum skipum, er vandi fyri at vit aftur fara móti ovfisk- ing, uttan so at vit samstundis sum vit økja okkara part minka um partin hjá onkrum eðrum landi. Ein onnur avleiðing av hesum metingum hjá fiskifrødingunum er, at tað ikki er vist, at heildar- veiðan fer at økjast, hóast vit lata nógv fleiri skip fiska undir Feroyum. Í veruleikanum er tað vit gera, at vit nú nýta eitt størri tal av skipum til at føra sama fong í land. Tað er tað sama sum at lata 20 mans gera arbeiði sum 10 mans kunnu klára, og so bert geva teimum 20 somu løn, sum teir 10 hevdu fingið. Alt hetta, sum her er skrivað, hevur sjálvandi bert hugsað um stovnin, og ikki um trupulleik- arnar hjá teimum einsteku skip- unum í tí neyðsteðu, sum nú er í ídnaðarfiskiskapinum. Ein so brádlig umlegging vil altíð vera sera trupul, og skuldu ikki figgj- arligir vansar staðist av umlegg- ingum, áttu tær altíð at verið gjørdar yvir eitt tíðarskeið, sum samsvarar við avskrivingartið- ina hjá einum skipi ella eini drift. Tí kunnu tær núverandi um- stødurnar ikki á nakran hátt takast sum dømi um teir trupul- leikar, sum vanliga koma at standast av umleggingum. Men tær eiga kanska at vera ein læra um, hvussu brádliga alt kann koma inn á okkum, sum nú er, og fáa okkum at hugsa meira um, hvussu vit veruliga sleppa undan einum búskapi, sum er so lættur at ávirka av tilvildarlig- um rerslum uttan fyri Feroyar og at hugsa um umleggingar, áðrenn tær verða kroystar inn at okkum. Seinast skal vera lagt aftrat, at spurningurin um umlegging helst meira er ein spurningur um broytingar uppi á landi og í seluliðnum enn ein spurningur um skip. Kjartan Hoydal Kristjan á Neystabo André Niclasen Johan Nielsen Kári D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith o » , Spinnid i Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av føroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen — tlf. 201 Gøtu