leygardagur 15. mars 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 21 — 15. mars 1975
Neystini hjá Havnar Róðrarfelag
liðug um stutta tíð
— Vit eru ikki í figgjarligum trupulleikum
av neystabyggingini, sigur Heðin Mortensen,
formaður felagsins
Felagshelini innan. Ætlan felagsins er at stovna eina borð-
tennisdeild
seinasta leygardag. Orsekin til,
at vit hava sekt býráðið um 50
túsund í rakstrarstudningi ár-
Havnar Róðrarfelag er ikki í
figgjarligum trupulleikum, so-
leiðis sum Sosialurin skrivaði
“4 —- "+
Gomlu neystini i Hornavik
liga i 6 år er tann, at vit halda
okkum hava sama rætt sum
onnur feløg at søkja studning.
Vit hava nakrar ferðir í tey 43
árini, felagið hevur virkað, sekt
til býráðið um studning, og ikki
fyrrenn í fjør fingu vit 10 túsund
sigur Heðin Mortensen, for-
maður í Havnar Róðrarfelag í
viðtalu við Sosialin.
— Byrådid hevur annars verið
okkum til hjálpar í aðrar mátar,
eitt nú á ólavseku, sigur Heðin
Mortensen.
Rentur og avdrátt
Uppá fyrispurning til Heðin
Mortensen um, hvat rakstrar-
studningurin skal nýtast til,
sigur hann, at um so er, at
býráðið játtar studningin, skal
hesin nýtast til at gjalda rentur
og avdrátt av nýggju neystun-
um og felagshølunum.
— Neystini og felagshølini
kosta umleið 500 túsund kr.
umframt ífyllu og bátadrátt. Vit
hava fingið góðan stuðul frá fel-
Allir bátarnir sum eru aktivir í róðri verða hýstir í nýggju neystunum
øgum og stovnum, og eru vit
takksamir fyri hetta. Figgjanin
er skipað yvir lánteku soleiðis:
250 túsund úr Feroya sparikassa
og 100 túsund frá Feroya Lívs-
trygging. Eg kann upplýsa, at
Drátturin
vit higartil hava goldið 54 tús-
und kr. í rentu og avdrátti, sigur
Heðin Mortensen.
Neyðugt at fáa
nýggj neyst
Tað var í november mánaða í
1973 at Havnar Róðrarfelag fór
undir byggingina av nýggjum
neystum og felagshelum niðan-
fyri landssjúkrahúsið. Felagið
hevði síðani 1943 hildið til í
einum neysti í Hornavík undir
sera trongum viðurskiftum.
— Fyri í heila tikið at kunna
rekja veruligt felagsliv var neyð-
ugt at fara undir byggjan av
neystum og felagshelum. Hetta
hevur økt munandi um limatal
okkara. Í letuni eru 200 limir í
felagnum, herav 50 konufólk.
Ætlan okkara er at stovna eina
si
borðtennisdeild innan felagið,
soleiðis at róðrarfólk kann vera í
kondi um veturin, sigur Bjarni
Djurhuus, kassameistari í
Havnar Róðrarfelag í viðtalu við
Sosialin.
Grundøkid leigad
Grundøkid, sum felagið byggir
neystini og felagshelini á, er
leigað frá Tórshavnar kommunu
yvir 20 ár. Um so er, at leigu-
málið verður uppsagt, hevur
kommunan fyrsta rætt at keypa
ognina aftur fyri hálvan prís.
Leigusåttmålin kann eisini