leygardagur 15. mars 1975síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 15. mars 1975
UM
Á
Lg,
fj,
7
2
#,
IS
22
eg
HUG
Tp
sr,
IV
ÍA
br.
7
IV
CZ
MY
VA
Í
MU
SN
NN
NEON
[|
U
IM
UW Á
N
4
N
N
N
ANN
W/f
Mr
2
N
SN
N
fj
Í
#7
24
77
/4
MY
Ritstjóri:
Hans Thomsen
Danmark og kolid í Føroyum
Négv hevur verid talad og skrivad um kolid i
Suduroynni, og mangar kanningar hava verid
gjørdar gjøgnum tíðirnar. Nú so nógv verður rett
um orkukreppu í heiminum, kann kanska vera á-
hugavert at prenta sumt av ti, sum danski verk-
froðingurin Harald Nielsen sigur í frágreiðing síni
um kolið í Føroyum til danska forsætismálaráðið
1933. Hesin Harald Nielsen búði mong ár í Bret-
landi og skrivaði greinir um kolanám í bloðunum
>The Times< og >Morning Post<. Undir tí stóra
kolaverkfallinum í Bretlandi í 1926 varð hann av
bretsku stjórnini
kolamálum.
Tað ljóðaði á dekkinum, at um
ein hálvan tíma fóru vit at siggja
Føroyar. Eg setti kikaran fyri
eyguni og so líðandi risu nakrir
támutir mjørkabakkar upp úr ti
spegilsblonku havfløtuni. So við
og við fingu teir fast skap og lit
— fyrst bara grønt, so varnadist
tú nakrar dimmbrúnar blettir í tí
grøna og sást, at hetta var ein
oyggj. Tað var Suðuroyggin.
Og síðan komu í skjótari rað-
fylgju Lítla Dímun, Stóra Dim-
un og Sandoyggin — sum allar í
roynd og veru eru nógv sterri
enn tú helt, tá tú stígur upp á
land á teimum, men sum sæddar
uttan av havi tykjast vera nakrir
stórir klettar, sum ein ógvuliga
stórur smádrongur hevur stutt-
leikað sær við at leggja út í
sjógvin fyri at hava okkurt at
spæla sær á.
Í heilum skiftir afturskinið frá
sólini í fjallasíðunum, ið sum-
staðni skyggja sum diamantur
og aðrastaðni blánar burtur í
gjáarskugganum. Mjerkin ligg-
ur sum æðureiður á fjallatind-
unum, og alt hetta fær teg at
hugsa um ein av hesum eing-
ilsku málningunum, sum vit í
Danmark halda vera alt ov vakr-
ar.
Tað er serliga Suðuroyggin,
sum hevur mín áhuga, tí her eru
tær kolalindir, sum eg, ið havi
livað meginpartin av lívi minum
í kolanámum víða hvar í heim-
inum, hevði hug at gera gjøldur
burturúr, fyrsta eg frætti um
tær. Sum aðrir danskir dreingir
hevði eg lært um Feroyar í skúl-
anum, men at her skuldi bera til
at seta kolarakstur á stovn, ið
bar seg, hevði eg ongantíð
hugsað um, og meðan eg standi
her á skipsdekkinum og havi
oynna í kikaranum, minkar ivin
ikki.
Feroyar eru ógvuliga vakrar,
tá tú kemur siglandi til tær, men
sum kunnugt ber í letuni minni
til enn nakrantíð at liva av vak-
urleika.
Skipið sleppur einum ýli frá
sær millum fjøllini og eitt dust-
skýggj rísur upp móti tí bláa
himmalinum. Tað er sjófuglur í
túsundatali, sum er órógvaður.
Vit eru í Tórshavn. Eg standi
uppi á dekkinum og eri fyri ong-
um. Ber tað til, at hetta kann
vera ein partur av Danmark?
Her er so púra eðrvísi enn nakað
annað pláss í heiminum, eg havi
sæð.
Annars havi eg á hesi lítlu
rannsóknarferð míni eydnuna
við mær, av tí at mær einans
nýtist at bíða hálvtannað sam-
døgur eftir farti til Suðuroyar,
haðani teir hava sent mær ein
sekk av koli til London. Henda
kolasekkin býtti eg javnt millum
kolakanningarsteðina hjá
bretsku stjórnini, polytekniska
læristovnin í Keypmannahavn
og meg sjálvan, og bilsin var eg,
at úrslitini av hesum trimum
kanningarroyndum skuldu vera
so góð, ja, so vóngevandi, at eg í
stundini setti mær fyri sjálvur at
fara at kanna eftir, hvussu
drúgvar lindirnar vóru og hvar
tær lógu.
Og longu niðri í dalsbotnin-
um, haðani eg síggi lindirnar
toyggja seg eftir fjallsiduni sum
triðja hædd í einum hjáhúsum,
er mær greitt, at kolanegdirnar
úr einum kolasjónarmiði eru
heilt stórar.
Fyri miljónum av árum síðani,
áðrenn tað velduga meginlandið
var sokkið í havið, hevur her
verið tropiskur hiti og mýrar,
har fortíðaródjórini hava svans-
að í evju og yvirvaksnum trølla-
kampum. Sum frá leið hava tær
ørsmåu bakteriurnar tikið valdið
settur sum serfrødingur i
frá teimum yvirvaksnu beistun-
um og fingið alt at rotna, tær
vóru mentar. Aftan á tær er súr-
evnið farið til arbeiðis í náttúr-
unar stóru royndarstovu og
gjørt evnasambinding við nakað
av kolevninum og vatnsevnin-
um, sum er í plantuleivdum, og
kolsýran og vatnguvan, sum av
hesum stóðst, hvurvu út í luft-
ina, komu síðani inn aftur í
umferðina og øktu um vektpro-
sentið av tí upprunaliga kolevn-
inum í mun til heildina. Torv
varð til brúnkol, og nú komu
eldgosgrótbræðingar, sum løgd-
ust í glødandi ovurtjåkkum lind-
um oman yvir tey rotnaðu plant-
uevnini. Meginlandið sakk í
havið, fjøllini skrædnaðu og nú
liggja Føroyar har sum nakrir
stórir klettar, sum ein ógvuliga
stórur drongur hevur lagt har.
Vestan fyri Vágarnar liggur
tann lítla oyggin Mykines.
Draga vit eina linju úr land-
nyrðinsstrondini á Suðuroynni
gjøgnum miðjuna á Mykinesi,
fylgja vit kolalindini, sum at
enda fer í hav. Lindin liggur sum
ein flati, ið hellir 3—4 stig
Trongisvágsdalurin kvettir
henda flata fullkomuliga av, so tú
her — hevur tú dirvi til tað
kanst spáka tær ein túr rundan
um hann og fáa ein sterkan var-
huga av tjúkt og góðsku.
Tilsamans fjalir kolalindin
einum hálvthundrað kvadrat-
kilometrum. Hægst liggur kolið
við Knúk, har hæddin er 400
metrar, við landnyrðingsstrond-
ina er tað heilt niðri við havið.
Fransar, sum hava serloyvi til
kolagrevstur, gjørdu fyri stivlig-
a fimti árum síðani nógvar upp-
mátingar og royndargrevstrar,
sum enn farvegur sæst eftir.
Meðan eg gangi og kanni,
hvat mær á tílíkari stuttferð til
Feroya er meguligt at kanna,
spyrji eg mestsum uttan at vita
av meg sjálvan, hví meguleik-
arnir her als ikki eru nýttir?
Fyrst og fremst hevði tað sjálv-
andi verið eitt stórt figgjarligt
skump framá fyri íbúgvararnar í
oyggjunum, sum sanniliga hava
eitt sovorðið skump fyri neyðini.
Men fyri hálvthundrað árum
síðani var kol so bíligt, at eingin
hugsaði um at fara til Feroya
eftir ti. Ongar samgongur av
størvirkjum og ongir handils
sáttmálar vóru at trysta prisir-
nar upp. Frålikt kol fekst til
keyps fyri 5—6 kr. tonsið, og tå
verdaldarbardagin brast å logu
prísirnir enn u.l. 8—9 kr.
Um hetta mundið lenti tað seg
sostatt als ikki at hugsa um
kolanám í Feroyum.
Men so kom verðaldarbar-
dagin og kolið hækkaði til tað
10—20 dupulta í prísi. Í hesari
neyðini royndi so danski statur-
in at bróta eitt sindur í Føroyum
og valdi sjálvandi tað plássið,
sum ikki var latið fransmonnum.
Tá høgdu teir í Prestfjalli eini
20—12.000 tons, sum sjálvsagt
einki munti.
Kortini krevst ikki nógv hug-
flog at skilja, at tað hevði verið
av ómetaligum týdningi fyri
Danmark, høvdu vit undir verð-
aldarbardaganum havt rættiliga
námvinnu í Feroyum. Tá hevði
landið sloppið undan at mist
mong mannaliv á sjónum og
spart nógvar miljónir krónur.
Tá kriggid var av varð givist
við tí byrjaða virkinum í
Føroyum og tá vigast skal sum
er var heldur ei zin nytta i at
halda fram. Tað evdi als ikki
verið arbeitt eftir nakrari skyn-
samari ætlan. Eingin í Danmark
hevði kunnleika til námvinnu,
og úrslitið av royndunum var at
kalla dýrt og vánaligt kol — eitt
úrslit, sum ikki kundi eggja til
framhald av virkseminum.
Men í dag, nú tann figgjarliga
kreppan í heiminum er harðari
enn nakrantið áður, eru kola-
lindirnar í Suðuroynni uppaftur
av sterri áhuga fyri Danmark
enn undir heimsbardaganum.
Lond sum Háland, Spania og
Italia, sum altíð hava innflutt
kol í miljóna tonsa tali, royna í
løtuni sjálv eftir besta førimuni
at grava í jørdini fyri at vita, um
tað kortini ikki undir svørdinum
man finnast okkurt, sum kann
brenna, og hóast lítið er komið
burtur úr hjá teimum, so geva
tey kortini á henda hátt einum
hópi av fólki arbeiði. Norðmenn
høgga kol uppi á Spitsbergen, og
í fjør framleiddu teir, teir fáu
mánaðirnar til ber at arbeiða so
norðarlaga, 275.000 tons ella
10—15% av landsins samlaðu
kolanýtslu.