mikudagur 19. mars 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn“ Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyk
Ósakligt
UNDIR VIÐGERÐINI av uppskotinum frá
landsstýrinum um at keypa donsku ferjuna
„Morten Mols« til innanoyggja- og uttanlanda
sigling, varð dúgliga argumenterað fyri og i-
móti hesum keypi. Hetta orðaskifti var sum
heild sakligt.
MEN NÚ KOMA tveir pennar fram í Tinga-
krossi. Teir eru fyrrverandi blaðstjórin á Norð-
lýsinum, sum viðgerð hetta evni í grein á for-
síðuni, og Marius Johannesen, blaðstjóri á
Tingakrossi, ið viðgerð hetta keyp í oddagrein
blaðsins seinasta leygardag. Báðir eru teir
samdir um, at >Morten Mols< er eitt gamalt
danskt burturkast.
FYRRVERANDI blaðstjórin á Norðlýsinum
sigur, at landsstýrið við hesum keypi hevur
loyst DFDS úr eini trongsteðu. Hann leggur
afturat, at ferjan, sum kostar 26 milj. kr.,
kanska skal umbyggjast fyri aðrar 26 milj. kr.
Blaðstjórin á Krossi sigur, at 30 milj. kr. skulu
takast úr landskassanum til hetta keyp.
FÁUR LÝGUR meira enn helvtina, sigur
gamalt orðatak. Blaðstjórin á Tingakrossi
roynir at halda seg innan fyri hetta mark,
meðan hin greinskrivarin fer langt út um
markið. Sannleikin er, at »Morten Mols«
kostar 26 milj. kr. og skal umbyggjast fyri 2
milj. kr. Við eðrum orðum kostar skipið 28
milj. kr., tá ið tað verður tikið í nýtslu, hverki
30 ella 52 milj. kr.
OKKUM KUNNUGT hevði DFDS fýra slík
skip í sigling millum Sjælland og Jylland. Tá
felagið selur hesi skip nú, kemst hetta av, at
tað setur tvey sterri skip í hesa sigling í staðin
fyri hesi fýra. At landsstýrið skal hava loyst
DFDS úr eini trongstødu er tað sama tvætl.
Okkum kunnugt stóð ikki á hjá felagnum at
sleppa av við hesi skip, og var tað um reppið, at
„Morten Mols« ikki glapp okkum føroyingum
av hondum.
OG TIL ENDANS tað, sum báðir greinskriv-
ararnir í Tingakrossi eru samdir um, at skipið
er eitt gamalt danskt burturkast. Skipið er
bygt í 1969 og sostatt bert fimm ára gamalt ella
10 ár yngri enn tað skipið, sum sjálvstýrismað-
urin fyri Norðoyggjar undir orðaskiftinum á
tingi avgjørt vildi hava at halda fram i sigling-
ini millum Klaksvík og Tórshavn.
Í ØLLUM FORUM kann »Morten Mols« ikki
vera rættuliga nógv eldur síðani sjålvstyris-
flokkurin sat í landsstýrinum, har hann tók
undir við hesum keypi.
sosialurin
Føstugudstænastur
Í kveld kl. 20.00 verða hesar
gudstænastur: Rituvík J.
Follend, Oyndarfjorð N.P.
Danielsen, Hvalvík P. Peter-
sen, Servágur Hegni Poul-
sen, Dalur Fríman S. á
Brúnni.
Í annaðkveld kl. 20: Mið-
vágur Hegni Poulsen og í
Haldórsvík Petur Petersen.
Gudstænastur
Komandi sunnudag (pálma-
sunnudag) verða hesar guds-
tænastur:
Nes altargongd J. Follend,
Strendur konfirmatión N.P.
Danielsen, Hvalba kl. 11 og
Sandvik kl. 18 K.O. Viderø,
Dalur altargongd Frímann á
Brúnni.
Konfirmatión
Komandi sunnudag hevur
Kjartan Mørkøre konfirmati-
ón í Havnar kirkju.
Fødingardagur
Í morgin verður Sigrid An-
dreasen í Klaksvík 60 ár. Hon
er burturstødd.
V 4 drátturin
Í V 4 dráttinum hjá útvarp-
inum seinasta leygarkveld
vóru hesi tel drigin:
25 6,8,11, 21, 23, 31, 38,
40, 45, 47, 58, 66, 77 og 92.
Tað vóru 5 vinnarar til tær
9.570 krónurnar, 3 úr Havn,
ein av Toftum og ein úr
Sumba.
Eykavinningurin uppá
5.000 kr. fór til Norðagetu.
Utsøla
Í morgin og friggjadagin
skipar verkstaði Vón fyri út-
sølu í Losjuni i Havn. Seldir
vera hondgjerdir lutir. Opið
er báðar dagarnar millum kl.
16 og 20.
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 19.30 verður
fundur, har m.a. Lund major-
ur og Thorud kapteynur tala.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 20 verður fundur,
har Willy Hansen úr Íslandi
talar.
Telefonandaktin svarar á
tlf. 1 22 66.
Nr. 22 — 19. mars 1975
19.30: Fólkalog
20.00: Enskt II
Regluligar sendingar allar Hósdagin 20.
dagar í vikuni uttan sunnu- 18.42: Útvarpslæknin
dag: 18.52: Framhaldssegan
»Landastrokini« eftir
Knút Hamsun, 19.
partur
19.10: Aksel Schiøtz syngur
danskar sangir
19.30: Poppur
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurt. og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurt. og tíðindi
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurt. og tíðindi
12.32: Tónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur til kl. 13.00
18.30: Veðurt. og tíðindi
Mikudagin 19.
Fríggjadagin 21.
18.42: Orðabókin
19.00: Fyrilestur: John Dav-
idsen
Gabriel Fauré: Sonata
nr. 1 í A-dur fyri vio-
08.05: Enskt II lin og klaver. Jacques
13.00: Kvøduljomar til sjó- Thibaud spælir violin,
fólkið Alfred Cortot klaver
18.42: Miðvikan 20.00: Friggjakvøld kl. 20
- + eo ,
Spinnid i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av
foroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu
. ; e oe
Lysid i sosialinum
Tøkk
Øllum tykkum, sum å ymiskan hått gjørdu mær 70 åra føding-
ardagin hugnaligan takki eg hjartaliga.
Vinarliga
Marius Johannesen
Toyota Hiace bussur
1 1/4 åra gamal vid skada til sølu.
Dånjal P. Lamhauge
tlf. 4 11 68
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins stersta flokk?
Undirritaði :
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
Sosjalurin
box 76, 3800 Tórshaun,