Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 1975síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 19. mars 1975 sosialurin Síða 3 — Eg vóni ikki, at allir idnadarbåtarnir fara at royna eftir idnadar- fiski aftur — segði Hilmar Kass úr sjálvstýrisflokkinum undir viðgerðini av landsstýrisuppskotinum um at veðhalda fyri lánum til keyp av trol- reiðskapi til ídnaðarskip, sum leggja um til feskfiskaveiðu. Løgtingid avgreiddi friggjadag- in uppskotid frå landsstyrinum um vedhald fyri lånum til keyp av trolreidskapi til idnadarskip i eitt år, sum leggja um til fesk- fiskaveidu. Vedhaldsupphæddin må ikki fara upp um 75.000 kr. til hvørt skipid og ikki upp um 2,5 milj. kr. tilsamans. Málið fekk allar triggjar við- gerðirnar henda dagin, og varð tað endaliga samtykt við 21 at- kvødum fyri. Undir orðaskiftinum vid 1. viðgerð vórðu ynski frammi um at eisini ein veðhaldslóg fyri línu- og snerisskip verður gjørd, og at møguleiki fyri hjálp eisini verður útvegaður vinnuni í sam bandi við aðrar umleggingar. Málið fekk viðgerð í figgjar- nevndini, sum tók einmælt undir við tí, og sum eisini minti á hesi sjónarmiðini, ið komu fram und- ir 1. viðgerð. Skrivað til landsstýrið Undir orðaskiftinum við 1. við- gerð segði J. Fr. Øregaard úr javnaðarflokkinum m.a., at hetta málið mundi vera ein partur av teirri heildarloysn fyri fiskivinnuna, sum landsstýrið ætlast at koma við um mánaðar- skiftið. Hann segði, at javnadarflokk- urin tók undir við málinum, men minti samstundis á, at tað eisini eru onnur fiskifør enn idnadar- skipini, sum terva hjálp í sam- bandi við umlegging. Øregaard segði, at tá várrópðurin er av, liggur ein stórur partur av út- róðrarbátunum annaðhvort við bryggju ella við teym til veturin byrjar aftur. Hetta ávirkar ikki minst flakavirkini, sum vidhvørt mugu lata aftur av hesum orsøk- um. J.Fr. Øregaard segði, at hann hevdi skrivad til landsstyrid um spurningin vid åheitan um at fåa eina skipan i lag eisini fyri hesi fiskiførini, so at tey sleppa und- an at liggja fleiri månadir å årin- um. — Vit mugu gera nyttu burtur úr hesum flota í størri mun enn higartil, segði J.Fr. Øregaard, sum nevndi, at einsamallir báta- eigarar, sum ætla at leggja um til trol, ikki fáa fíggjað umlegg- ingina við láni, ti einki alment veðhald er fyri teimum. i 4 h i J. Fr. Øregaard Grundarlagid hvarv Hilmar Kass ur sjålvstyrisflokk- inum segði, at stødan hjá idnad- arskipunum broyttist knappliga til tað verra. Hann upplýsti, at felagið Idnadarskip beinanveg- in, tá staðan fór at versna, tók upp samráðingar við landsstýrið um eina studningsskipan, men tá landsstýrið ætlaði at leggja uppskot fyri tingið um eina ti- líka skipan, var prísurin fallin uppaftur meiri, so at grundar- lagið fyri einari studningsskipan hvarv. — Henda kreppulógin loysir spurningin í hvussu er fyribils, segði Hilmar Kass, sum roknaði við, at tær 75.000 kr. til hvert skipið rokka til eini trý trol. Hann segði, at hóast einki krav um eginpening var sett í upp- skotið, so koma eigararnir at rinda nakað kortini úr egnum lumma, tí umleggingin er kost- naðarmikil og umfatar meiri enn bert umlegging av reiðskapin- um. Hilmar Kass segði seg vóna, at ikki allir ídnaðarbátarnir leggja um aftur til idnadarfiski- skap, sjálvt um tað skuldi hent, at prísurin fer at hækka aftur seinni. Hann helt, at viðurskift- ini, sum nú vóru íkomin hjá hes- um veiðiflota, talaðu fyri hesum, eins og hann metti, at tað fer at vera til gagns fyri flakavirkini, um ikki allir leggja umaftur. Skipini skulu byggjast um auli Ellefsen úr sambands- flokkinum segði, at ein umlegg- ing er kostnaðarmikil, tí hon eisini fer at gera tað neyðugt at skipini noyðast at umbyggjast heilt, m.a. tí, at neyðugt verður við størri manning. Hann segði, at tað er ein spurningur, um ikki eginpeningur eigur at verða kravdur frá bátaeigarunum í sambandi við veðhaldsskipan- ina. Pauli Ellefsen segði seg eisini ivast, um fiskastovnurin undir Føroyum fer at tola alla ta veiðu. sum nú skal fara fram har. Hann segði, at tað er ein spurningur, um vit skulu veita teimum monnum, sum eiga hesi skipini, og sum hava fingið skattafyri- munir av teimum, stuðul. Men tað er beint, at teir hava útvegað landinum ein hóp av góðum skipum, sum eru neyðug at varðveita, segði Pauli Ellefsen. Hann segði, at verða hesi skipini ikki varðveitt, so skulu vit aftur gjøgnum ta pro- sessina, sum eitur endurnýgging av skipaflotanum, sum, um hon skal gjøgnumførast, kann fara at møta ringum umstødum. Pauli Ellefsen segdi, at fræg- asta loysnin at koma teimum, sum hava skattafyrimunir, til livs, er ein partafelagsskattalóg. Hetta hevur sambands- flokkurin eisini víst á fleiri ferðir, segði Pauli Ellefsen. Eisini Jóan Pauli Serensen úr framburðsflokkinum, Jógvan Durhuus úr tjóðveldisflokkinum og Hákun Djurhuus úr fólka- flokkinum segdu seg vilja taka undir við uppskoti landsstýris ins. Landsstýrið vildi bíða Petur Reinert, landsstýrismað- ur, segði, at landsstýrið hevði bíðað sum longst at koma við hesum málinum, tí tað vildi fyrst síggja gongdina hjá idnad- arskipunum. Hann segði, at í fyrstani vóru tað bert nøkur fá skip, sum ætlaðu at leggja um, men at tey nú vóru vorðin fleiri, og tí varð neyðugt at gera nakað. Petur Reinert segði, at mann- ingin á ídnaðarskipunum eftir umleggingina fer at veksa við 3—4 monnum, og at skipini nú skulu brúka kassar í staðin fyri lastina. Hann segði, at lands- stýrið hevur í huga tey viður- skifti, sum snúgva seg um fiski- stovnin undir Feroyum, og hvat hann tolir. Kunnu fara heim fyri páskir Um ikki landsstýrið fer at leggja fleiri mál fyri logtingið nú. kann tingsetan enda til páskir. Tað var løgtingsformadur- in, J.Fr. Øregaard, sum boð- aði frá hesum á fundi friggja- dagin. Hann segði, at tá vóru bert trý mál eftir at viðgera, og at tey komu til viðgerðar á tingfundi seinnapartin í gjár. Fíggjarlógin skal sam- tykkjast áðrenn 1. apríl Flogvøllurin verður útbygdur Legtingið hevur samtykt eitt uppskot frá landsstýrinum um at útbyggja flogvellin í Vágum, soleiðis at hann verður longdur við 300 metr um, breiðkaður og fær trygd arøki samsvarandi tilmælum frá ICAO. Eisini skal ljós leggjast á vøllin. Leingjanin av flogvøllinum er mett at kosta 10 milj. kr og hava ríkismyndugleikarnir givið tilsegn um at rinda helvtina, ti í milj. kr. Eisini myndugleikarnir t rinda helvtina av tí, sum tað kostar, at flogvellurin “un ljós. Leysliga er kostnaðurin mesta lagi 5 hava ríkis játtað a av hesum mettur fil {* -* kr. Aftrat hesum er ætla seinni at útstýra flogvellin við radionavigatoriskum hjálpartólum, rúmsáttar! a greiðsluhúsum og sterri par keringsoki bæði fyri flogfor og bilar. Útreiðslurnar av hesum eru mettar til 12 milj. kr., og tær skal rikiskassin rinda einsa mallur. Talan er sostatt um eina samlaða ilegging uppa 26—30 milj. kr. Málið fekk nevndarviðgerð í figgjarnevndini, sum ein- mælt tók undir við landsstyr- isuppskotinum Sjúkrahússtýri Tingið hevur valt limir í sjúkrahússtýrini fyri Klaks- vík. Havnina og Suður oynna. Í sjúkrahússtýrið í Klaks vík eru valdir Olvheðin Jac obsen og Johan Simonsen báðir úr Klaksvík, og Obert Eliasen úr Fuglafirði. Olvheðin Jacobsen tingnýtt Í stýrið fyri landssjúkra- húsið eru valdir Jákup í Ják- upsstovu, Knút Wang og Trygve Samuelsen, allir úr Havn. Í stýrið fyri sjúkra húsið á Tvøroyri komu Hans Júkup í Jákupsstovu Knút Wang { Hend.iu« Strøm og Gunnar VA Westergaard, Tvøroyri, og Andreas Djurhuus úr Vági Andreas Djurhuus Biðja um 100.000 kr. Norðoy a hevur biðið logtingið um at seta 100.000 kr. av til felagið á fíggjarlógini. Málið fær við Bjargingarfelag gerð í figgjarnevndini Tingfundur i gjár Tingfundur var seinnapartin í gjár, har landsstýrisuppskot hækkan av ið um sosialu véitingunum fekk 1. viðgerð Eisini eitt uppskot frå fram burðsflokkinum um at veita pensjonistum studning til oljukeyp og meguliga gjalda av elnýtslu fekk 1. viðgerð. Tingið hevði haraftrat 2. viðgerð av landsstýrisupp- skotinum um regulering av norsk-arktiska toskinum.