Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. mars 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin sosialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 I I Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og pasteé-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Hent tiltak TIL TINGIÐ er komin umsókn frá Norðoya Bjargingarfelag um at fáa kr. 100.000 avsettar á komandi figgjarlog. TAÐ MUNNU vera eini 15 til 20 ár síðani bjargingarfelog tóku seg upp kring landið. Tey fyrstu árini aftaná vóru hesi felog rættuliga aktiv við at fáa til vega bjargingarútgerð og við at skipa fyri bjargingarroyndum, men so fóru tey — eitt fyri og annað eftir — aftur í ommu sína. Men fyri einum tveimum, trimum árum síðani kom aftur rættuligt lív í Norðoya Bjarg- ingarfelag, og síðani í onnur bjargingarfelog kring landið. NEVNDA BJARGINGARFELAG hevur fing- ið til vega heilan hóp av bjargingarútgerð, sum er løgd út kring landið, lika úr Norðoyggjum og suður til Sumbiar. Eisini hevur hetta felag út- vega bjargingarútgerð til Strandfaraskip land- sins, eins og felagið hevur syrgt fyri vegleiðing í nýtsluni av hesum amboðum. Felagið hevur havt ætlanir um at keypa eitt bjargingarskip og hevur verið í okkara næstu grannalondum og kannað, hvussu bjargingartænastan arbeið- ir har. HETTA ER HENT og neyðugt tiltak, serstak- liga í landi sum okkara, har nærum øll tjóðar- framleiðslan stavar frá fiskiskapi og sigling, og har nógv tann stersti parturin av borgarunum hevur sítt vandafulla starv á sjónum. Tað vil altíð henda, í minsta lagi av og á, at vit hava brúk fyri eini effektivari og væl útbygdari bjargingartænastu. Í NÆSTU GRANNALONDUM okkara, eitt nú í Íslandi, hava slík felog verið til stóra nyttu. Eisini her hjá okkum hava hesi felog í summum førum gjørt eitt stórt arbeiði, um enn amboðini hava verið få og 6tidarhoskandi. Hetta arbeiði kann gerast munandi betri um hesi felog fáa stuðul og harvið møguleika fyri at útvega sær meira tidarhoskandi útgerð til hetta endamál. VIT FARA AT mæla til, at nevnda felag fær tann umbidna stuðulin, og at onnur bjarging- arfelog eisini fáa stuðul, ti sum sagt er hetta eitt hent og neyðugt tiltak í einum landi sum okkara, og kunnu hesi felog ikki gera fulla nyttu uttan tey hava alla tað neyðugu út- gerðina. ARBEIÐIÐ Í HESUM felogum verður gjørt av sjálvbodnum og fyri onki. Tá so er, kann partur hins almenna ikki liggja eftir. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Á Nesi J. Follend, altar- gangur, á Strondum N.P. Danielsen, konfirmatión, í Hvalba kl. 11 og í Sandvík kl. 18 K.O.Viderø, í Dali altar- gangur Frímann á Brúnni, í Havn konfirmatión Kjartan Mørkøre, í Fuglafirði Torkil Beder, í Kunoy J. Magnus- sen, á Eiði kl. 11 ov við Norð- skála kl. 17 P.M.Rasmussen, í Sumba kl. 12 og á Leiti kl. 18 Martin R. Jacobsen, í Svínoy Ejvind Vilhelm og Salomon Joensen. Navnabroyting Gunnar Oliver Joensen á Tveroyri hevur fingið loyvi til at nýta eftirnavnið Staksá. Konfirmatión Sunnudagin verða hesi kon- firmerað í Havnar kirkju, har Kjartan Mørkøre prædikar: Ada Broderick, Quillings- garður, Heidi > Thomsen Reynagarð, Maja Sørensen, Myrigøta 2, Gunrid Gregori- ussen, Dalavegur, Linda Nolsøe, Islandsvegur, Elin Kristiansen, Tórfinsgeta 3, Carolina E. Højgaard, J. Nolsøesgøta 13, Dorthe Su- sanne D. Olesen, Willums- gøta 4, Brian Olsen, Grøn- landsvegur 24, Eyðun Zacha- riasen, Varðageta, Petur Lyngsee, Skákið 8, Kári Ár- ting, Heygsbreyt 6, John Joensen-Næs, Langatún, Anker Mortensen, Markna- gilsvegur, Kenneth Joensen, Dalavegur 19, Karl Johannis Djurhuus, Gr. Kambansgeta 21, Hans Jacob K. Mourits- sen, M. Heinasonargeta 18, Christian E. Poulsen, Oman Mattalág 6, Anna Niclasen, Velbastaður, Annika Simon- sen, Hoyvík, Hildegarð Pat- ursson, Kirkjubø, Mathilda Jacobsen, Argir, Poul Poul- sen, Tradargøta 6, Argir, Hans Suni Jensen, Argja- vegur 30, Argir, Ingemar Jo- hansen, Argir, Såmal Mort- ensen, Argir, Hedin Olsen, Argjaboðageta 12, Argir, Bogi Joensen, Argjaboða, Kári Niclasen, Hestur og Dánjal Joensen, Hestur. Hesi verða konfirmerað í Stranda kirkju sunnudagin, har Niels Pauli Danielsen prædikar: Lillian T. Hansen og Harriet J. Thomsen, Skála, Eyðhild Højgaard, Bergljott Jarnskor, Emily Johansen, Jonfri3 Rasmussen, Jan Martin Abrahamsen, Årni Gærdum, Agnar Hansen, Jørleif Joensen, Páll Thom- sen og Emil Thorleifsson, oll av Strondum, og Jarmund Berthelsen, Innan Glyvur. Nr. 23 — 23. mars 1975 Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjóvátrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging. Spinnið í Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av foroyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu Vit hava altid å goymslu alt tilfar til blikksmid sanitet hitaverk ventilation ; vv Verður sent -— um alt Tlf. 11071 - Tórshavn landid Oljuframsýningin er um páskirnar opin gerandisdagar kl. 14—16. Skirisdag, langafriggjadag og 2. páskadag kl. 15 —17. Føroya Náttúrugripasavn Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? Undirritaði: = Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva til: - = soslialurin box 76, 3800 Térshavn,