sunnudagur 23. mars 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
undir at kanna
hvørji hús eru friðingarverd
Sum eitt lið í hesum kanningum hevur savnið
skipa fyri húsaskrásetingum kring alt landið
— Fornminnissavnið er væl á-
leiðis komið við at skráseta hús í
Feroyum. Tey hús, sum eru
skrásett, eru bygd fyri 1940.
Húsini, sum talan kann vera um
at friða í fyrstu syftu, eru bygd
fyri 1900. Eftir er hjá savninum
at kanna, hverji hús eru varð-
veitingarverd og at fáa hesi
friða, sigur Arni Thorsteinsson,
fornfrødingur, í viðtalu vid Sosi-
alin.
Eigararnir skulu sjålvir
gjalda vidlikahald
Fridingarmyndugleikarnir
hava sambært friðingarlógina
heimild at friða hús. Tað at friða
hús er ein juridiskur spurningur,
sum í sjálvum sær ikki hjálpir
húsunum. Lógin sigur eisini, at
eigarin hevur skyldu til at halda
húsini viðlíka undir eftirliti av
Fornminnissavninum. Í serlig-
um førum kann Fornminnis-
savnið lata peningaligan stuðul
til friða hús.
Friðingarskipan
Upp á fyrispurning til Arna
Thorsteinsson um hann kundi
hugsað sær eina aðra friðing-
arskipan, sigur hann:
Eg kundi hugsað mær eina
skipan, har friða hús vóru býtt
upp í tríggjar bólkar:
1. Hús, sum kunnu nýtast.
Hann, ið nýtir húsini, skal
sjálvur halda hesi viðlíka. Tá
serlig krev vera sett af Forn-
minnissavninum, skal savnið
gjalda útreiðslurnar av hesum.
2. Hús, sum ikki vera nýtt.
Hesi hús kunnu setast í stand
Eirikshús í Mykinesi, sum Fornminnissavnið eigur
og leigast út til ferðafólk ávísar
tíðir av árinum undir eftirliti.
Húsini skulu figgjarliga helst
hvíla í sær sjálvum.
3. Hús, sum ikki kunna nýtast
Hesi hús kunnu hava stórt
bo
vegagerðir
miljø- og søguligt viðir, og kann
tad ti ikki krevjast av eigaranum
at hann skal halda tey viðlíka.
Tey mugu ti metast sum bein-
leiðis fornminni, og má savnið
gjalda fyri viðlíkahald.
Góð arbeidshøli
Fornminnissavnið hevur sera
góð arbeidshøli, men harafturi-
móti ongi goymsluheli. Gamlir
gripir, sum vit hava funnið, vera
goymdir ymsastaðni í læntum
hølum. Roynt hevur verið at
fingið onnur høli til leigu, men
hevur hetta ikki eydnast okkum
enn. Í løtuni hava vit eina um-
sókn liggjandi hjá Tórshavnar
Býráð um at sleppa at leiga ein
part av Millers pakkhúsi. Eg
haldi, at hetta pakkhús, sum er
frá 1890unum, og gamla hospi-
talið frá 1826, ið liggja lið um lið,
eru friðingarverd, sigur Arni
Thorsteinsson.
Eingin fakkunnleiki
til gomul hús
— Størsti tørvurin hjá savninum
til at restaurera gomul hús er
fakkunnleiki. Fornminnissavnið
kann í løtuni ikki veita rådgev-
ing í slíkum feri. Eg kundi
hugsað mær at Fornminnissavn-
ið hevði ein byggikønan mann
við handverkara- og restaurer-
ingsarkitektútbúgving, sum
kundi veitt fólki vegleiðing í
slíkum spurningum.
Allar toftir
friðaðar
Øll jarðfost fornminni so sum
toftir, innskriftir, gamlar gravir
0.s.fr. eru automatiskt friðað.
Tað hendir seg ikki so sjáldan at
tá byggiarbeiði eru í gerð koma
menn fram á toftir. Vit hava ikki
so stóra orku, at vit kunnu
kanna hesar beinanvegin, men
Foroya Fornminnissavn
Maður dregur lunda
laga viðurskiftini soleiðis, at á-
hugin verður tæntur hjá báðum
pertum.
60 fornminnissakir
til viðgerðar
— Minsti parturin av arbeiði
okkara er at grava lutirnar fram.
Tilfarið frá útgrevstrum verður í
fyrsta umfari niðurpakkað og
kannað, tá stundir eru til tess.
Størsta arbeiðið er harafturímóti
at kanna og viðgera gripirnar,
sum funnir verða. Í letuni hava
AE
Brúgvagerðin um Fossá i Vestmanna. Savnið tekur eisini ímóti tilfari um postflutning og
Nr. 23 — 23. mars 1975
vit 50—60 fornminnissakir til
viðgerðar.
Komnir fram á toftir
i Gøtu og á Sandi
I løtuni fer fram útgrevstur í
Sydrugøtu, har vit eru komnir
fram á ein fornan bústað, sum
ivaleyst er frá vikingaøld. Undir
arbeiðinum uppá vidkan av
kirkjugarðinum heima á Sandi
komu menn fram á toftir. Vit eru
í letuni í ferð við at kannað
hesar.
Fornminnissøvn
Runt um i Føroyum eru fleiri
fornminnisfeløg og søvn. Gøtu
Fornminnisfelag, sum stovnad
varð i 1970, heldur Blåsastovu
vidlika, sum kommunan eigur.
Nordoya Fornminnissavn hevur
ogna sær gamla handilin í
Klaksvík, sum stavar frá mono-
polhandilstidini. Fuglafjardar
kommuna hevur ogna sær eini
gomul útróðrarmannahús, og
Miðvágs kommuna eigur og rek-
ir náðinsgarðin Kálvalíð. Á Nesi
hevur ein familja tikið seg sam-
an um at stovna eitt familjufelag
til tess at varðveita og rekja eini
gomul hús — kalla Gamla Gerði
— sum tey eru ættað úr. Set-
húsini til handilshúsini á Víkum
í Oyndarfirði eru sera væl varð-
veitt, og hevur eigarin, Petur
Klein, sjálvur rindað kostnaðin
til viðlíkahald.
— Um Fornminnissavnið stóð
Kádissa. Hetta amboð verður nýtt til at sláa súlu við