Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 23. mars 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 23. mars 1975 sosialurin fram, takkaði fyri undirtøkuna og segði m.a., at tá umsitingin av sosialu málunum er framd, verður lættari at fylgja við. Hann segði, at tað, sum lands- stýrið hevði skotið upp, vóru á- jourføringar. Jåkup Lindenskov helt, at tingið við at broyta skattalógina hevði gjørt, at inntøkur, sum liggja á markinum til fólka- pensjón, ikki rinda nevniverdan landsskatt. Hann segði, at ávís pensjónsískoyti bera ongan skatt og helt eisini, at kommun- urnar nú eru farnar at venda pensjonistunum tað vinarliga eygað. — Tað er ein spurningur, um ikki einkjupensjónin eigur at fáa eina serviðgerð, hóast henda pensjónin nú svarar til fólka- pensjónina. Spurningurin er, um hon ikki eigur at gerast hægri, segði Jákup Lindenskov, sum upplýsti, at nekurlunda sama einkjupensjón verður latin her á landi sum í Danmark. Um uppskotið frá framburðs- Við VIL i båtinum gerst ferdin ein rættulig Víkingaferð! stor flokkinum segði Jákup Linden- skov, at meðan vit einki hita- viðurgjald hava, so hava teir roynt eitt slíkt tiltak í Odense í Danmark. Har vórðu í január 1974 latnar 15.000 kr. í hesum viðurgjaldi til serliga illa stodd fólk. — Landsstýrið tók spurningin upp, tí tað helt tað vera rætt at gera eina generella hækking. Tað er hon, sum nú fyriliggur, segði Jákup Lindenskov, lands- stýrismaður. Nr Síða 5 Stubbar uttaneftir Nýggjur flokkur í Noregi Sosialistiska valsamgongan í norska tjóðartinginum av- gjørdi á landsfundi í Trónd- heimi seinasta sunnudag at stovna ein nýggjan flokk. Tað eru í letuni 4 flokkar innan samgonguna. Nýggi flokkurin hevur fingið navnið Sosialistiski Vinstraflokkur- in. Fongslað eftir hanabardaga 19 mans og triggjar kvinnur vóru sett fost eftir at løgregl- an hevði gjørt húsarannsókn- ir á einum plássi, har hana- bardagi fór fram í Illinois í USA. Legreglan legði hald á 23 væl vandar bardagahanar. Í norðurstatunum í USA eru hunda- og hanabardagar bannaðir, men løgreglan hev- ur illtanka til at hundar so væl sum hanar vera vandir upp til bardaga. Í desember mánaða í fjør vóru nekur fólk í Illinois skuldsett fyri at hava fyrireika hundabar- daga. Oljusvik Forbrúkararnir í USA eru meguliga blivnir snýttir av einum stórum innflutnings- sviki undir oljublokaduni, upplýsti ein talsmaður fyri tollvaldið í USA, sum kannar hendingina. Blaðið >Washington Post« skrivaði sunnudagin, at for- brúkararnir helst hava goldið millum eina og triggjar milj- ardir dollar ov nógv fyri olju. Saman móti maoismuni Seinasta mánadag byrjaði kongressin hjá ungarska kommunistaflokkinum undir slagorðinum »Undir leiðslu floksins, saman við fólkin- um«. Við á floksfundinum eru floksleiðarar úr Tjekkoslov- akia, Eysturtýskalandi, Pol- en, Jugoslavia, og sovjettiski floksleiðarin Leonid Brezjnev sum heiðursgestur. Ungarski floksleiðarin, Janos Kadar, segði m.a. mánadagin, at tað er neyðugt hjá kommunistaflokkunum at standa saman móti mao- ismuni, ið hevur brotið hina figgjarligu sosialismuna og internationalismu fæloys- inga. Flóttarfólk Tað verður hildið, at 1. apríl eru um 500 chilensisk flótt- arfólk í Danmark. Við árslok verður roknað við, at talið fer at økjast til 600. Danmark hevur givid lyfti um at taka sær av upp til 600 flóttarfólk- um ur Chile. 52 lótu lív ØIl 52 fólkini, sum vóru um- borð á einum Argentinskum hernaðarflogfari, lótu lív, tá flogfarið seinasta sunnudag datt niður uttanfyri býin Bariloche í Argentina, skriv- ar almenna argentinska tid- indastovan. Hann tumlar til fótbólt Hin 16 ára gamli Charles Edey ger alt fyri at sleppa at síggja fótbóltsdystir. Tá bretska fótbóltslandsliðið leikti móti vesturtýskarum setti hann seg væl til rættis í koyristólinum og tumlaði seg frá Norðuronglandi til London. Og túrurin var ikki til fánýtis — Ongland vann 2—0.