sunnudagur 23. mars 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 23 — 23. mars 1975
småtidindi
innanoyggja
Útflutningurin vaks
við 10,3 +
Sambært yvirlit frå Føroya
Fiskasølu var útflutningurin í
januår og februår av saltfiski,
frystum flaki og sildavørum
10,3% størri enn somu månar
í fjør. Utflutt vóru 5.723 tons
fyri 47,7 milj. kr. ímóti 5.567
tonsum fyri 43,2 milj. kr. i
januår og februår i fjør.
Utflutningurin av saltfiski
var 3.791 tons fyri 34,5 milj.
kr. i januar-februar i ár ímóti
3.081 tonsum fyri 24,8 milj.
kr. i fjør. I virdi er tad ein
vøkstur uppå 40%. Aftur-
ímóti var útflutningsvirðið av
frystum flaki, kalva o.ø. og
sildavørum minni enn í fjør.
Utflutningurin av hesum vør-
um var 1.345 tons fyri 10,2
milj. kr. ímóti 1.470 tonsum
fyri 14,9 milj. kr. í fjør.
Utflutningurin av silda-
vørum var umleid 18% minni
enn i januår-februår i fjør.
Utflutt vórðu 586 tons fyri
2,9 milj. kr. ímóti 1.015
tonsum fyri g6dar 3,5 milj.
kr. i fjør.
Til Danmarkar
at virka
Rodmundur Nielsen, lækni,
sum fyri umleid trimum årum
sidani kom til Føroya at virka
sum skurðlækni á Lands-
sjúkrahúsinum, er aftur farin
til Danmarkar at arbeiða.
Hann skal vera har í eitt ár.
Sangferð til
Danmarkar
Sangkórið í Betesda í Klaks-
vík fer á Danmarkarferð í
summar. Farið verður úr Fer-
oyum 2. juli við ms. England.
Við í ferðini verða umleið 60
fólk. Sangstjóri er Jógvan við
Keldu.
500 fólk sóu
sjónleikirnar
Eini 500 fólk sóu sjónleikir-
nar, sum ÍF framførdi í Sjón-
leikarhúsinum í Fuglafirði
seinasta vikuskiftið. Tað
vóru triggir skemtileikir, sum
vórðu framførdir, og vardi
framferslan í 1 1/2 tíma til-
samans.
Leikirnir >Ein hættislig
roynd<, sum er umsettur úr
donskum, »Geykaklokkan«
og »Ein leikur“, sum er
týddur úr enskum, vórðu
uppafturtiknir í vikuni fyri
fullum húsi.
Avreiða til
Snarfrost
Tveroyrarskipið Leivur Øss-
ursson, sum trolar eftir fesk-
fiski, avreiðir í letuni til
Snarfrost í Miðvági. Eisini
Jegvan Elias Thomsen av-
reiðir til Snarfrost. Venus og
Mars avreiða partvíst til
Snarfrost og Eivin Rasmus-
sen í Sandavågi.
Reynsatindur
sum Z. Nielsen í Sandavági
eigur, roynir við gernum nú.
Teir salta umborð.
Gera veg
Arbeiðið uppá nýggjan veg í
Miðvági heldur fram. Tað er
byggifelagið Lamhauge &
Waagstein, sum ger arbeiðið.
Miðvingar siga, at vegurin
ivaleyst fer at verða eitt
prýði fyri bygdina, men teir
bera ótta fyri, hvussu ferðsl-
an fer at roynast á honum.
Teir vóna, at vegurin verður
lagdur oman fyri bygdina.
Havnin útbyggjast
Havnin í Miðvági skal nú út-
byggjast. Fleiri uppskot um
útbyggingina eru gjørd, og
teir rokna við, at arbeiðið
kann byrja í summar.
Dimma framvegis
størst
Dimmalætting er framvegis
størsta blaðið i Føroyum. I
fjør hevði Dimmalætting eitt
upplag uppå 9.900 eintøk
ímóti 9.500 árið fyri. Tidinda-
blaðið, sum helt uppat í
február í ár, hevði eitt upplag
uppá 6.200 eintak. 14. Sep-
tember minkaði í upplagi við
100 eintøkum i fjør. Tá hevði
hann 3.700 eintøk ímóti 3.800
årid fyri. Sosialurin vaks eitt
sindur. Upplagið i fjør lå um
3.000 ímóti 2.935 í 1973.
Fjarðbúgvin, sum fyrstu
ferð kom út í 1970, hevði eitt
upplag uppá 2.200 í fjør ímóti
2.500 í 1973. Norðlýsið kom í
1.600 eintøkum bæði í fjør og
í fyrraárið, meðan Tinga-
krossur minkaði við 200 ein-
tøkum, úr 950 í 1973 til 750 í
fjør.
Samlada upplagid å før-
oysku dagbløðunum var
30.350 eintak ímóti 24.285 i
fyrraárið
Tað er ein spurningur
um einkjupensjónin
ikki eigur at fáa
eina serliga viðgerð
— segði Jákup Lindenskov landsstýrismaður
undir viðgerðini av uppskotinum um
at hækka sosialu veitingarnar.
Undir orðaskiftinum varð eisini nevnt,
at pensjonistar eiga at sleppa undan landsskatti
Landsstýrisuppskotið um at
hækka sosialu veitingarnar til
fólka- og avlamispensjonistar
við tilsamans 8,4 milj. kr., sum
landskassin og ríkiskassin skulu
rinda í felag, fekk góða undir-
tøku á tingi týsdagin, tá tað
kom til 1. viðgerð.
Uppskotið frá framburðs-
flokkinum um at áleggja lands-
stýrinum at skipa fyri, at fólka-,
avlamis- og einkjupensjonistar
fáa viðurlag fyri tann munandi
hækkaða oljuprisin — meguliga
eisini fyri el-nýtslu — fekk eisini
1. viðgerð týsdagin, og vórðu
bæði málini umredd undir ein-
um. Tey fáa nú viðgerð í sosialu
nevndini.
Undir viðgerðini hildu summir
tingmenn, at uppskotið frá
framburðsflokkinum var óneyð-
ugt, ti landsstýrisuppskotið eis-
ini umfataði tað, sum fram-
burðsflokkurin skjeyt upp.
Skatturin eigur at
fella burtur
Asbjern Joensen úr sjálvstýris-
flokkinum segði, at sosialu veit-
ingarnar eftir uppskoti frá lands-
stýrinum, fara at hækka við
10—15%, og hann helt, at hesar
hækkingar eru rímuligar.
Asbjørn Joensen visti á, at
tað er tingið, sum hverja ferð ger
av, hvussu stóra len hesin part-
ur av samfelagsborgarunum skal
hava, meðan hin parturin fær
sína len ásetta við samráðing-
um. Hann helt tað vera ein
spurning, um hesi fólkini skulu
rinda kommunuskatt, og skjeyt
upp, at tingið í staðin veksur um
studningin til kommunurnar í
sambandi við tann inntøkumiss,
sum fer at standast av einum tí-
líkum tiltaki. Asbjørn Joensen
boðaði frá, at sjálvstýrisflokk-
urin tók undir við landsstýris-
uppskotinum.
Óneyðugt
Jógvan Sundstein úr fólkaflokk-
inum segði, at tað er beint, at
oljuprísirnir eru hækkaðir, og at
hetta eisini hevur rakt pensjo-
nistarnar hart, men hann helt, at
uppskotið frá framburðsflokkin-
um var óneyðugt, nú landsstýr-
isuppskotið var komið. Jógvan
Sundstein vísti á, at landsstýris- — sleppa undan at rinda landsskatt — maður,
uppskotið í prinsippinum hevði
verið á tingi seinasta heyst, og
at allir flokkar tá høvdu tikið
undir við tí.
Hilmar Bech úr javnaðar-
flokkinum segði, at javnaðar-
flokkurin fór at geva uppskoti
landsstýrisins eina dygga undir-
tøku bæði í tinginum og í teirri
nevnd, sum málið skuldi viðger-
ast i. Hann segði seg vera
samdan vid Asbjørn Joensen
um, at skattaspurningurin eisini
eigur at verda vidgjørdur i
hesum sambandi. Hann visti
eisini å, at summir persånar,
sum av onkrari orsøk eru vorånir
sjukir, og sum kanska eiga mill-
um 4 og 5.000 kr. innistandandi,
ikki kunnu fåa hesa hjålp, ti teir
eiga hesa peninganøgd.
— Her eigur landsstyrid at å-
seta nýggjar reglur, segði Hil-
mar Bech, sum eisini eftirlýsti
einum upplýsingararbeiði á ti
sosiala økinum.
— Tað eru serliga fólk á bygd,
sum ikki vita, hvussu tey eiga at
bera seg at við at fáa sosiala
hjálp, so her verður ein stór upp-
gáva hjá sosialu umsitingini,
sum nú er yvirtikin, at loysa,
segði Hilmar Bech.
50 kr. í minsta
lagi
J.P. Serensen úr framburðs-
flokkinum helt ikki, at uppskot
framburðsfloksins var óneyðugt.
Hann segði, at flokkurin hevði
hugsað sær eina upphædd uppá í
minsta lagi 50 kr. í viðurgjaldi
fyri tann hækkaða oljuprísin.
J.P. Serensen helt ikki, at tað
skal vera nakar ávísur, sum skal
fáa patent uppá at veita hjálp á
hesum eki. Hann helt, at lands-
stýrisuppskotið bert er ein prin-
sippbroyting og segði seg dáma
lítið, at umsitingin av sosialu
málunum verður yvirtikin.
— Her fara bara nýggjar út-
reiðslur at standast av. Yvirtøk-
an hevur ongan týdning, og rík-
isumboðið hevur umsitið málini
væl, segði hann.
J.P. Serensen nam eisini við
skattingina hjá pensjonistunum
og helt, at sum nú e' ka teir
nakað við aðrari hondini, meðan
tikið verður við hinari. Hann
helt, at pensjonistar eiga heilt at
og fáa ein sámuligan kommunu-
skatt.
Einkjurnar
Pauli Ellefsen úr sambands-
flokkinum helt, at tað serliga eru
einkjurnar, sum eru ringast
staddar, og at tær nærum eru
gloymdar. Hann helt, at hesin
bólkurin í sosiala hjólinum eigur
at fáa betri sømdir enn higartil.
Annars helt Pauli Ellefsen, at
vit hava eina góða sosiala lóg,
men at hon treingir til ábetur.
Ove Mikkelsen úr tjóðveldis-
flokkinum segði, at sosiala lógin
er góð, men at langt er eftir á
mál. Hann tosaði eisini um
einkjurnar og segði, at tað eru
tær ungu einkjurnar, sum
treingja mest.
— Tað er skilaleyst, at
einkjan næstan skal vera gomul,
áðrenn hon kann fáa pensjón,
segði Ove Mikkelsen. Um upp-
skotið hjá framburðsflokkinum
segði hann, at tað uttan iva fer
at krevja stóra umsiting, verður
tað samtykt.
— Flokkurin tekur undir við
uppskotinum frá landsstýrinum,
men tað er greitt, at nakað eisini
má gerast við skattingina hjá
pensjonistum, segði Ove Mikk-
elsen.
Framíhjárætt?
J.Fr.Øregaard úr javnadarflokk-
inum segði seg hava fingið ta
fatan av uppskotinum hjá fram-
burðsflokkinum, at summir
pensjonistar hevdu framíhjá-
rætt í samfelagnum og vildi
spyrja landsstýrið um hetta er
so.
Øregaard helt, at tað eru
nógvir smáir spurningar í sosi-
alu lógini, sum eru fløktir og
vísti á, at hann fleiri ferðir hevði
roynt at hjálpt t.d. einkjum,
men at eingin hjálp var fingin, tí
viðurskiftini vóru so flokt. Hann
helt, at vit á hesum eki eru farnir
í eitt skeivt spor og heitti á
sosialu nevndina um at fáa
viðurskiftini úr hesum spori við
kanningum.
Lættari at fylgja
við nú
Jákup Lindenskov landsstýris-
sum legði uppskotið