Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 2 » sosialurin telf. 14820, box 76, 3800 Torshavn { tgevari: Foroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. "564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Låturligt TAÐ KANN ikki annað sigast, enn at bretskir stjórnarmyndugleikar sýndu vilja og vælvild, tá teir næstan beinan vegin gingu við til tær avmarkingar, sum fiskiveiðusáttmálin við Fer- oyar ber i sær. - SOMULEIÐIS hava bretskir trolaraeigarar lagt sær nær at akta foroyska fiskimarkið, fiskiveiðusáttmálan og millumlanda avtalur annars. Demir eru um, at trolaraskiparar, ið ikki hava aktað eitt av hesum, eru avkoyrdir í stundini. Eisini vita vit, at trolaraeigararnir hava álagt trolarunum at halda fiskiveiðusátt- málan MILLUM MONG dømir er hendingin eystan fyri Svínoynna seinastu jól, har fleiri bretskir trolarar ikki aktaðu foroyska fiskimarkið, og har reiðaríið hjá tí eina trolaranum, ið varð jagstraður av sjóverjuskipinum, viðgekk lógar- brotið og koyrdi skiparan av. TROLARASKIPARARNIR hava har aftur ímóti lagt sær nær at halda hesar avtalur. Ein hin grefligasta hendingin man vera hon í Klaksvík seinasta friggjakvøld, har bretskur trolaraskipari, ið varð avdúkaður fyri at nýta ov smáar meskar, gav vrakieftirlitsmanni frammaná. Slíkar hendingar beta ikki um við- urskiftini millum føroyingar og bretskar trol- aramenn, sum veiða undir Feroyum. TAÐ ÁTTI at verið gjørt bretum kunnugt, at fleiri lógarbrot, brot á gjørdar avtalur og hend- ingar sum tann í Klaksvík seinasta friggja- kveld ikki verða toldar, men einans vilja føra til, at foroyingar fara at krevja bretar burtur av teimum føroysku fiskileiðunum. MEN TAÐ, sum eftir okkara tykki er láturligt í hesum sambandi, er tann láturliga lina revsing, sum bretski trolaraskiparin fekk í Feroya rætti. Hann fekk 20 dagbetur á 50 kr. ella til- samans 1.000 krónur fyri at sláa føroyskan tænastumann, ið var komin umborð í lógligum erindum, og sum hevði avdúkað brot á gjørdar millumlanda avtalur. FYRST AT gera brot á galdandi avtalur, og síðani at taka til nevaleik, tá brotið er avdúkað, má haldast at vera uttan fyri alt mark. MEN PRISURIN fyri hetta lógarbrot var einans 1.000 kr. ella umleið tann sami sum fyri at skjóta ein einasta lunda. sosialurin Nr. 24 — 26. mars 1975 Gudstænastur um páskirnar Skírisdag: Jóhan Weihe í Havnar kirkju kl. 11 (altar- gangur), Ejvind Vilhelm í Havnar kirkju kl. 18 (altar- gangur), Kjartan Mørkøre á Argjum kl. 11 (altargangur), Ejvind Vilhelm í Kaldbak kl. 12 (altargangur), Salomon Joensen i Hattarvik kl. 12, Høgni Poulsen i Midvågi kl. 12 (altargangur) og i Sanda- vågi kl. 18 (altargangur). Langafriggjadag: Høgni Poulsen i Bø kl. 12 (altar- gangur), Salomon Joensen å Kirkju kl. 12, Kjartan Mørk- øre i Havnar kirkju, Ejvind Vilhelm i Kirkjubøar kirkju, Johan Weihe í Nólsoyar kirkju (altargangur). 1. páskadag: Ejvind Vilhelm í Havnar kirkju (talvan gong- ur til frama fyri KFUM & K í Havn), Kjartan Mørkøre í Kirkjubøar kirkju (altargang- ur), Johan Weihe í Kaldbaks kirkju, Salomon Joensen á Viðareiði kl. 12 og í Hvanna- sundi kl. 19, Høgni Poulsen í Miðvági kl. 12, í Servági kl. 17 og í Sandavági kl. 19. 2. páskadag: Høgni Poulsen í Gásadali kl. 12 (altargangur), Salomon Joensen á Viðareiði kl. 12, Johan Weihe í Havnar kirkju, Ejvind Vilhelm í Hests kirkju (altargangur), Kjartan Mørkøre i Nólsoyar kirkju. 1. páskadag gongur talvan í Miðvági, Servági og í Sandavági til frama fyri kirkjuna, og 2. páskadag gongur talvan í Gásadali til frama fyri kirkjuna. Framhald frá síðu 1 sekan í at hava sligið tænastu- mann í arbeiði. Hann greiddi frá, at hann var fullur og gjørdist frá sær sjálvum, tá vrakarin var komin fram á ólógliga posan. Hann segði seg harma hending- ina og bað vrakaran fyrigeva sær skaðan. Eisini segði skipar- in seg vera sinnaðan at gjalda fyri bót, endurgjald og sakar- málskostnað. Robert Brockie, umboðsmað- ur, ið virkaði sum tolkur undir rættarviðgerðini, greiddi frá, at reiðariið í fyrsta umfari var sinnað at veita trygd fyri bót, endurgjald og sakarmálskostn- að. 1.000 kr. í bót Umboðsmaður ákæruvaldsins, Schydt politifulltrúi kravdi skip- aran dømdan eina bót uppá 1.000 kr. Um skiparin fær eina nóg stóra bót, kunnu slíkar hend- ingar fyribyrgjast. Verjin, Halgir Winther Poul- sen, segði, at um vrakarin hevði verið í uniform, so hevði skiparin ivaleyst ikki givið honum ein frammanå. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum syndu samkenslu, tå id kæri maður min og góði pápi, abbi, verpåpi og beiggi okkara Joen Pauli Thomasen doyði og varð jarðaður. Takk til sangkórið, takk til prestin, M.R. Jacobsen fyri góð orð í heiminum og kirkjuni. Takk til sangarar og fyri tað stóru mongd av blómum og kransum. Takk til tykkum oll, ið fylgdu honum á gravarbakkan. Fyri tey avvarðandi Alla, Hergerð, Birita, Henrikka Páll og Arnfinn Takk Øllum tykkum innan-,og uttanlands, sum sendu mær gávur, blómur, fjarrit, og sum á annan hátt mintust til mín á 80 ára degnum, takki eg hjartaliga og ynski gleðiligar páskir. Martin Næs, Hvalba Ungur maður sóknast eftir íbúð, rúmi ella gomlum húsum skjótast møguligt. Ingålvur Patursson hittist aftan å kl. 18 telf. 1 31 22 Veltistudningur Umsóknir um veltistudning skulu vera senaar okkum seinast 15. april. Føroya Jardarråd Kunngerð frå S.E.V. I døgunum frå 1. til 8. april 1975 verdur årsnytslan fyri 1974/75 lisin av. Vit gera vart við, at allir målarar skulu lesast av nú. Har, sum vit ikki sleppa inn at lesa av, má brúkarin — eigarin — sjálvur lesa málaran av og ringja ella senda avlesingartelini til S.E.V. Vísast má til innleggingarnummar, so ikki feilir koma i Hava vit ikki fingid avlesingartølini i seinasta lagi hin 16. april, verdur årsnytslan mett i mun til årsnytsluna 1973/74. S.E.V. Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? Undirritadi: Navn: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendid hendan lepa i afturlatnum brævbjålva til: s0Sialurin box 76, 3800 Tørshavn,