Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 2. apríl 1975 sosialurin Síða 3 Starvsstovan á Debessartrød ætlast at hava eina inntøku uppá 300.000 kr. um árið Tingmenn ójavnir á máli um, hvussu lóggevast skal fyri evnaligu og bakteriologisku starvsstovuni , Tingmenn vóru ójavnir á máli um, hvussu lóggevast skal fyri evnaligu og bakteriologisku starvsstovuni á Debessartreð, tá eitt uppskot um hetta frá lands- stýrinum fekk 1. viðgerð. Semja var tó um, at ein tílík starvsstova er neyðug nú á dog- um, tá krevini um reinferi eru vorðin so stór. Tað varð nevnt í hesum sambandi, at starvsstov- an kann fara at geva Feroyum eitt gott umdømi úteftir. Landsdjóralæknin stjóri Undir orðaskiftinum fýltust summir tingmenn á, at lands- djóralæknin fer at fáa ov nógv at takast við, um hann skal gerast stjóri á starvsstovuni eisini, sum Nýggjur sjónleikur frum- framførslu 12. apríl Hetta er sjónleikur eftir Stein- bjørn B. Jacobsen, sum hann kallar >Skipið< Fyri trimum vikum síðani varð farið undir at venja seinasta leikin í leikárinum 1974/75. Tað er ikki á hverjum degi vit uppliva at síggja nýtt foroyskt leikrit. Men hetta forkunnuga fyribrigdi er veruleiki við hesum sjónleikinum. Tað er skaldið og háskúla- stjórin Steinbjørn B. Jacobsen, sum hevur latið úr hondum stórt og spennandi leikrit >Skipið<, sum við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra fer úr barkastokki ætlandi 12. apríl, mannadur við ikki færri enn 23 leikarum. Stersti parturin av leikinum fer fram umborð á langfarafiski- skipi. Her verður á fyrsta sinni skaldsliga vidgjørdur ein av mest umreddu samfelagstættum okkara, fiskimaðurin í nýggjari tíð, teir ið vit oftast og best kenna undir heitinum >teir ið halda landinum uppi<. Hvat teir vissuliga eisini gera; men sjáld- samari er at hoyra teir umrøddar sum tað teir eisini eru: vanlig menniskju. Hetta og mangt annað snýr >Skipið< seg um. Sjónleikarhúsið roknar við, at hetta verður leikur, ið av rottum fer at kveikja áhuga og umreðu úti ímillum fólk. Innihaldið er í orðsins sonnu merking bæði til gamans og álvara, drama og stuttleiki við sangi og tónleiki. Leikurin varð skrivaður á páskum í fjør. Tey leikandi eru Oskar Her- mansen, Lina Larsen, Albert Joensen, Gunvør Jensen, Jákup Olsen, Óli K. Hansen, Magna í Stórustovu o.m.m.o. sóknast eftir íbúð, rúmi møguligt. føroyskum tógvi. 15—17. Leygardag er stongt. Ungur maður ella gomlum Spinnið í Gøtu tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu Restorffs Bryggjari boðar frá. at oll avgreiðsla á bryggjarinum er hvønn dag frá kl. Á 4 húsum skjótast Ingálvur Patursson hittist aftan á kl. 18 telf. 1 31 22 Restorffs bryggjarí telef. 14728 landsstýrið hevur skotið upp. Nevnt var, at landsdjóralæknin í staðin skal vera formaður í ti ráðgevandi ráðnum hjá starvs- stu uni. Tað varð eisini nevnt, at starvsstovan kann fara at nokta onkrum flakavirki útflutning av verum, tí tær ganga ikki undir treytirnar hjá stovuni, og at tað tá verða flakavirkini, sum fara at kenna sviðan og ikki starvs- stovan. 300.000 kr. í inntøku Dánjal Pauli Danielsen, lands- stýrismaður, sum legði uppskot- ið fram, segði, at starvsstovan verður ein reint almennur stovn- ur, sum eisini fer at gera royndir fyri privatfólk uppá rokning. A henda hátt verður roknað við, at stovan fer at hava eina inntøku uppá einar 300.000 kr. um árið. Hann segði, at landsstýrið hevur skotið upp at seta eitt ráðgev- andi ráð at hava hjá stovuni, meðan Fróðskaparsetrið eisini skal hava eitt ráð, sum skal fáa atgongd til helir á stovuni at gera kanningar i. Hann segði, at grundin til, at landsstýrið hevði skotið upp at leggja starvsstovuna undir landsdjóralæknaembætið var, at landsdjóralæknin frammanund- an hevur kannað matverur. Landsstýrismaðurin upplýsti, at djóralæknin skal hava ein mann aftrat sær, sum eisini er djóra- lækni, og sum er settur. Tað er ætlanin, at hann skal hava dag- ligu leiðsluna á stovuni. Tað er eisini ætlanin, at starvsstovan sqal hava tveir deildarleiðarar sum báðir mugu hava progv sum verkfrødingar. Dånjal Pauli Danielsen segði, at tað er liðið eitt år nu, síðani starvsstovan var liðug, men at hon ikki er tikin í brúk, tí eingin lóggáva er gjørd fyri hana. Hann helt, at her fyrilá ein praktisk loysn. Heimildarlóg Atli Dam, legmaður, segði, at her var talan um eina heimildar- lóg fyri stovuna. Hann segði, at hon lutvíst er gjørd eftir donsk- um mynstri. Hann visti å, at tad i hesum føri er landsstyrid, sum hevur åbyrgdina, og sum hann helt vera rætt. Løgmadur segði, at stovan júst skal royna at fyri- byrgja, at flakavirkini skulu út- flyta ringar vørur, og at hon eis- ini skal vísa á prógv fyri, at feil- urin má liggja onkra aðra staðni, um tað skuldi hent, at ósemja og møgulig sak verður millum tann foroyska seljaran og tann út- lendska keyparan. Málið varð beint til viðgerðar í lógarnevndini. starvs- Sjómark og útróður Tað hevur verið skrivað, tosað, ja rópað nógv um at flyta sjó- markið út á 50—70, ja 200 fjórð- ingar. Jú, hetta ljóðar væl og fær fulla undurtøku frå flest øll- um, men, fer man at hugsa ov nógv um hetta, er tað nú ikki bara gott, ti vit eiga ein stóran nýmótans fiskiflota, sum fær sína úrkomu á fjarleiðunum. Alt bendur á, at eitt vítt fiski- mark verður sett, har okkara skip royna, og sum rímuligt er eisini hjá okkum. Nú er spurningurin, fáa hesi skip nokk á egnum grunni? ella noyðast vit at ganga av við tey? Grunnar okkara geva ikki nær til tann fisk, sum skip okkara fiska, so í fyrstu siftu sær ikki so gott út Men tað er eisini ein fyrimun- ur við at eiga allan landgrunnin. Tað skuldi verið biligari at fingið fatur á fiskinum, virkað hann meira til og sostætt fingið væl meira fyri hann. Hetta er tann ljósa síðan av sakini. Hin síðan er meira dekk. Allir menn, sum róðu út áð- renn kriggid, vita, hvat fiska loysi er, og vit vita eisini hví tað var; men vit hava eisini sæð, hvussu sterk náttúran er, bert hon fær ein skáða, tað sást undir krignum, og eisini tå sjómarkið varð útflutt. Hetta vísir okkum, at fiskurin má fáa eitt friðskjól fyri at hann kann vera okkum til nyttu. Míni ráð eru hesi, at inn um 12 fjórðingar má einki koma uttan ongul, tí skulu vit liva av land- grunninum, so má ansast eftir ikki at oyða fiskin. Vit menn- iskju eru so skikkaði, at verður ikki hildið hond í honka við okk- um, kann skjótt vera galið Nú vilja trolmenn sleppa aftur at trola og tað nógv longri tid, tað er nú einki at siga til tað. Tað er, sum tað stendur í fugla- kvæðnum: »Tjogvin við sítt klipta vel, hugsar við sjálvum B R Ø V sær, vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær«. Hetta ljóðar alt so legið at rópa upp um at fáa sjómarkið út á 200 fjórðingar og so samtidis gráta um at sleppa teir ikki at trola inn í taran, fara teir 1 rossaraki Hvar er logikkurin? Eg spyrji bara. Kann rovdrift sum trol og gorn ikki brúkast uttanfyri 12 fjórðingar, so latið vera við at brúka tey. Eg vil ikki beinleiðis biðja tygum, harra Jákup Sverri Jo- fiskifroðingur, men tað hesum ensen, hevði verið gott og rætt í máli, at tygum vildu sagt tygara hugsan og meining, og vónandi taka løgtingsmenn tygara orð til eftirtektar Juul Jacobsen **K* Skamm fái Sosialurin Tað hevur verið góður gamal siður millum reinlynt bleð at bera tíðindi, sum hava almennan tydning so sonn og fjølbroytt sum tað nú hevur verið teimum gjørligt. Men tad hevur góður gamal siður at meta um tíðindir og tá ið hesi koma inn á persónlig- og familjuviðurskifti so at fara so varliga við teimum, at henda flutningsberan ikki ger meira skaða enn gagn. Tað er mær ein gáta, at fólk, sum arbeiða á Sosialinum, ikki duga henda einfalda fólkaskikk Sosialurin eisini verið Ti seinasta blað — mikudagin 12. mars um, at tit ikki duga hetta. Her er ein ungur maður demdur við Føroya rætt, men tað er ein treytaður dómur. Hetta tekur so Sosialurin og slær stórt upp og hevur blaðið ikki færri enn tvær myndir av hesum dømda. Hvat billa tit tykkum inn! Hava tit ikki skomm í kroppi tykkara? Fyrst er tað í viðurskiftunum við henda unga mann, sum. ber boð sjálvandi skal føtur upp altur á og ikki við tykkara eslasparki koyrast niður í dýkið viðurskiftunum við hansara Hava tey ikki nokk at bera, um tit ikki við tykkara skitnu skriving leggja á byrðu Eisini nærmastu stein oman Og so mikið átti ein vanligur blaðmaður at vita, at tá ið dómarin gevur treytaðan dóm, so eru tað serlig viðurskiftir, sum her telja ti dømda til fyri- Og hevur dómarin við munar hesum treytaða dómi vegna samfelagið rætt hesum unga manni sína hjálpandi hond, og so skuldi tað ikki verið uppgåv- in hjá einum almennum blaði at toga tann skeiva vegin Hesum mugu tit halda uppat við. Hetta kunnu tit yvirláta til so skitin bloð sum Ekstrabladet og B.T Henry Andreasen Viðmerking frá blaðstjórnini kemur í komandi blað. Blaðst.