mikudagur 2. apríl 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 25 — 2. apríl 1975
Á
Sosialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesén, telf. 13242
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Arbeidsloysi
ARBEIÐSLOYSIÐ Í DANMARK hevur verið
rættiliga stórt í seinastuni, og í dag ganga
meira enn 100.000 fólk arbeiðsleys.
SUM VERA MAN heldur onkur tað vera nógv
fyri, at hin arbeiðsleysi skal fáa nærum líka
nógv sum hann, ið arbeiðir. Men tey, sum rakt
verða av hesum arbeiðsloysi, eru tó sakleys, og
hví skulu tey líða fyri hetta? Tey eru einans
nøkur av offrunum, sum kapitalistiska sam-
felagið krevur.
FARA VIT AT spyrja og kanna eftir, hví so er
vorðið, so fáa vit til svar, at tað er alt ov lítið
privat fyritaksemi. Og so sláa menn seg til tols
við, at privata fyritaksemið ikki rekkur so
langt, at øll kunnu hava arbeiði og vinna sær
og sínum til lívsins uppihald.
SANNLEIKIN ER JÚ tann, at orsøkin til
arbeiðsloysi, sum skapar tervin á arbeiðs-
loysisstuðli, er júst liberalisman, ið setur
privata fyritaksemið sum eina heilaga kúgv, ið
hevur einkarrætt til at seta arbeiðsskapandi
virkir á stovn. Og har sum tað privata fyri-
taksemið ikki røkkur til, ikki tímir ella ikki
hevur áhuga fyri at gera nakað, har megu fólk
finna seg í at verða rikin frá hús og heimi til
onnur pláss, har arbeiði er, ella lata sær lynda
ta albýlina, sum eitur arbeiðsloysisstuðul.
SVARIÐ UPP Á HENDAN heldur óhugnaliga
spurning er júst javnaðarpolitikkurin, sum
sigur, at har sum tað privata fyritaksemið ikki
røkkur, ikki tímir ella ikki hevur áhuga fyri at
seta arbeiðsskapandi virkir á stovn, har skal
tað almenna taka initiativid, soleiðis at øll fáa
arbeiði.
GANGA VIT HESA leið, sleppa vit undan
arbeiðsloysi og ti albýlpolitikkinum, sum eitur
arbeiðsloysisstuðul. Ístaðin fáa oll arbeiði, o
harvið verður framleiðslan og tj6darurtøkan
okt til gagns fyri landið og alt fólkið.
FYRI OKKARA VIÐKOMANDI man vera
betri at binda um heilan fingur og taka við læru
av teimum skeivleikum, sum grannar okkara
hava gjørt.
SSialurin
dagbókin
Sjómanskvinnu-
ringurin í Havn
hevur fund á Sjómansheim-
inum í kveld kl. 20.00.
Tingið saman
Komandi mánadag kl. 16.00
kemur legtingið saman eftir
páskafrítiðina. Tá kemur
m.a. til viðgerðar uppskot frá
sjálvstýrisflokkinum um yv-
irtøku av málinum Føroya
undirgrund.
Týsdagin komandi kemur
til viðgerðar hitt av lands-
stýrinum fráboðaða uppskot-
ið um heildarloysn útróðrar-
manna.
Filadelfia
Telefonandaktin svarar alt
samdegrið á telefon 1 48 80.
Radiotelefoniskeið
byrjar á Føroya Sjómansskúla mánadagin 7. april kl. 19.00.
Próvtekan verður 17. ella 18. apríl. Undirvíst verður øll.
kvøldini uttan leygarkvøld og sunnukvøld frå kl. 19.00 til kl.
22.00. Áhugaðir eiga at siga skúlanum frå sum skjótast.
Føroya Sjómansskúli
Arbeiðsleiðari
Skipsforari ella stýrimaður, ið ynskir fast starv á landi, fær
arbeiði hjá okkum.
Arbeiði verður at leiða lossing og lasting av farmaskipum og
hava uppsýn við goymsluni uttandura.
Maður, ið siglt hevur við stykkjagóðsi, hevur fyrimun.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Pf Skipafelagið Føroyar
3800 Tórshavn
Skrivstovufólk
Sekt verður eftir skrivstovukvinnu
Kravt verður, at viðkomandi dugir væl maskinskriving.
Len eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Feroya
landsstýri
Matrikulstovan
Lýsið í sosialinum
NORÐOYA SPARIKASSI
Stovnaður 24. september 1919
ELSTI og STORSTI peningasta
om digg deildir:
0 Leirvikar Sparikassi, er .
* | Norðoya Sparikassi, Norðdepli
A | Norðoya Sparikassi, Viðareiði
Telefon 56366
í Norðoyum
Setið peningin inn í SPARIKASSAN =
egg sa sir |
Fr