týsdagur 18. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 113 - 18. juni 2002
Nr. 113 - 18. juni 2002
3
Um trý ár eru lánini
hjá Vágs Kommunu
komin niður á eina
álíkning. Fyri fimm
árum síðani vóru tey
fýra álíkingar
KOMMUNAL
FRAMGONGD
Áki Bertholdsen
Tað gongur alsamt framá
hjá vágbingum.
Á býráðsfundi miku-
kvøldið varð roknskapurin
hjá Vágs Kommunu lagdur
fram og hann vísir týðiliga
framgongd afturímóti árun-
um frammanundan.
Roknskapurin vísir, at
lániskuldin
hjá
Vágs
kommunu er nú komin
niður á 66 milliónir.
Hetta er 2,2 álíkningar, tí
hvørt ár fær kommunan 30
milliónir inn í skatti.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri, vísir á, at gongur
sum metingarnar hjá Toll-
og skatt metir, verður
skuldin komin niður á eina
álíkning um trý ár, í 2005.
Tá ið lániskuldin hjá
kommununi var uppá tað
mesta, var í 1997, tá ið hon
var yvir 90 milliónir.
Hendan framgondin stav-
ar fyrst og fremst av tí
stóru,
vinnuligu
fram-
gongd, sum hevur verið í
Vági seinastu árini, har
fleiri virkir við støðugum
arbeiði hava tikið seg upp.
Men harumframt hevur
tað eisini hjálpt væl til, at
rentan hevur verið so lág.
Á býráðsfundinum miku-
kvøldið varð upplýst, at í
fjør varð mett, at Vágs
Kommuna fór at fáa 27,6
milliónir inn í skatti, men tá
ið avtornaði vístu tølini, at
kommunan hevði fingið
30,6 milliónir inn í skatti,
ella tríggar milliónir meir
enn mett.
Hinvegin vórðu rentuút-
reiðslurnar mettar til 4,8,
men blivu bara 4,4 milli-
ónir. Av tí sama hevur
kommunan betalt meiri
avdrátt, enn mett var, at hon
skuldi betala, mett var, at
avdráttirnir í fjør skuldi
vera 7,2 milliónir, men
avdráttirnir blivu 7, 7
milliónir.
Í fjør kundi Vágs komm-
una byggja út fyri 3,8
milliónir, men hon brúkti
bara 2,6.
Í ár er skattainntøkan
mett til slakar 30 milliónir
og higartil í ár vísir tað seg
at halda.
À býráðsfundinum miku-
kvøldið, varð roknskapurin
góðkendur.
Formaðurin og
skrivarin í nevndini
eru nývald
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nýggja fiskidaganevndin
hevði sín fyrsta fund,
fríggjadagin, 14. juni.
Formaður í nevndini er
Óli Samró, Tórshavn og
skrivari er Herta Olsen,
Saltangará. Hinir nevnd-
arlimirnir eru: Bjarni Kass,
Tórshavn, sum umboðar
Trolskip, Jens Jacob Olsen,
Toftir, umboðar Trolbátar,
Chris Jan Michelsen, Tvør-
oyri, umboðar Meginfelag
Útróðrarmanna,
Rólant
Poulsen, Eiði, umboðar
Línuskip og Eyðun Jo-
hannesen, Oyrabakki, um-
boðar Fiskimannafelagið.
Ger tilmæli til
landsstýrismannin
Fiskidaganevndini er sett
sambært lógini um vinnu-
ligan fiskiskap, og hon
umboðar vinnuna á sjó-
num. Nevndin letur lands-
stýrismanninum í fiski-
vinnumálum sínar metingar
um støðuna hjá botnfiska-
stovnunum og ger tilmæli
um fiskidagar. Somuleiðis
ger nevndin tilmæli um,
hvussu fiskiskapurin skal
skipast komandi fiskiár.
Óli Samró, sum nú er
formaður og Herta Olsen,
sum er skrivari, eru nývald
í fiskidaganevndini.
Vágbingar skylda minni og minni
Fiskidaganevndin
farin til arbeiðis
Tað gongur alsamt framá hjá vágbingum skuldin minkar alsamt
Óli Samró er formaður í
fiskidaganevndini. Skrivari
er Herta Olsen. Bæði eru
nývald
C
M
Y
K
3
2