Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 113 - 18. juni 2002 Nr. 113 - 18. juni 2002 5 Skipameklari ásann- ar, at tað verður ikki lætt at finna eitt hóskandi avloysara- skip til suðuroyar- siglingina, tá ið Smyril aftur fer í dokk í heyst SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað verður ikki lættasta uppgávan í verðini at finna eitt hóskandi avloysaraskip at sigla ímillum Suður- oynna og Havnina, tá ið Smyril fer í dokk í heyst. Tað ásannar Tórleivur Mikkelsen, skipsmeklari. Tor Shipping er farið at leita eftir einum hóskandi skipið at loysa Smyril av, tá ið hann aftur fer í dokk. Og tað verður longu í heyst, at brúk verður fyri skipinum. Nú Smyril var í dokk á Skála herfyri, varnaðust tey, at stabilisatorarnir virk- aðu ikki sum teir skuldu. Teir gera, at Smyril rullar ikki so illa í aldusjógvi, sum hann annars hevði gjørt og tí hava teir stóran týdning fyri trivnaðin um- borð og fyri flutningin av stórum akførum og bingj- um. Sostatt er neyðugt at skipanin fæst at virka sum hon eigur av Strandferðslan hevur avtalað við klassan at Smyril sleppur at sigla í summar, men í heyst skal hann so í dokk at umvæla stabilisatorarnar. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður í seinasta lagi í oktober, at Smyril skal í dokkina at umvæla stabili- satorarnar, tí longri kunnu teir ikki strekkja seg. Hetta er eitt arbeiðið, sum væntandi fer at taka eina fýra vikur og tí hevur tað alstóran týdning fyri siglingina ímillum Havnina og Suðuroynna, at eitt hóskandi avloysaraskip fæst fyri Smyril hesa tíðina. Trupul uppgáva Men tað er langt ífrá vist, at tað fer at eydnast. Torleivur Mikkelsen á Tor- Shipping, sigur, at tað er ein trupul uppgáva og enn ber ikki til at siga nakað sum helst. Men hann vísir á, at vit eru longu í juni mánað, so tíðin er farin at renna undan. Hann sigur, at tað eru fleiri viðurskifti sum gera, at tað verður trupult at finna eitt skip, sum er á sama støði sum Smyril, ella størri. – Í fyrsta lagi er úrvalið av slíkum skipum ikki stórt. Harafturat kemur, at tað er ikki lætt at fáa eitt so stórt skip til leigu í so stutta tíð, sum tað her er talan um. Og harafturat kemur, at skipið, skal góðkennast at sigla í Føroyum. Eitt dømi er, at Strand- ferðslan hevur havt fyri- spurning um at leiga finsku ferjuna Alandiu, men har er treytin tann, at hon kann ikki sigla, at alduhæddin fer upp um 1,9 metrar og um veturin er hon nógv hægri í Føroyum - og sum summarið er Alandia í rutu- sigling, so tá er hon ikki tøk undir nøkrum umstøðum. – Sostatt eru tað nógv ymisk viðurskifti, sum skulu passa saman: Tað er fyrst spurningurin um at finna eitt hóskandi skip. So er tað spurningurin um tað ber til at leiga tað í so stutta tíð, sum tað her er talan um. Og harafturat kemur, at skipið skal lúka krøvini, sum landið setir, har tað er skrásett og krøvini sum vit seta fyri at tað skal kunna sigla í Føroyum. – Alt hetta ger at møgu- leikarnir at fáa eitt skip eru nokk so avmarkaðir, sigur Tórleivur Mikkelsen. Strandferðslan hevur søkt um eina eykajáttan upp á 6,3 milliónir til eitt avloysaraskip fyri Smyril ímeðan hann er í dokkini. Enn er óvist, hvørja lagnu, umsóknin fær, men Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, fer nú at leggja málið fyri landsstýrið. Sambært Sjónvarpið Føroya fer hann at mæla landsstýrinum til at taka undir við henni. Ringt at finna avloysaraskip til suðuroyarsiglingina Finska ferjan, Alandiu, er stór, men hon er ikki góðkend at sigla, har alduhæddin fer upp um 1,9 metrar og tí kann tað ikki koma uppá tal at leiga hana. Tað er bert eitt dømi um tey viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið hóskandi avloysaraskip skal finnast fyri Smyril Aldubáran fær næstu tíðina at hava tvær frumframførslur á Summartónum. Bólkurin við føroysk- um yrkistónleikarun- um ætlar eisini at taka egna fløgu upp í Fríðrikskirkjuni á Toftum TÓNLEIKUR Heri á Rógvi Einasta tónleikabólkurin av sínum slag í Føroyum, Aldubáran, fer nú aftur undir eitt umfar við kon- sertum og einari fløgu. Aldubáran er mannað við yrkistónleikarum, sum spæla ymisk ljóðføri. Aldu- báran hevur fyri tað nógva spælt kamartónleik, men hevur eisini framført annað slag av tónleiki. Fyri nøkr- um árum síðani royndi Aldubáran seg saman við Hanus G. Johansen, sum gjørdist ógvuliga væl um- tókt. Í hesum umfarinum fer Aldubáran at spæla kon- sertir í sambandi við Summartónar, sum tónleika stevna fyri klassiskan tón- leik, ið er á hvørjum ári í Føroyum. Talan verður um tvær konsertir við Aldubáruni á Summartónum. Leygardag- in 22. juni og sunnudagin 23. juni eru dagarnir, tá Aldubáran fer at hava kon- sertir. Leygardagin verður konsert í skúlanum í Fugla- firði og sunnudagin verður konsert í Norðurlanda- húsinum. Á skránni verða fimm stykki. Harímillum eru tvær frumframførslur. Sunnleif Rasmussen hevur gjørt tvey verk, sum Aldu- báran fer at spæla. Eitt eldri verk. ið kallast fyri Tvívils- døtur – fyri horn og klari- nett. Harumframt fer Aldu- báran at spæla verkið Trau- er und Freude, sum er fyri øll níggju í Aldubáruni. Trauer und Freude er skriv- að í 1999. Frumframførslurnar eru verk hjá Hsueh-Yung Shen og Kristian Blak. Hsueh- Yung Shen er valla serliga kendur millum manna í Føroyum. Hann er tó rætti- liga víðagitin í alheimstón- leikahøpi. Hann starvast til dagligt sum professari á Southwestern University í Texas, og hann hevur eisini verið virkin við aðrar lærd- ar háskúlar í Sambandsríki- num. Hann kom í samband við partar av manningini hjá Aldubáruni og eftir um- bøn var hann eftir stutta tíð til reiðar við einum verki. Kristian Blak er hinvegin kendur av nógvum í Før- oyum, og hann hevur gjørt eitt verk til Aldubáruna. Verkið er fyri sello og gitt- ar, og tað hevur sínar røtur í fólkatónleikinum, verður sagt. Per Nørgård, danskur tónasmiður, hevur gjørt eitt verk til Onnu E. Klett á Klarinett, og hetta verður eisini spælt til konsertirnar hjá aldubáruni. Danin Tomas Søndergård er konsertleiðari. Fløga Mánadamorgunin bjóðaði Aldubáran til tíðindafund fyri at greiða nærri frá virk- seminum hjá Aldubáruni. Sagt varð, at Aldubáran hevur sum mál, at tey eina- ferð um árið skulu samlast øll fyri at spæla saman. Tónleikararnir í Aldubáruni eru allir útlærdir yrkistón- leikarar, sum fáast við tón- leik burturav, tó mest við undirvísing í Føroyum. – Vit vilja fegin savna teir tónleikararnar, sum eru. Vit mugu meta støði eftir út- landinum, sigur Ólavur Jakobsen, ið spælir gittar og er fastur limur í Aldu- báruni. Seinni í ár verður farið á eina konsertferð í Norður- londum. Eisini er ætlanin at spæla inn eina fløgu í Fríð- rikskirkjuni við teimum áð- ur nevndu verkum, sum verða spæld á konsertunum í næstum. Aldubáran hevur eisini fingið sær nøkur fólk í eina nevnd at hjálpa sær við tí m.a. praktiska, t.e. Sunnleif Rasmussen og Urd Jo- hannesen. Til konsertirnar nú manna níggju fólk Aldu- báruna. Tey eru: Andrea Heindriksdóttir, Anna E. Klett, Jógvan Zachariassen, Páll Sólstein, Øssur Bæk, Sámal Petersen, Rúni Bæk, Ólavur Jakobsen og Jóhannes Andreasen. Aldubáran við summartónum og fløgu Aldubáran spennir seg út í næstum. Her eru nakrir av tónleikarunum og nøkur tónaskøld. Mynd: Jens Kristian Vang Annita á Fríðriksmørk: Væl nøgd við landsstýrisumboðini Annita á Fríðriks- mørk er væl nøgd við valið av landsstýris- monnum hjá Tjóð- veldisflokkinum. POLITIKKUR Heri á Rógvi Í Sosialinum leygardagin sigur Finnur Helmsdal, at hann kendi tað sum um, at hann skuldi fingið møgu- leikan sum landsstýrismað- ur í almannamálum. Hann sigur eisini, at hann undrast yvir valið av landsstýris- manni í mentanarmálum, har hann vísir á Annitu á Fríðriksmørk sum ein lík- inda avloysara. Annita á Fríðriksmørk vil tó ikki gera viðmerkingar til hetta. – Eg havi onga viðmerk- ing til úttalilsini hjá Finni Helmsdal. Eg eri væl nøgd við valið av landsstýris- monnum, sum øll ting- manningin hevur verið við til at valt, sigur Annita á Fríðriksmørk. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið hendur á Høgna Hoydal. Hann sigur tó við Útvarp Føroya, at hann ikki ynskir at gera viðmerkingar til persóns- spurningar. Finnur Helmsdal sigur í greinini, at hann følir seg settan til viks av leiðsluni í flokkinum. – Eg viðgeri ikki per- sónsspurningar í fjølmiðl- unum, og tí havi eg ongar viðmerkingar til úttalilsini hjá Finni Helmsdal, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum við Útvarp Føroya. Hvørki Høgni ella Annita hava nakran serligan hug at gera viðmerkingar til útsagninin hjá Finni Helmsdal. C M Y K 5 4