Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 113 - 18. juni 2002 Nr. 113 - 18. juni 2002 7 HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Tann 42 ára gamli mað- urin, sum var ákærdur fyri at hava stungið ein 24 ára gamlan mann við knívi tvær ferði, fekk seks mánaða fongsuls- revsing. Hann tók ímóti dóminum og er longu farin undir at sita dómin. Maðurin hevði stung- ið hin mannin tvær ferð- ir við felliknívi, og ann- að lunga var punkterað. Maðurin greiddi frá, at hann bara hevði vart seg sjálvan, men hetta álop- ið var ov grovt sambært dómaranum til at talan kundi vera um sjálv- verju. Maðurin var eisini ákærdur í fleiri øðrum førum fyri innbrot og stuldur. Hesum varð hann eisini funnin sekur í. Hann hevur brotið inn á Landssjúkrahúsið og stolið vandamiklan heilivág, og hann hevur eisini stolið heilivág frá skipi. Harumframt hev- ur maðurin fleiri aðrar dómar hangandi yvir sær, tí talan er um ein gamlan kenning hjá løg- regluni. Maðurin er framvegis ákærdur fyri at hava hótt ein mann eftir lívinum, men henda ákæra verður viðgjørd seinni. HERVERK Stefan í Skorini Eini summarhús, ið standa á Hálsavøtnum við landsvegin millum Skopun og Sand, hava verið fyri umfatandi herverki í vetur. Tá eigararnir av hús- unum komu aftur til húsini, varnaðust tey, at gerningsmenninir høvdu brotið fleiri rútar, og nógv annað var eisini oyðilagt. Ein stór ljósa- krúna og nakrar petrole- umslampur eru stolnar úr húsunum. Løgreglan á Sandi kann bert staðfesta, at herverkið er farið fram einaferð í vetur. Tó er ein slóð at elta. Onkur hevur sæð fólk inni í húsunun, og kanska kann hetta kasta ljós á tilburðin. Eini summarhús í Skopun hava eisini finið somu viðferð í vetur, men løgreglan hevur enn ikki funnið gern- ingsmannin. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Løgreglan hevur um vikuskiftið verið úti við ferðmátaranum, og tríggir bilførarar fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Løgreglan var í Kald- baksbotni leygarmorg- unin og fangaði tveir bil- førarar, sum koyrdu 116 og 117 kilometrar um tíman. Hetta hevur við sær eina treytaða frá- døming av koyrikortin- um og ein tvey ára treyt- aðan dóm. Sunnumorg- unin var ferðsluløgregl- an aftur í Kaldbaksbotni og tók enn ein bilførara. Tilsamans seks frágreið- ingar vóru skrivaðar. Ein bilførari var eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring. Fríggjamorgunin var løgreglan í Kommunu- skúlanum og tók fimm ólógligar skutarar og knallertir. Trupulleikin hjá løgregluni er, at skutarar mangan koyra undan løgregluni eftir smalum vegum, har bil- arnir ikki kunnu koyra og tí er neyðugt at fremja onnur tiltøk móti knallertum og skutarum. Sunnudagin boðaði ein bileigari frá, at onkur hevði roynt at stolið bilin við at klippa leidningarnar til start- aran av, men hetta mis- eydnaðist. STEVNA Stefan í Skorini Eystanstevnan spældi ógvuliga friðarliga av. Møguliga var tað tað ringa veðrið, ið gjørdi sítt til, at løgreglan hevði minni at gera enn vant á stevnum. Løgreglan tók leygar- náttina tveir bilførarar, ið koyrdu ávirkaðir, og hesir missa helst koyri- kortið. Tilsamans tríggir mans vóru so ávirkaðir, at teir máttu sova rúsin av í klivanum í Runavík. Hálvt ára fongsul fyri álop við knívi Summarhús illa viðfarin Tríggir missa kortið Einki at gera á Eystanstevnu Trupulleikin í Út- norði er, at samferðsl- an londini millum ikki er nøktandi sam- bært teimum politik- arum, ið vóru við á ráðstevnuni um sam- ferðslu í Útnorði. Størsti trupulleikin er, at prísirnir eru ov høgir og fráferðirnar ov fáar SAMFERÐSLA Stefan í Skorini Íslendingurin Hjálmar Árnason, formaður í Út- norðurráðnum, er sann- førdur um, at samferðslan millum tey trý londini í Útnorði, sum eru Føroyar, Grønland og Ísland, kann betrast munandi. – Málið er at fáa bíligari og betri ferðasamband millum tey trý londini í Út- norði. Hetta kann bert lata seg gera, um politikararnir eru fúsir at taka stór tøk saman við vinnulívinum, so at vit kunnu røkka okkara endamáli, sigur Hjálmar Árnason. Hann leggur dent á, at tann vanligi marknaðurin ikki loysir teir trupulleikar, sum eru á samferðsluøkin- um í Útnorði. – Saman kunnu vit finna loynir og fremja betringar innan samferðslu í Útnorði, so at vinnulívið eisini kann mennast av hesum, sigur formaðurin. Hann vísti samstundis á, hvussu torført tað var at hava eitt framkomið sam- ferðslukervi í Útnorði vegna tey landafrøðiligu viðurskiftini. Her búgva 400.000 fólk á einum øki, ið er á stødd við Evropa. Høgir prísir Ein tann størsti trupulleikin innan samferðlu í hesum økinum er, at prísirnir eru alt ov høgir. Vanlig fólk hava heilt einfalt ikki ráð at ferðast nógv í Útnorði vegna teir høgu prísirnar. Ein av uppgávunum verður tí at fremja tiltøk, ið kunnu lækka prísirnar á ferðaseðl- um. Tað kemur sjálvandi ikki uppá tað at fara undir eina rutu, ið gevur hall. Flogfel- øgini mæltu tí til, at avgjøld á flogvallum og ferðaskatt- ur verða avtikin, so at ávís- ar rutur verða bíligari at reka, og á tann kann prísur- in á ferðaseðlum setast nið- ur. Hetta hevði økt um eftirspurningin og sam- ferðsluna í Útnorði. Magni Arge frá Atlantic Airways og Jón Karl Ólafs- son vóru samdir um, at fleiri møguleikar eru eftir at troyta innan samferðlu, og teir vóru fúsir at kanna hesar møguleikar nærri. Flogfeløgini vístu á, at eingi fløgfeløg í heiminum hava so lítið fólkagrundar- lag at byggja sítt virksemi á. Tí er tað sera torført hjá teimum at fáa tær ymsu ruturnar at bera seg. Eingir ráðharrar Føroyski landsstýrismaður- in við samferðslumálum, Bjarni Djurholm, var til staðar, men tíverri vóru teir avvarðandi ráðharrarnir úr Íslandi og Grønlandi ikki við. Tað hevði givið ráð- stevnuni størri tyngd, men hol er nú sett á kjakið um trupulleikarnar við sam- ferðslu í Útnorði. Formaðurin Hjálmar Árnason hevði seinasta orðið á ráðstevnuni, og hann vildi vera við, at Útnorður skal gera seg meira sjónligt í norður- lendskum høpi. Eitt nú kundu limir úr Norður- landaráðnum verið bodnir við, so at teir verða kunn- aðir um tey hjartamál, sum Útnorðurráðið arbeiðir við. Semja í Útnorðurráðnum: Samferðslan skal betrast – Málið er at fáa bíligari og betri ferðasamband millum tey trý londini í Útnorði. Hetta kann bert lata seg gera, um politikararnir eru fúsir at taka stór tøk saman við vinnulívinum, so at vit kunnu røkka okkara endamáli, sigur Hjálmar Árnason, formaður í Útnorðurráðnum Mynd: Jens Kr. Vang Fýra ferðmátarar, sonevndir ferðgáar, eru settir upp í Vágum. Talan er um ljóstalvur, sum vísa, hvussu skjótt tú koyrir, tá tú fert fram við hesum talvunum FERÐKANNING Edvard Joensen Sandavági: Fýra ljóstalvur standa við vegin í Sanda- vági og Miðvági. Tær siga bilførarum, sum fara framvið, hvussu skjótt teir koyra. Avleiðingin hevur longu verið, at ferðin er minkað. Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Lands- verkfrøðinginum, sigur, at hesir ferðmátararnir, sum settir eru upp, eru liður í ferðkanningum, Lands- verkfrøðingurin hevur gjørt í vetur. – Tað hevur víst seg, at ferðin ymsastaðni hevur verið í meira lagi, og roynt verður nú við hesum tól- unum at fáa hana lækkaða. Aðrastaðni, har slíkar talvur eru settar upp, hevur tað víst seg, at meðalferðin er lækkað við fimm til sjey kilometrum um tíman, sigur Finnleif Durhuus. Og júst at fáa fólk at lækka ferðina, er endamálið við hesum tiltakinum, vísir leiðarin á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum á. Ferðgáarnir standa á vog- num, sum fluttir verða kring landið, har mett verð- ur, at tørvur er á teimum. Teir hava millum annað verið royndir uttan fyri Kollafjarðartunnilin við góðum úrsliti, sigur Finn- leif Durhuus. Hevur ávirkan Sandavágur er onnur bygdin í Vágum, har hesir ferðgáarnir standa. Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at hóast teir bara hava staðið uppi eitt vikuskifti, eru greiðar ábendingar á, at teir hava ætlaðu ávirkanina. Nevni- liga, at bilarnir seta ferðina niður. – Tað er heilt greitt, at bilarnir høgga bremsurnar í, tá teir knappliga síggja á eini talvu, at teir koyra ov skjótt. Loyvt er at koyra 50 kmt. har gáarnir standa, og tann, sum higartil er máldur at koyra skjótast, var oman fyri 80 kmt., og tá er koyri- kortið í álvarsligum vanda, sigur hon. Rósa Samuelsen sigur annars, at Sandavágs Kommuna hevvur einki við hesar gáarnar at gera. Tað er Landsverkfrøðingurin burturav, sum tekur sær av hesum. Sandavágs Komuna hev- ur hinvegin biðið um at fáa ferðforingar í vegin, men hevur ikki fingið tær. – Fæst hetta at rigga, er tað í lagi sigur Rósa Sam- uelsen, sum vónar, at gáar- nir fara at verða standandi í hvussu er eina tíð. Ferðgáar At nevna hesar vognarnar við ljóstalvunum ferðgáar er úrslit av eini uppskots- kapping, sum Landsverk- frøðingurin hevur stílað fyri. Tann sum kom við vinnandi hugskotinum, var Hans Kristian Mikkelsen, verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er frá frá Lands- verkfrøðinginum. Navnið er funnið í sam- starvi við málfrøðingin Jóan Hendrik Winther Poulsen, og vísir tað til, at her er tól, sum gáar eftir ferðini hjá bilunum, sum koma strúkandi framvið, verður sagt í tíðinda- skrivinum. Gáa eftir ferðini í Vágum Tað er heilt týðuligt at síggja, hvussu ferðin minkar, frá tí talvan tendrar, til bilurin er farin framvið. Ikki var óvanligt ta løtuna, Sosialurin hugdi at ferðgáanum í Sandavági, at ferðin minkaði við umleið 20 kilometrum um tíman, tá bilførarin sá, hvussu skjót hann koyrdi Mynd: Edvard Joensen Anna E. Klett, klarinettspælari, hevur fingið eina heiðursløn frá Dansk Komponistforening fyri sítt spæl við klarinettini og nýggj- um tónleikaverkum TÓNLEIKUR Heri á Rógvi Í hesum døgum regnar tað við heiðurslønum til før- oyskar tónleikarar. Fyri stuttum gjørdist tað alment kent, at Sunnleif Rasmus- sen hevði fingið virðisløn fyri Norðurlandaráðnum fyri hina fyrstu symfoniina, Oceanic Days. Um mánaðarskiftið varð Anna Elisabeth Klett heiðrað við heiðursløn frá Dansk Komponistforening. Anna sigur sjálv, at virð- islønin verður latin etabler- aðum tónleikarum fyri arbeiðinum hjá teimum. Anna hevur fingið sína heiðursløn fyri nýggjan tónleik av klassiskum slag, sum hon at kalla spælir burturav. Hon spælir til dagligt í Danmark, og hon hevur fingið skrivað fleiri verk til sín og hevur sam- starv við nógv kend tóna- skøld í Danmark. – Eg haldi tað vera stórt, at fólk viðurkenna mítt ar- beiði, sigur Anna Elisabeth Klett. Við heiðurinum fylgdu eisini 20.000 kr. Sum tað eisini verður umrøtt aðrastaðni í blað- num, so er Anna Klett í Føroyum í hesum døgum og spælir saman við Aldu- báruni. Athelas Anna Elisabeth Klett hevur tikið prógv við konserva- toriumið í Keypmanna í 1991, og hon tók prógv sum solospælari í 1994. Hon hevur eisini studerað tónleik á lærdum háskúla í Geneve í Sveis. Hon ar- beiðir í løtuni sum free- lance tónleikari í Keyp- manna, og hon er eisini knýtt at stats emsemblinum Athelas í Keypmanna, t.e. ein sinfionetta. Athelas kemur eisini til Føroya at spæla í sambandi við summartónar. Hon hevur eisini givið eina fløgu við manni sínum og tónaskaldinum Jens Hørsving, sum nýtir teldu til at gera tónleik. Fløgan hjá teimum kallast Roto. Sosialurin ynskir Onnu hjartaliga tillukku. Anna E. Klett: Vunnið heiðursløn fyri nútíðar tónleik Anna E. Klett hevur fingið eina heiðursløn frá Danska Komponistforening. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6