Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 113 - 18. juni 2002 Nr. 113 - 18. juni 2002 9 Hetta sigur Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningar- stovu. Hann heldur, at ferðasambandið til Norðoyggjar og upp- lýsingin um broyt- ingarnar á farleiðun- um hava verið út av lagi vánaligar í vár og tað, sum farið er av summarinum FERÐAVINNA Jákup Mørk Klaksvík: – Alt byrjaði í vár við verkfallinum, sigur Christian. Hann greiðir frá, at mynstrið hjá ferðafólkun- um, sum koma hendan veg- in er og hevur verið, at á vári koma tey eldru ferða- fólkini. Tey koma ofta til landið, áðrenn summarfrí- tíðin byrjar, og steðga í eina viku. Tey ferðast í pørum ella í bólkum upp á millum 20 og 25 fólk. Tá tey einans steðga í eina viku, so vilja tey sjálvandi nýta tíðina fult út til at koma so víða um í landinum, sum gjør- ligt. Men tað lat seg ikki gera í vár, orsakað av verk- fallinum. Serliga áðrenn greiða var fingin á Suður- oyarleiðini. Tá komu ferða- fólkini ferð eftir ferð út fyri, at tey stóðu í Fugla- firði og bíðaðu eftir Scaniu, og so sigldi Dúgvan av Leirvík, ella umvent. – Og tað tímir ferðamað- urin ikki. Tí hann hevur goldið nógvan pening fyri at koma her, og so vil hann sjálvsagt hava nakað fyri peningin, sigur Christian, sum heldur tað vera út av lagi vánaligt, at frá- boðaninar um broytingar á teim ymsu farleiðunum bara eru á føroyskum. Christian heldur fram, at tá so verkfallið var av, og viðurskiftini um Leirvíks- fjørð komu í rættlag aftur, ja, so bleiv Eysturoyarberg- holið stongt. Tað er so lagi við tí, tí trygdin hevur sjálvandi alt at siga, men tá tú kom til bergholið, so stóða at lesa á tí fremsta skeltinum: The tunnel is closed! Á tveim- um skeltum aftan fyri, stóð so á føroyskum at bussar og tung ferðsla var undantikin og at leiðin gongur annars um Eiðisskarð. – Hvussu í allari víðu verð, skal ein hollendingur ella onkur annar útlending- ur vita tað, tá tað bara stendur á føroyskum?? spyr Christian, og leggur aftur at, hvat ger ein útlendingur, sum kemur til eitt skelti, sum sigur, at bergholið er stongt?? Hann vendir sjálv- andi 180 gradir og fer tískil slettis ikki norður um, tí hann er jú ikki greiður yvir, at tað er ein annar vegur. Og so oman á alt hetta, so skuldu teir spreingja oman fyri Skipanesi seinasta hós- dag og bleiv tann vegurin so stongdur frá klokkan hálvgum sjey á kvøldi. – Tað bleiv lýst líka frá morgni av, og tað er heilt vist, at av tí sama settust fólk aftur at koma norður- eftir, heldur Christian. Hann skilir ikki, hví teir skulu steingja handan vegin so tíðliga á kvøldið fyri at spreingja og so á einum so føgrum summardegi, sum hósdagurin var. – Spreingja kunnu teir saktans gera seinni á kvøldið. Christian heldur, at tað er sera harmiligt, at her er ein keðilig støða, sum tað ber til at gera okkurt við, men tað verður bara ikki gjørt nakað. – Tá vit hava spurt okkum fyri, um ikki okkurt kann verða gjørt, so er svarið bert, at tað verður hugt eftir málinum. Umstøðurnar vánaligar At tað ofta er rokaligt á ferjulegunum bæði í Klaks- vík og í Leirvík er staðfest ferð eftir ferð. Christian tekur sjálvur eitt dømi. Hann skuldi til Havnar og setti tí bilin í røðina klokkan fýra seinna- partin, men slapp ikki yvir um fyrr enn túrin klokkan trý korter til seks. Tað er bert tað eina skip- ið um Leirvíksfjørð og tað skal bæði flyta frakt og ferðafólk, og so er tað bert ein spurningur um, hvør vinnan er tann sterkara, tá tað kemur til, hvør sleppur við. – At bjóða ferðafólkum at fyrst verða noydd at bíða í tímavís fyri at sleppa við Dúgvuni, og so, tá tey koma umborð, at troðka seg í millum bilarnar við bæði skrelli, fiski og aðrari frakt, tað er ov nógv av tí góða, heldur Christian, sum vísir á, at tað negativa ofta hoyr- ist bæði skjótari og betri enn tað positiva. – Tey, ið selja ferðir, hava í ár aftra seg við at selja ferðir til Norðoyggjar, tí viðurskiftini hava verið so ógreið, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Hann heldur eisini, at tað verður alt ov tungt at byggja eina ferðavinnu upp í útjaðaranum, tá ferðasam- bandið ikki er regluligt og til at líta á. – Tí ferðafólkini hava eina stutta tíð her, og tey vilja hava sum mest burtur úr. Tey skula helst kunna fara úr aftur Føroyum við einum góðum minni. Ikki einum minni, um at tey ferð eftir ferð høvdu trupulleik- ar við at koma har til, sum tey ynsktu at koma, sigur Christian Olsen, sum at enda vísir á, at tað er ikki bert í Norðoyggjum at hes- in trupulleikin er. Ferðamaðurin aftrar seg við at koma til Norðoyggjar BØKUR Tíðindaskriv Í februar 2001 vardi Anne- Kari Skarðhamar, fyrsti amanuensis við læraraút- búgvingina á Høgskolen í Olso, ph.d.-ritgerð sína um skaldskapin hjá Christian Matras. Í metingarnevndini sótu Leif Mæhle professari, Olso, W. Glyn Jones prof- essari, Norfolk, Onglandi, og Malan Marnersdóttir rektari, Tórshavn. Heitið á ritgerðini var Poetikk og livstolkning i Christian Matras' lyrikk - med et til- legg om Matras og færøysk lyrikk. Ritgerðin er nú útkomin í bók á Unipub-forlagnum í Oslo, sum í samstarvi við Føroya Fróðskaparfelag hevur latið prentað ser- upplag sum Supplementum til Fróðskaparrit. Í formælinum til ritgerð- ina sigur Anne-Kari Skarð- hamar, at fyrstu ferð hon hoyrdi um Christian Matras var, táið hon byrjaði univer- sitetslestur í norskum í 1968 og las »De fortabte spillemænd« eftir William Heinesen. Har vísir frá- søgumaðurin til »dr.phil. Christian Matras' karakter- istikk av fiksjonens lyriker, Sirius«. Hetta sama árið um heystið var hon lestrarferð í Føroyum og fekk innivist hjá Christian Matras og konuni Marionnu, sum hon seinni hevur skrivað bók um: »Dreymurin um at veva«. Hesa bók gav Norð- urlandahúsið í Føroyum út í 1996. Í níti árunum hevur hon á hvørjum ári verið í Føroy- um og vitjað Marionnu, og hjá henni havt atgongd til bókasavn, upprit og handrit hjá Christiani Matras, og Marianna hevur greitt frá og stuðlað henni at skriva um skaldskapin. Anne-Kari skrivar m.a. í formælinum: »Etter hvert forsto jeg at en utkant kan være »verdens navle«, der en som Willian Heinesen kan veksle blikk med syvstjernen, og som Christian Matras høre en allheimstone i havbruset«. Fyri stuðul í arbeiði sín- um við ritgerðini hevur Anne-Kari eisini eina stóra tøkk at bera Føroya Lærara- skúla og Árna Dahl. Úrslitið er undir øllum umstøðum ein sera áhuga- verd bók um skaldið Christian Matras og hans- ara skaldskap, sum hevur ríkað okkum øll við sínum eyðkenda lag, ið vit venda aftur og aftur til. Í bóka- mentaskránni eru ikki færri 145 yrkingar nevndar, og teirra millum sjálvandi all- ar tær, vit ikki troyttast av at syngja við so mong høvi. Bókin um skaldið Chris- tian Matras – við vevnaði eftir Marionnu Matras á permuni – er 332 bls. For- lagið í Oslo (www.unipub.no, t-postur unipub@sio.uio.no) selur bókina fyri NOK 358,- . Bí- leggingar kunnu umframt til forlagið sendast til net- bókahandilin www.gnist.no Eitt avmarkað tal av bókini er at fáa í bókasølunum í Havn fyri 350 kr. eintakið. Anne-Kari Skarðhamar er í løtuni stødd í Føroyum í sambandi við verjuna av ph.d.-ritgerðini hjá Kirsten Brix: Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab. Verjan verður á Føroya Studentaskúla í Hoydølum fríggjadagin 14. juni kl. 13. Kirsten Brix er tann triðja, sum verjir ritgerð við Fróð- skaparsetur Føroya. Teir, sum frammanundan hava fingið ph.d.-heitið frá setr- inum, eru Jóannes Dals- gaard og Andras Morten- sen, sigur Føroya Fróð- skaparfelag í tíðindaskrivi. Nýggj bók um skaldið Christian Matras Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, heldur at, viðurskiftini viðvíkjandi ferðasambandinum til Norðoyggjar eru út av lagi vánalig Nógva regnið leygar- dagin gjørdi, at kapp- róðurin eydnaðist ikki so væl í peningi, men tað var eitt stórt plástur á sárið hjá kappróðrarfelagnum, at Eysturoyingur vann ein so spenn- andi róður EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen At skipa fyri eini summ- arstevnu, krevur nógv fólk, nógva tíð og nógva ar- beiðsorku. Ein hópur er at fyrireika, áðrenn ein stevna fer at bakkastokki, og fólk kunnu njóta tey tiltøk, sum nú einaferð eru fingin upp at standa. Avgerandi fyri, at uttan- duratiltøkini eydnast, er veðrið, og tá ið vit búgva í Føroyum, er eingin trygd fyri, at vit fáa tað veður, sum øll nú einaferð ynskja sær. Regn leygardagin Veðrið á eystanstevnu, sum seinasta vikuskiftið varð hildin í Runavík, Saltang- ará og á Glyvrum, var einki at reypa av. Leygardagin regnaði illa, og tað regnaði at kalla alla náttina, men lotið var lítið og einki. Undir kappróðrinum var regn, og tað regnaði eisini á midnátt, tá ið midnáttar- løtan var. Tað var Kappróðrarfe- lagið NSÍ, ið skipaði fyri kappróðrinum, sum í peng- um ikki gav tað, sum fólk høvdu vónað. Hinvegin var tað eitt stórt plástur á sárið hjá felagnum, at 10-manna- farið, Eysturoyingur, vann ein so spennandi róður í harðari kapping við Vest- menning og Klaksvíking. Somuleiðis er tað ein uggi, at tað gekk ógvuliga væl at avgreiða kapp- róðurin hendan dagin. Hóast regnið, eydnaðist midnáttarløtan leygar- kvøldið væl. Rættiliga nógv fólk var samankomið á Torginum at lýða á røðuna hjá Edvardi Joensen og vera við í teimum til- tøkum, sum har vóru. Henda løtan endaði við fýrverki. Góður sunnudagur Helst var einki regn eftir á himli, tá ið sunnudagurin kom, tí hendan dagin var turt og gott veður, og nógv fólk hevði leitað sær á tivoliøkið. Sosialurin var fram við og tók nakrar myndir. Fyrireikararnir til stevn- una siga seg fegnast um, at tivoliøkið er flutt inn á økið niðanfyri Maskinhandilin, tí hetta vísti seg at rigga serstakliga væl og samlaði nógv fólk - ikki minst sunnukvøldið í tí góða veðrinum, ið var. Samanumtikið kunnu vit siga, at hóast vánaligu stevnulíkindini leygardagin og leygarkvøldið, stendur sunnudagurin eftir í minn- inum hjá stevnugestunum sum ein góður og væleydn- aður dagur. Feløgini, sum skipaðu fyri eystanstevnuni, eru í fyrsta lagi NSÍ, Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ, Hondbóltsfelagið Tjaldur, Mentanarhúsfelagið og Bátafelagið á Bakka. Somuleiðis vóru onnur smærri feløg og einstak- lingar við í fyrireikingun- um, og tað var Eysturoyar Kunningarstova, sum átti sín lut í, at alt sampakkaði, tá ið saman um kom. Fólk væl nøgd við nýggja tivoliøkið Tað eydnaðist væl at flyta tivoliøkið inn í "hjartað" í Runavíkar kommunu. Sunnukvøldið var gott veður, og nógv fólk hugnaðu sær á nýggja tivoliøkinum. Mynd: Vilmund Jacobsen Tvær fittar eystanstevnudiddur við bamsu og rósum. Mynd: Vilmund Jacobsen Hesar fóru ikki tómhentar heimaftur. Onnur hevði vunnið eina stóra bamsu. Mynd: Vilmund Jacobsen. Hugnaligt var at spáka í tivoliøkinum sunnukvøldið, og ljósini frá básunum vóru vøkur á at líta Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8