Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin sostalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn Uígevari: Førøya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Otruligt TAÐ ER ØLLUM kunnugt, at ólag hevur verið , á vidurskiftunum á Suðuroyar sjúkrahúsi nú i longri tid. ALMENNINGURIN hevur tó lítið og onki fingið at vita um hesi viðurskifti, men í sein- astuni er eitt og annað komið fram, eitt nú frá- søgn her i blaðnum um eina hending á sjúkra- húsinum, tá ein serlækni í rentgen frá lands- sjúkrahúsinum ikki slapp at arbeiða á Suðuroy - ar sjúkrahúsi. Somuleiðis hava lesarabrøv verið í bløðunum og nú seinast frættu vit um marg- háttligu samtyktina hjá Tveroyrar býráð í hesum máli. Í EINUM LESARABRÆVI í Dagblaðnum og Norðlýsinum verður m.a. sagt, at yvirlæknin á Suðuroyar sjúkrahúsi má rýma, tá hann ikki fær arbeiðsfrið fyri nøkrum javnadarmonnum, rottaðir saman við landslæknanum. At javnað- armenn sum so hava nakað við hetta mál at gera, er okkum ókent, men vit eru vitandi um, at yvirlæknin ikki kann samarbeiða við lands- læknan. OG TAÐ ER VÆL heldur onki dulsmál longur, at yvirlæknin á Suðuroyar sjúkrahúsi ikki hevur kunnað samarbeitt við verandi og fyrr- verandi læknar á staðnum, og at hann heldur ikki kann samarbeiða við serlæknar av lands- sjúkrahúsinum, sum aðru hverja viku vitja sjúkrahúsið. Hesir hava fingið forboð fyri at virka har og eru riknir á dyr, sum frásegnin her í blaðnum fyri stuttum eisini bendi á. UM SOMU TÍÐ hava somu serlæknar av landssjúkrahúsinum við sama millumbili vitja Klaksvíkar sjúkrahús, har teir hava verið væl móttiknir og hava arbeitt væl saman við lækn- unum á staðnum. Ein skuldi trú, at tá eitt slíkt samarbeiði kann fara fram millum landssjúkra- húsið og Klaksvíkar sjúkrahús, so skuldi tað eisini kunnað farið fram millum landssjúkra- húsið og Suðuroyar sjúkrahús. Men so er ikki. NIDURSTØDAN MÅ sostatt vera, at annað- hvert er yvirlæknin ikki at samarbeiða við ella eisini er nakað galið við verandi og fyrrverandi læknum á staðnum, sum ikki hava kunnað samarbeitt við yvirlæknan, somuleiðis við ser- læknunum á landssjúkrahúsinum, sum heldur ikki kunnu samarbeiða við yvirlæknan og tað sama við landslæknanum og sjúkrahússtýrin- um, ið heldur ikki kunnu semjast við yvir- læknan. MEN AT ALLIR hesir eru ómeguligir og als ikki at samarbeiða við ljóðar ótrúligt. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend á Nesi, Torkil Beder í Fuglafirði, altargang- ur, K.O. Viderø i Hvalba kl. 11 og í Sandvík kl. 18. Inn- savning í báðum kirkjum til frama fyri Neyðhjálp Fólka- kirkjunar. Nú kl. 11 Frá komandi sunnudegi verð- ur farið í kirkju á Strondum og á Skála kl. 11. Finn Cappelgaard KSS-skrivari hevur gudstæn- astu í Skála kirkju í kvold kl. 20 og í Oyndarfirði hóskveld- ið kl. 20. Talvan gongur. Várgleði hevur fund Hobby. í dag kl. 16: Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. Komnir til Grønlands Høgifossur kom leygardagin til Grønlands å reyduveidu. Konfirmatións- veitsla verður fyri báðum holdunum og foreldrum teirra í KFUK í kveld kl. 20. Frelsunar- herurin I kveld kl. 20.30 ungdóms- fundur. Hóskveldið kl. 20 fundur í heimaforbundinum. Evangeliihúsið Í kveld, hóskveldið og friggj- akvøldid evangeliskir fundir í skúla-aulini í Vestmanna kl. 20, har Torkild Terkelsen og Dennis Burnett tala og syngja. Í telefonandaktini, telf. 12266 talar Torkild Terkel- sen. Mikudagin 9. 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Enskt II 2.00: Middagskonsert 2.20: Vedurtidindi og tidindi 2.32: Tónleikur 2.50: Vedurtidindi 2.51: Tónleikur 3.00: Kvøduljømar til sjó- folkid .30: Veðurtíðindi og tíðindi „42: Miðvikan 9.30: Fólkalog 20.00: Enskt II Nr. 27 — 9. april 1975 ofrer Forheradir apukattar Soleidis tók onkur til einaferð tað snúi seg um menn, sum á- haldandi vildu trútta ein mann til lygn, sum tó at enda kundi prógva, at hesir forheraðu apu- kattarnirt høvdu allan órættin. Nakað soleiðis er við hesum nógvu monnum, sum áhaldandi hava staðið fram og trúttað niður í fólk til tey helst at enda trúgva hesum forherðingum, tí teir eru åtøkir hvítum smålomb- um, tá teir í skrift og í talu seta fram sínar útleggingar. Hvert teir so eita J. ella G. ella annað. Í hesum viðfangi er tað skúla- stjórnin. Her hevur verið skriv- að nógv, og nógv, sum átti heldur at verið óskrivað, tí her er ikki talan um, at núsitandi landsstýri hevur gjørt nakra sum helst broyting uttan tað einu, at nú skal landsstýrið velja ein av stjórnarlimunum. Tað er í og fyri seg eingin av teim nú- og fyrrverandi so- nevndu »loysingarflokkunum«, sum komu við hesum, at vara- bispurin átti ikki at vera fastur limur. Men tverturímóti serliga sjálvstýrisflokkurin, honum næstur sambandsflokkurin og síðani við undirtøku av javnad- arflokkinum, sum settu fram broytingina. Og hon er gjørd eft- ir vanligari demokratiskari mannagongd, vidgjørd å tingi og samtykt av løgtinginum. Og so hendir tad, at flokkarnir skulu velja limir í skúlastjórn- ina, tá starvstíðin hjá gomlu stjórnini var liðin. Landsstýrið velur nú ein og logtingið triggjar og statsmyndugleikarnir ein. Valið av skúlastjórnarlimun- um fór soleiðis fram, at logtingið valdi Petur Eli Mikkelsen (javn- aðarflokkurin), Edmund í Garði (fólkaflokkurin), Petur Hgj- gaard Simonsen (sambands- flokkurin), og landsstýrið Hans J. Debes (tjóðveldisflokkurin), og síðani er ríkisumboðsmaðurin valdur av statsmyndugleikun- um. Og nú er tað at landsstýrið fær lisið og skrivað, at tað ikki hevur valt bispin. Og so er laga- manni serliga at kasta javnaðar- flokkinum fyri, at hann ikki valdi bispin. Men hví hevur so t.d. sambandsflokkurin ikki valt bispin? Hann hevur havt somu atstødur sum ein av uppskots- stillarunum til løgtingsmålid um at avtaka at bispurin skuldi vera føddur limur í skúlastjórnini? Ja soleiðis kann verða spurt og kastað. Men máti skal vera við. Tað er vónandi av gáloysni og lítlari vitan um tey veruligu við- urskiftini at menn hava skrivað so nógv ósætt í Dimmalætting um hesi viðurskifti. Og er tað ikki orsekin, ja so má ein siga sum maðurin tók til á sinni, at hatta eru nakrir forheraðir apu- kattar. Stór, góð føroysk egg fáast nú í gllum krambúðum á bygd og í bý. xx Føroysk egg er fyrsta og einasta búnaðar- vera, ið kann dekkast við førovskari fram- leiðslu. *xx* Leggið til merkis, hvussu leskiligur sterk- littur reyðin er, tá eggini verða stokt ella kók- að. vatn. Hví? Givið verður bert sterk, rættvísindaligt sam- ansett vitaminiserað fóður og reint keldu- * * Eggini munnu vera ódýrari viðskeri saman- borið við góðskuna. Eggini innihalda nógv evni (ca. 25), sum eru neyðug og uppbyggjandi fyri heilsuna, men sum hinvegin eru fátæk uppá kaloriur. ** Skip, ið skulu langar túrar, kunnu fáa egg, sum eru pakkað sama dag. kk Føroyingar keypa føroyskt og stydja føroysk arbeidsplåss.