mikudagur 9. apríl 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 9. apríl 1975
sosialurin
Avdúkan av óregluligari
framferð í SMS málinum
Á býráðsfundi í Havn seinasta hóskveld legði
Leivur Johannesen fram prógv fyri, at umsóknir
frá handilsfyritokum í Havn um at sleppa niðan
á midstadarøkid vid Trapputrødna hava verið
krógvaðar í 2 ár, meðan umsókn frá SMS bleiv
vidgjørd í størsta skundi
A byrådsfundi í Havn seinasta
hóskveld bleiv Sofus Sivertsen
biðin um at fara út úr býráðs-
salinum, meðan viðgerð og at-
kvoðugreiðsla fór fram í sam-
bandi við SMS-málið. Upplýst
varð, at Sofus Sivertsen fór út,
tá SMS-sáttmálin var til við-
gerðar í býráðnum 7. mai 1974,
av ti at hann er verfadir at Hans
Mortensen, ið er stjóri og nevnd-
arformadur i SMS. Men å fund-
inum seinasta hoskvøld noktadi
Sofus Sivertsen at fara av fundi
av ti at hann ikki kendi seg inn-
habilan i år.
Oreglulig
framferð
Leivur Johannesen segði, at
hann kendi seg skelkaðan yvir at
hava sitid í byggi- og býarskip-
anarnevndini í meira enn tvey ár
við bindi fyri eygunum. Hann
upplýsti, at hann sama dag (3/4
1975) hevði frætt, at Keypssam-
tøkan fyri tveimum árum síðani
hevði skrivað til Tórshavnar
Kommunu um at fáa eki til leigu
uppi á ætlada midstadarøkinum
(Trapputreðni). Hesum avvísti
Petur Christiansen byrådsfor-
maður hvassliga. Formaðurin i
byggi- og byarskipanarnevnd-
ini, Sofus Sivertsen, avvisti
hesum somuleidis.
Leivur Johannesen las,
prógv fyri hesum, avrit av um
sóknini frá Keypssamtekuni
dags. 19/3-73, sum var beind í
byggi- og býarskipanarnevndina
23. mars 1973, signerað av bý-
ráðsformanninum Petur Christi-
ansen. Eisini vísti Leivur á aðrar
fyritøkur, eitt nú Sjovinnubank-
in, Nýggi bókhandil og Radio-
búðin hjá Árna C. Joensen, ið
somuleiðis høvdu send umsókn á
vári 1973 um at sleppa niðan á
midstadarøkid. Allar hesar um-
sóknir vóru somuleiðis sendar í
sum
byggi- og byarskipanarnevndina
uttan at fáa viðgerð og uttan at
meinigu limirnir í nevndini
kendu til hesar umsóknir. Hann
helt tað vera sera logið, at tann
seinasta umsóknin í vár frá
SMS, dagfest 1. oktober 1973,
longu eina viku eftir fekk við-
gerð, og at fyribilssáttmáli bleiv
gjørdur við hetta felag longu 20.
oktober 1973. Leivur helt, at um
regluliga varð farið fram og
nevndu umsóknir vóru komnar
Trapputreðin
fram í dagsins ljós, so hevði
SMS-umsóknin dottið burtur av
sær sjálvum
Svimjihøll á
Trapputrødni
Jåkup Suni Jacobsen helt, at
hitamidstødin, sum bygd verður
Leingjanin av R.C. Effersøesgøtu í samband við SMS
i sambandi vid Apotekid, kundi
nytast i sambandi vid svimji-
holl, um SMS-málið dettur nið-
urfyri. Hann upplýsti samstund-
is, at skúlarnir høvdu verið fegn-
ir, um svimjihell varð bygd á
Trapputrødni.
Jákup Súni las upp avrit av
brævi, sum Sosialurin hevur
sent borgarstjóranum, dagsett
25. mars 1975: „Vit vilja við hes-
um heita á tygum um at skipa
fyri einum pressufundi um SMS-
málið við luttøku av øllum bý-
ráðslimum, skjótast gjorligt.
Gott hevdi verið, um tygum
kundu sent útvarpi og blødum
alt neyðugt tilfar um SMS. Eftir
okkara metan hevur almenning-
urin krav uppá at fáa meira at
vita um eitt so týdningarmikið
mál. «
Petur Christiansen helt tað
vera av stórum týdningi, at søl-
umiðsteðin kom nú, óansæð
hver stóð aftanfyri byggingina,
og vildi hann mæla til, at býráð-
ið keypir helini hjá Føroya
Keypssamteku í Dr. Jacobsens-
getu fyri 2,4 milj. kr., sum hann
ikki helt vera ov nógv. Hann
helt, at kommunan onkuntid
kom at fáa brúk fyri hølunum
hjá Keypssamtekuni. Somuleið-
is mælti hann til at ganga krev-
unum frá SMS á meti
Upprunaligi sáttmálin
kemur at standa við
Upprunaligi sáttmálin við SMS,
sum var til viðgerðar í býráðnum
7. mai í fjør, varð samtyktur við
8 atkvødum fyri og 4 ímóti. At-
kvøtt var við navnakalli. Teir, ið
atkveddu fyri, vóru hesir: Finn-
ur Johansen, Petur Christian-
sen, Heðin Mortensen, Berge
Persson, Kjartan Mohr, Ebbe
Mortensen og Eliesar Arge. Í-
móti atkveddu Jákup Suni Jac-
obsen, Ólavur Michelsen, Mart-
in Petersen og Leivur Johanne-
sen.
Hitamiðsteðin, sum bygd verður í samband við Apotekið
Tilráðingarnar um at broyta
sáttmálan við SMS vóru feldar á
fundinum seinasta hóskveld:
1. Tilráðingin frá Petur
Christiansen og Berga Persson
um at býráðið skal keypa helini
hjá Keypssamtekuni fyri 2,4
milj. kr., at Tórshavnar býráð
veðhldur fyri 90% av kostnaðin-
um til SMS (0.u. 27 milj.), og at
danska byggifelagið Hoffmann
& Sønner skal standa fyri bygg-
ingini, fall við fimm atkveðum
fyri og sjey ímóti.
2. Tilráðingin frá E. Arge,
sum mælti býráðnum til at veð-
halda fyri byggingini og at lata
byggifelagið Hoffmann á Senn-
er gera arbeiðið, fall við einari
atkvødu fyri og 10 ímóti.
Folkaatkvøda
Aðrenn atkvett varð, setti
Jákup Súni Jacobsen fram upp-
skot um at kommunal fólkaat-
kvøda bleiv gjørd um SMS, um
so var at tilrådingarnar frå åvik-
avist Børga Person, Petur
Christiansen og Eliesar Arge
voru samtyktar.
Eingin atkvødu-
greidsla
Tilrådingin frå Leivur Johanne-
sen frå næstseinasta byråds-
fundi var aftur å skrånni sein-
Framhald å sidu 6
Viðmerking
til Henry Andreasen
Í blaðnum seinasta mikudag
fingu vit eina heldur harðrenda
ábreiðslu frá Henry Andreasen
fyri ta fråsøgn, sum blaðið hevði
úr rættinum, tá ein ungur maður
fyri stuttum varð ákærdur og
demdur fyri at hava framt fleiri
innbrot.
Lat tað verða sagt beinan
vegin, at við undantak av skip-
arum, ið eru åkærdir og dømdir
fyri ólógliga trol- og garnaveiðu
hevur Sosialurin enn ongantíð
kunngjørt nevnini á teimum á-
kærdu.
Tað gjørdi blaðið heldur ikki í
hesum føri. Vit uppgóvu hvorki
navn ella bústað, men rætt er
tað, at vit høvdu eina mynd,
eina eftir okkara tykki rættuliga
onkisigandi mynd, ið varð tikin
aftan ífrá og sýndi ein ungan
mann, sum var ílatin soleiðis,
sum 90% av ungdóminum í dag
gongur ilatin.
Vert kundi verið at nevnt í
hesum sambandi, at onnur bleð
— Dimmalætting og Tíðinda-
blaðið — fleiri ferðir hava nevnt
nevn á persónum, sum hava
verið domdir, eisini í álvarsligari
sekum enn hesi, men tá hevur
ongin mótmælt heldur ikki
Henry Andreasen.
Men tað hevur kanska eitt
sindur at siga, hvussu viðkom-
andi blað eitur?
Annars kunnu vit viðmerkja,
at oll referat Sosialsins úr rætt-
inum eru bygd á >god presseskik
ved omtale af straffesager<
(reglur, sum Danske Dagblades
Fællesrepræsentation viðtók á
fundi 23. november 1960). Or-
sekin til at vit halda okkum til
donsku reglurnar er tann, at
ongar slíkar finnast í Føroyum.
blaðstj.