Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Feroya Banki í Havn Innlånini hjá føroyskum peningastovnum vuksu vid 18% i fjør Utlånini vuksu vid 36% Innlånini hjå føroysku bankun- um og sparikassunum 1. januår voru tilsamans 892,2 milj. kr. ímóti 783,3 milj. kr. 1. januår í fjør. Tað er ein vekstur uppá 18%. Utlånini vóru 1. januår 874,3 milj. kr. imoti 644,8 milj. kr. í fjør. Tað er ein vekstur uppá 36%. Vuksu við 200 mili. Samlaðu útlánini hjá peninga- stovnunum 30. september í fjør vistu ein vøkstur uppå 200,2 milj. kr. i mun til somu tid årid fyri. I prosentum er hetta ein vekstur uppá 32 ímóti 22 árið fyri. Til vinnulivsendamål vórðu veitt 40% av samlaða vekstri- num, meðan prioritets- og bygg- ilánini vóru 36% og almenn lån 12% av vekstrinum. Í mun til undanfarin ár hava verið latin fleiri lán til vinnu- lívið, meðan lánini til húsabygg- ing og almennu lánini hava verið færri. Umleið 47% av samlaðu bankalánunum 30. september í fjør vórðu latin til vinnulivsend- amål, og ein góður fjórðingur var latin í prioritets- og byggi- lánum. Prioritets- og byggilán- ini vórðu umleið 80% av saml- aðu útlánunum hjá sparikass- unum. 30. september í fjør høvdu bankarnir 8.225 låntakarar ímóti 7.130 sama tidarskeid i 1973. Av teimum samladu priori- tets- og byggilånunum 30. sep- tember 1974 uppå 351,5 milj. kr. eru 66,7 milj. kr. byggilån og 284,8 milj. kr. lån til húsabygg- ing og vinnulivs- og forbrúkara- endamál, sum eru latin ímóti panting av festum ognum. Har- aftrat lata p/f Húsalán 2. priori- tetslán og Húsalánsgrunnurin 3. prioritetslán. Peningastovnarnir Í landinum eru tveir bankar, Føroya Banki og Sjóvinnubank- in í Havn, 3 sparikassar, Føroya Sparikassi í Havn, Norðoya Sparikassi í Klaksvík og Suður- oyar Sparikassi í Vági. Haraftrat eru aðrir smærri peningastovnar sum Realkre- dittstovnurin, Tryggingarsam- bandið, Húsalánsgrunnurin, sum er almennur, og sum letur prioritetslán til húsabygging, og dótturfelagið hjá Feroya Banka, Húsalán, sum avgreiðir 2. prior- itetslán til húsabygging frá bankanum. Soleiðis verður figgjad Tann vanligi figgingarmåtin av sethúsum er hesin: 1. prioritetslánið úr spari- kassa fyri 30--40% av virðinum og vanliga ikki meira enn 80.000 kr. í Havn og 60.000 kr. uttan fyri høvudsstadin. 2. prioritetslánið úr banka ella p/f Húsalán og sum í mesta lagi er helvtin av sparikassaláninum. 3. prioritetslánið fæst úr Húsalánsgrunninum og er eisini í mesta lagi helvtin av spari- kassaláninum. Framhald frá síðu 3 asta hoskvøld, men kom heldur ikki hesuferð til atkveðu- greiðslu. Tilráðing Leivs var henda: Ein minniluti, Leivur Johann- esen, figgjarnevndarlimur, mæl- ir býráðnum frá at broyta grein 1, 2 og 3 í sáttmálanum, dagfest 8. mai 1974, millum Tórshavnar kommunu og SMS, út frá ti sjónarmiði, at henda broyting v ] Útbjóðing Fyri Tórshavnar kommunu bjóðar Byarverkfrødingurin út al- ment byggibúningararbeiði á Hálsi Negdir: 47500 m? lendisjavning, 8000 m* vegir og gongu- breytir, 4500 m* p-pláss, 1.000 m kloakk, vatn- leiðingar og getuljós. Tidarfrest: 01.02.1977. Lisitasjon: Arbeiðið skal gerast í tidarskeidinum 01.08 1975 Mánadagin tann 12. mai 1975 kl. 14.00 hjá Byarverkfrødinginum Sverrisgøta 5 3800 Tórshavn Tlf. 1.1075. Utbjóðingar- tilfar: 7 Fæst til láns á skrivstovu Byarverkfrødingsins frá fríggjadegnum 11. apríl 1975 kl. 16.00. Sig- ast skal frå 1 dag frammanundan. Veðhald 1.000,- kr. sum krossaður tjekkur. bindur Tórshavnar kommunu enn fastari figgjarliga enn upp- runaligi sáttmálin ger. Samstundis verður mælt Tórshavnar býráð frá at keypa bygningarnar hjá Feroya Keypssamteku fyri 2,4 milj. kr. við teirri motivering, at hverki figgjarligt grundarlag er til stað- ar, ei heldur er upplýst, við hverjum endamáli Tórshavnar kommuna skal ogna sær nevndu bygningar. Heldur ikki meti eg tað vera sømuligt fyri Tórshavn- ar kommunu at ganga krevum keypssamtøkunnar og SMS á meti, har teir sínámillum treyta sær, at Tórshavnar kommuna sum ein triði og uttanfyri stand- andi partur keypir bygningarnar hjá Keypssamtekuni fyri nevnda prís. Samantikið haldi eg ikki, at veðhald fyri slíkar handilsfyri- tekur falla inn undir kommunalt virki. Henda tilráðing er partvíst bygd á tær viðmerkingar, sum serfrødingarnir Halgir W. Poul- sen og Carl W. Weihe hava gjørt eftir åheitan frá Tórshavnar kommunu, í skrivi dagfest 19. mars 1975. Av tí at ongin av tilráðingun- um vóru samtyktar, kemur upp- runaligi sáttmálin við SMS at standa við. Framhald frá síðu 4 terrorismu, og í einari frágreið- ing frá ST verður sagt, at mill- um 25.000 og 200.000 eru myrd har síðani 1971. Aftan fyri telini fjala seg ræð- uligir veruleikar, sum ikki eru til at lýsa. Ein lærari, sum í fjør flýddi úr einum fongsli i høvuds- staðnum í Uganda, sigur, at her- menninir noyddu fangarnar at sláa hvønn annan i høvdid við sleggjum. Likini vórðu síðani limad sundur og stokt. Aftanå vóru teir, sum komu frá bardøg- unum við lívinum, noyddir til at eta kjetið! Í einum feri vóru nakrir her- yvirmenn, sum Idi Amin hevði illgruna til høvdu svorid seg saman ímóti honum, stúgvaðir saman í smáum húsum, sum so vórðu sprongd í luftina við dynamitti. Sjálvstýri í 1962 Í 1962 fekk Uganda sjálvstýri, og stjórnarleiðari tá var fyrrver- andi lærarin, Milton Obote. Meðan Obote ráddi var U- ganda formelt demokrati, men ofta vóru bardagar millum stammurnar. Fýra ár eftir at Uganda hevði fingið sjálvstýri, fóru Obote og Mutesa II, sum var forseti, at stríðast um vald- ið. Good morning, Sir Í 1958 arbeiddi Idi Amin sum kokkur. Hann var sama ár sett- ur í starv sum sersjantur, hóast hann dugdi illa at málbera seg á enskum. Tað einasta, hann dugdi at siga, var Good mor- ning, Sir (Góðan morgum, harri. Men Amin var væl í ogn við hjálandaheryvirmenninar. Teir søgdu einki, tå hann einaferð var ákærdur fyri morð, og hetta fyri at gera hann meira umtóktan. Frá hesi tíðini er ein soga um Idi Amin og um, hvussu illa hann dugdi at handfara pengar. Iain Grahame, sum er skoti, sig- ur, at hann einaferð hevdi Idi Amin við sær í ein banka í Jinja, har Amin skuldi hava eina konto. Grahame og bankastjórin brúktu nógva tíð til at greiða Amin frá, hvat ein konto er: Tå hann umsíðir hevði skilt tað, brúkti hann ein heilan tíma til at undirskriva tjekkin. Hann var framvegis mistrúgvin, tá hann endiliga setti lenina — 13 pund — á bókina. Tá erindini í bankanum vóru liðug, fann Idi Amin út av tí »huldisliga« við tjekkum, og bert eftir einum tíma hevði hann yvirtrekt kontoina við 2.000 pundum. Hann keypti sær bil, seymimaskinu, klæðir og ein kassa av brennivíni. Hetta var sovorðið, sum hann kom framá í einari gøtu í Jinja. Styðjaði Ísrael Iu. Amin hevði upprunaliga góð viðurskifti við Ísrael. Uganda og Ísrael styðjaðu teir svertu í Suðursudan, sum bardust ímóti teimum arabisku valdsharrun- um í hevuðsstaðnum Khartoum. Ísrael var mest sinnað tá at taka valdið frá arabarunum í Sudan og hevði nøkur herlið í Nr. 27 — 9. apríl 1975 Uganda. Eisini skipaðu ísraels- menn fyri útbúgvingini av her- monnum í Uganda. Og Idi Amin hevði góðan tokka til ísraels- menn. Í einum føri greiðir hann frá einari frálíkari veitslu, sum Moshe Dayan skipaði fyri hon- um. Vandamikil — sinnissjúkur Men Amin fór síðani at seta krov til ísraelsmenn um at lata ókeyp- is våpn til Uganda. Moshe Day- an var ímóti hesum og skýrdi Amin fyri at vera vandamiklan og sinnissjúkan. Í staðin gav Ghadaffi oberstur i Libya Ug- anda tilsøgn um vápnahjálp, um Amin vildi gera upp við Ísrael. Eftir hetta fór Amin at bera hatur til Ísrael. Hann vísti ollum israelsmonnum úr landinum samstundis sum hann gav ísra- elsku sendistovuni í Kampala til palestinararnar. Hinvegin tóktist Amin at vilja bretum væl. Hann skipaði fyri, at líkið at Mutesa II var flutt úr Bretlandi til Uganda, og fúrstar- nir fingu síni góðs aftur. Eisini útnevndi hann Elisabeth av Toro til uttanríkisráðharra. Og Elisabeth takkaði honum við at bera honum rósandi orð, sum t.d.: Idi Amin, generalur, er ein avgjørdur førari, sum um- boðar sitt fólk væl úteftir. Amin og Elisabeth vóru ikki bert ímóti jødunum, men eisini ímóti teimum kristnu. Hann vísti ellum kristnum trúboðar- um úr landinum og skipaði fyri pílagrimsferðum til Mekka, har hann setti tiltøk í verk til tess at muhamedisman skuldi vinna meira fram. Allir teir sivilu ráðharrarnir, sum sótu í stjórn saman við Amin síðani 1971, eru nú annað- hvert myrdir ella flyddir úr land- inum. Nú eru bert muhameds- menn umboðaðir í stjórnini, og at kalla ongin dugur hverki at lesa ella skriva. Torført at fylgja við Fólkið í Uganda hevur torfert við at fylgja við samfelags- gongdini í landinum og ellum tí, sum einaræðisharrin tekur sær fyri. Í 1972 vísti hann ellum asi- atum úr landinum, men fyri stuttum fór hann at innflyta nýggjar úr Bangla Desh og Pakistan. Hetta eru lærarar, verkfrødingar og læknar. Teir búgva í stásiligum húsum og fáa nógv hægri løn enn hitt fólkið i landinum. Tað eru eisini nógvir tjekkar og russar í Uganda, sum skipa fyri hermannavenjingum. Ein býttlingur Afrikanarar eru samdir í dómin- um yvir Idi Amin. »Hann er ein byttlingur«, sigur forsetin i Kenya, Kenyatta. »Hann er sinnissjúkur<, sigur forsetin í Zambia, Kaunda. Men teir vita eingi ráð ímóti honum. Sagt verður, at tað, sum teir mest stúra fyri, er fundurin í felagsskapinum fyri afrikanskari eind, sum verður í juli, har Idi Amin er vertur.