Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 1975síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ætla at lata koyrilærarum hóli hjá Bileftirlitinum til undirvísing Síða 6 og 7 frælsi SET javnadur brødralag Nr. 28 — Leygardagin 12. april 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr. Ojavnin I oddagrein bladsins i dag verdur skrivad m.a.: Og her er tad, at Ojavnin kemur til sjóndar. Hvi ikki lata teir, sum hava fingið sterstu fyrimunirnar av teim- um figgjarligu góðu tidunum hjá vinnulívinum gjalda fyrst? Ella hví ikki halda eitt sindur aftur við skattligum fyrimunum og fíggjarligum stuðuli úr landskassanum til vinnulívið í figgjarliga góðum tíðum, soleiðis at nakað er at taka av hjá ti almenna i figgjarliga ringum riðum? Síða 2 Vidtøku- broyting Sjóvinnubankin skal aðalfund i næstum, og til fundin hevur Fiskimannafel- agið, sum er ein partaeigari, sett fram uppskot um við- tøkubroyting. Oli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, skrivar m.a. í panelgrein blaðsins í dag: — Hetta kann neyvan sig- ast at vera eitt órimuligt uppskot, tí tað vil jú bert fora við sær, at teir ymsu parta- eigarabólkarnir fara at fáa á- virkan í mun til tann parta- pening, sum teir eiga. Tað kann heldur ikki sigast at vera órímuligt at innføra lut- falsval i einum stovni, har ein hóast alt ikki heilt lítil partur av landsins íbúgvum eru partaeigarar. hava Síða 4 Skuldsetingin um svartabørssølu var bygd á úttalilsi frå manningini Sosialurin heldur seg ikki hava orsøk til at dementerad tidindini å forsidu bladsins seinasta leygar- dag um hendingina í Nólsoy 2. påskakvøld Á forsíðu blaðsins seinasta leyg- ardag bóru vit tey tíðindi, at útróðrarbáturin Tinganes 2. páskakveld hevði verið í Nólsoy við rúsdrekkaselu fyri eyga. Síðani hevur leigarin av sama báti, bæði telefoniskt og í blødunum boðað frå, at um hesi tíðindi ikki verða dementerað, so vil hann saksekja blaðið. Eftir at blaðið enn einaferð hevur kannað eftir, hvat hald var í hesum tíðindum, halda vit okkum ikki hava orsek til at dementera, men kunnu vit gera hesa viðmerking til tíðindini: Maður í Nólsoy, sum hevði illgruna um, at báturin hevði slík erindi, fór oman á bryggj- una og spurdi, um hann kundi fáa eina fløsku av rúsdrekka til keyps. Av bátinum varð svarað, at teir ikki fóru undir at selja, fyrr enn dansurin byrjaði. Sostatt vóru tíðindi okkara bygd á eitt úttalilsi frá einum av manningini á Tinganesi. Hvussu nógv álvara lá aftan fyri hetta svar, er blaðið ikki fort fyri at siga, men skal nakar dementera í hesum føri, so må tað vera manningin á Tinganesi og ikki Sosialurin. blaðstj. Føroya Eggvirki hevði hall í fjør Uttan avdråttargjald og avskriv- ing 135.000 kr. i Tå eingin avdråttur er goldin og uttan avskriving, visir rakstrar- roknskapurin hjå Føroya Egg- virki eitt hall uppá góðar 135.000 kr. Men av tí at felagið misti Kongshavn, sum eldur kom í, verður vinningur við- víkjandi Kongshavn uppferdur við 170.400 kr., so at ársúrslitið verður 35.307 kr. Hetta framgongur av einum yvirliti. sum figgjarnevndin hjá halli logtinginum hevur í álitinum til uppskot landsstýrisins um at veðhalda fyri láni til Eggvirkið. Upplýst verður í álitinum, at veruselan hjá Eggvirkinum hetta árið var fyri 1,3 milj. kr., meðan kostnaðurin fyri fóður, pakkitilfar og farmagjald hevur verið 991.000 kr., so munurin millum veruselu og kostnað hevur verið 494.000 kr SKIPIÐ fyrstufram- førslu í kvold Frá venjingunum. Á myndini síggjast m.o. Jytte Olsen og Ragnhild Skarðhamar Í kvøld verður fyrstaframførsla av sjónleik- inum Skipið eftir Steinbjórn B. Jacobsen í sjónleikarhúsinum í Havn. Tað verður sam- stundis seinasti leikurin í hesum leikárinum. Skipið vann fyrstu virdisløn í einari sjónleika- ritkapping, skipaði fyri. sum bókmentafelagið Varðin Tilsamans 23 leikarar eru í leikinum, og leikstjóri er Eyðun Johannesen. Umframt teir, sum eru kendir frá sjónleikum í Havn, Oskar Hermansen, Jákup Olsen o.a., verða fleiri nýggj andlit at síggja hesaferð. Í hesum leikárinum hevur Havnar Sjónleik- arfelag spælt tríggjar leikir. Teir eru Woyzek, Jákup Sibbi og Ánanias, og nú Skipið. Raksturin Eftir hesum hevur útslitið av sjálvum rakstrinum, tá vinning- urin viðvíkjandi ms. Kongshavn verður hildin uttanfyri, verið 191.000 kr., áðrenn rentur, av skriving og avdráttur vóru tikin við. Rentuútreiðslurnar eru settar til 326.000 kr., og gevur tað eitt rakstrarhall uppá 135.000 kr. Partapeningurin er uppá til- samans 600.000 kr., og skuldin er tilsamans 3,1 milj. kr., harav landskassin veðheldur fyri 1,4 milj. kr. Skulu læna 270.000 kr. Feroya Eggvirki skal nú læna 270.000 kr., og landsstýrið hevur skotið upp landskassans vegna at veðhalda fyri hesum láni, og samlaða veðhald lands- kassans til hetta virki verður nú við landsstýrsins uppskoti 1,6 milj. kr. Landsstýrið hevur gjørt felag- num greitt, at í sambandi við hesa veðhaldsveiting verða yms- ar treytir at lúka, og ein kanning av framtíðarvirkseminum at seta í verk. Figgjarnevndin hev- ur í álitinum mælt til at sam- tykkja landsstýrisuppskotið út frá hesum sjónarmiðum, og at Búskaparráðið eisini verður uppi í kanningini. Málið var til 2. viðgerð á tingi fyrrapartin í gjár Fimleikaframsýning Havnar Fimleikarfelag hevur í dag fimleikaframsýning í hell felagsins við vaksna- mannafimleiki. Millum 10 og 12 lið luttaka, og tað eru bæði manns- og konufólkalið Í farna mánaða hevði Havnar Fimleikarfelag fram- sýning av barnafimleiki. Til báðar framsýningarnar tá vóru umleið 800 áskoðarar Vegur í Víkabyrgi Sumbiar bygdaráð evur sekt tingið um 3/4 av 60.000 kr. til gerð av vegi í Víkarbyrgi.