leygardagur 12. apríl 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 28 — 12. apríl 1975
SDSjalurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen; telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
R 4 6
Ojavnin
TÅ VIT HAVA umrøtt privata fyritakssemið,
sum krypur til tað almenna eftir hjálp bæði i
góðum og serstakliga í ringum tíðum, so fær
Dimmalætting hetta til, at privata fyritaks-
semið er hin einstaki borgarin í samfelagnum,
ella sum blaðið málber seg týsdagin, tú og eg.
BLAÐIÐ SPYR, hvar tað almenna tekur tann
peningin frá, sum tað hjálpir privata fyritaks-
seminum við og svarar, at tað privata fyritaks-
semið júst hevur verið mjólkikúgvin, ið tað al-
menna tekur allan sín pening frá, og tí heldur
blaðið tað vera sjálvsagt og nátúrligt, at vinnu-
lívið fær nakað av hesum peningi aftur í figgj-
arliga ringum tíðum.
MEN DIMMALÆTTING gloymir, við vilja
sjálvandi, at samfelagið og eisini vinnulivid er
tvibytt. Har eru tveir partar. Ein, sum fram-
leiðir og bert fær lítlan part av framleiðslu-
virðinum i løn, og ein annar, sum eigur og
hevur vinning av tí, sum hin parturin framleið-
ir. Eftir galdandi skatta- og studningsskipan-
um fáa teir, sum eiga skip og virkir, bæði
skattligar fyrimunir og beinleiðis figgjarligan
stuðul úr landskassanum umframt tað, at tað
almenna veðheldur fyri øll lánini.
HESIR SKATTAFYRIMUNIR, ið veittir
verða vinnulivinum, tyngja onkran annan, og
stuðulin, sum latin verður frá ti almenna, skal
gjaldast av onkrum, og her er tað lontakarin
ella hin fíggjarliga veiki parturin av privat-
persónunum í samfelagnum, sum má gjalda.
Umframt hetta skulu somu herðar eisini gjalda
sonevnda kreppuhjålp í figgjarliga ringum
tidum.
HJÁ HESUM partinum av fólkinum, sum illa
fær endarnar at rekka saman í hampuliga
góðum tíðum, kennast krepputíðirnar nívandi,
meðan tær sjáldan ávirka livifótin hjá privatu
vinnulivsmonnunum, ið eins væl kunnu loyva
sær at florera í ringum sum í góðum tíðum.
OG HER ER tað at ójavnin kemur til sjóndar.
Hví ikki lata teir, sum hava fingið sterstu fyri-
munirnar av teimum figgjarliga góðu tíðunum
hjá vinnulívinum gjalda fyrst? Ella hví ikki
halda eitt sindur aftur við skattligum fyri-
munum og figgjarligum stuðuli úr landskass-
anum til vinnulívið i figgjarliga góðum tíðum,
soleiðis at nakað er at taka av hjá tí almenna í
figgjarliga ringum tíðum?
SKULU FISKI- og verkamenn aftur at tí, sum
teir hava goldið í teimum góðu tíðunum eisini
gjalda samfelagnum tað, sum vinnulívið hevur
brúk fyri í ringum tíðum, so hava teir eisini
krav uppá at fáa meira í sín part, tá tíðirnar hjá
vinnulívinum eru góðar.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend á Nesi, Tirkil
Beder í Fuglafirði, altargang-
ur, K.O.Viderø í Hvalba kl.
11 og i Sandvík kl. 18, har
innsavnan verður til frama
fyri Neyðhjálp Fólkakirkjun-
ar, Kjartan Mørkøre í Havn,
J.Joensen í Árnafirði, J.
Magnussen í Klaksvík, kon-
firmatión, Hegni Poulsen í
Sandavági, Martin R. Jacob-
sen í Vági kl. 11 og kl. 18 á
Leiti, altargangur.
| Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliustudium
við K. Andersen, kl. 10.45
gudstænasta við H. Freder-
iksen. Fundirnir verða hildnir
á Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
Filadelfia
Telefonandakt alt samdegrið
á telf. 14880.
Barnaringurin á
Strondum
hevur útselu við eydnuhjóli í
Gamla skúla í dag til frama
fyri føroyskar trúboðarar i
heidningalondum.
Konfirmatión
Sunnudagin verða hesi kon-
firmerað í Klaksvíkar kirkju:
Andrias Joensen, Jón Kári
Høgnesen, Hans Waag,
Magnus Andrias Martin Jo-
hannesen, Finn Joensen,
Mortan Bjartalid, Eilen Jac-
obsen, Paula Hansen, Johild
Ziskason, Barbara Hejgaard
Christiansen, Jóhanna Vest
Gudjonsson, Petra Henrik-
sen, Birgit Sólstein og Sú-
sanna Olsen, øll úr Klaksvík.
Fyrstaframførsla
i kvøld
Havnar Sjonleikarfelag fer i
kvøld undir fyrstuframførslu
av sjónleikinum Skipið eftir
Steinbjørn B. Jacobsen.
Dette er in
Fra og med í dag er de! ikke lov til á annonsere for sterkere øl enn Brigg. Så dette er altså
en Brigg-annonse.
Apnispøk? Nei, på ingen måte Dette har myndighetene bestemt Men fortvil ikke. Øl smaker
som kjent bedre i glass enn i annonser og blir å finne í butikkene som før.
Lysingin, sum hevur vakt ans hjå norsku myndugleikunum
Óveður í einum tómum
ølglasi
Øll rusdrekkareklama
bannad i Noreg
Frå 1. april vard bann sett fyri
lýsingum i norskum blødum við
øli. Og í sjålvtøkuhandlunum
hevur tann keypandi ikki loyvi
til at taka tad veika ølid av
hillini.
I hvørjum handli hava åvis
fólk nú fingið til uppgávu at
standa fyri ølsøluni til tess at
forða ungum fólki at fáa
»smakki« av ølinum.
Ein lysing i Oslo-blødunum 1.
april hevur vakt ans i sosialmål-
aráðnum og stórtinginum.
Lýsing í litum
Tað var bryggjariid Ringnes,
sum hevði eina stóra lýsing í
litum í blødunum við einari
mynd av einum næstan tómum
ølglasi. Lýsingin hevði henda
tekstin: Hetta er eingin lýsing til
frama fyri tað veika elið, eks-
portøl ella annað øl. Frá í dag er
ikki loyvt at lýsa við sterkari
ølsløgum enn Brigg (ljósur pils-
nari). So hetta er ein Brigglýs-
ing. Er hetta skemt, bert tí tað
er 1. april? Nei, als ikki. Hetta er
nakað, sum myndugleikarnir
hava avgjørt. Menn ivast tó
ikki. Øl smakkar sum kunnugt
betri í einum glasi enn í einari
lýsing og fæst framvegis í
handlunum.
Vakið eyga
Norska sosialmálaráðið fer nú at
hava eitt vakið eyga við øllys-
ingunum, og Ringnes-bryggjar-
tid hevur fingið eina átalu. Verða
fleiri lýsingar av hesum slag,
fara myndugleikarnir at krevja
betur fyri tær.
Tó, eisini í framtíðini verður
tað loyvt at reklamerað við
ljósum øli í blødåunum. Men bara
ikki å tann hått, sum Ringnes
gjørdi tað.
— eg havi
lisid tad
I
sosialinum
sjálvandi!! |