leygardagur 12. apríl 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. apríl 1975
sosialurin
Bankarnir ongan tapsvanda
— meiningsleyst at teir
kortini krevja lands-
kassaveðhald
Tað var drúgt orðaskifti í vikuni um uppskot
landsstýrisins at veðhalda fyri lánum til silda-
olju o.a. á goymslu
Hilmar Kass: — Fullkomið óskil
Hverjar uppgávur eiga bankar-
nir at rekja, og hvat er ein vanlig
bankauppgáva?
Um hesar báðar spurningar
stóðst drúgt orðaskifti á tingi
mikudagin, tá landsstýrisupp-
skotið um at veðhalda fyri
lánum til sildamjøl o.a. á
goymslu fekk 1. viðgerð.
Landsstýrið fekk seinast, tá
hetta málið var til viðgerðar fyri
einum ári síðani álagt at kanna
spurningin, um landskassaveð-
hald eru neyðug fyri hesi lánini,
og sigur í viðmerkingunum til
hetta uppskotið, at spurningurin
er kannaður, og at bankarnir
framvegis krevja landskassa-
veðhald.
Eisini sigur landsstýrið í
viðmerkingunum, at tað ongan-
tíð enn hevur lagt út sum veð-
hald fyri hesi lán, og bankarnir
meta, at tað heldur ikki verður
aktuelt fyri lán, sum landsstýrið
nú veðheldur fyri.
Lands-
bankin kann fáa rentuna niður
Jógvan Duhuus: —
Eingin tapsvandi
Til hetta seinasta segði J.Fr.
Øregaard úr javnaðarflokkinum,
at tað kann ikki sigast at verða
rikið rætt bankavirksemi. Hann
metti hetta at vera eina vanliga
bankauppgávu og segði seg
hava skilt av viðmerkingunum
hjá landsstýrinum, at bankarnir
ongan tapsvanda hava, og at ti
tad er meiningsleyst at bankar-
nir kortini skulu krevja lands-
kassavedhald.
Øregaard nevndi dømi um, at
verur eftir at tær høvdu fingið
vrakaravåttan og sølusåttmåli
varð gjørdur fyri tær, ikki høvdu
kunnað fingið lån.
Hilmar Kass úr sjálvstýris-
flokkinum helt tað vera full-
komið óskil at landið skal veð-
halda fyri líkt og ólíkt uttan at
goldið verður fyri tað. Hann
mælti til, at ein regla um hetta
verður gjørd í sambandi við
hetta málið og skjeyt uppá eitt
gjald, sum er 1%, og sum hann
metti at vera lágt sett.
Sambandsflokkurin
kannar
Pauli Ellefsen úr sambands-
flokkinum segði, at sambands-
flokkurin fyrst vil hava spurn-
ingin kannaðan, áðrenn hann fer
at taka stødu til, um gjald skal
latast fyri landskassaveðhald.
Hann visti á, at aðrastaðni læna .
bankar ikki uppá vørugoymslur,
heldur ikki, tá verurnar eru seld-
ar, men at tað har eru sonevndar
exportkredittskipanir, sum
galda.
— Hesar skipanir eru eisini
galdandi í Danmark, og av
teimum hava vit eisini notið
gott, segði Pauli Ellefsen.
KT Le |
J.Fr.Øregaard: —
leyst
Meinings-
Jákup Lindenskov visti á nú-
verandi støduna og segði, at
einki kann lænast uttan lands-
kassaveðhald eru fingin, og
hann mælti til, at lógin eisini
skal umfata lýsi í brugdu, sum
ætlanir eru at veiða í ár.
Jógvan Durhuus úr tjóðveld-
isflokkinum segði, at figgjar-
nevndin eigur at fáa eina nærri
frágreiðing um tær bankatekn-
isku orsekirnar, sum eru nevnd-
ar í landsstýrisuppskotinum.
Hann segði, at uppskotið um at
gjalda fyri veðhaldið ljóða á-
hugavert.
Um bankarnar annars segði
Jógvan Durhuus, at teir eru ov
nógvir, og at tað líkist ongum,
at smábankar skulu vera á nær-
um hverjum tanga. Hann helt,
at ein landsbanki kundi fingið
rentuna munandi niður.
— Málið varð beint til við-
gerðar í figgjarnevndini.
Havnar Fimleikarfelag
hevur framsýning leygardagin kl. 16.00 fyri børnum og
sunnudagin kl. 16.00 fyri vaksnum í hellini.
Havnar Fimleikarfelag
Lýsing
Allir skúlavogna-eigarar í Streymoy, sum hava koyring til
vinnu, verða hervið bodnir til fundar á Hotel Hafnia í Havn
týskveldið 15. apríl kl. 20.
Aksturvinnufelagið Samfylking
Síða 3
Enda tingsetuna
fríggjadagin
Løgtingid endar tingsetuna
fríggjadagin 18. apríl og
kemur so ikki samanaftur
fyrr enn á Olavsøku.
Tað var tingformaðurin,
sum boðaði frá hesum á fundi
mánadagin, tá legtingið tók
fundir sínar uppaftur eftir
páskir.
Veðhald fyri lánum
til smærri
ídnaðarvirkir
Landsstýrið hevur skotið upp
at endurnýggja lógina um
veðhald fyri lánum til smærri
ídnaðarvirkir. Skotið verður
upp, at landsstýrið fær heim-
ild landskassans vegna í
figgjarårinum 1975/76 at
veðhalda fyri lánum upp til 1
milj. kr. til hetta endamál.
Landsstýrið skjýtur upp,
at lánini skulu nýtast til
stovnan av nýggjum virkj-
um, vidkan av nútímans-
gerðan av gomlum og at lán-
ini ikki mugu fara upp um
70% av tí virði, sum nýggju
ílegurnar hava eftir meting
og skulu verða tryggjaðar við
panti innan fyri 70% av ti
virði, sum pantsettu lutirnir
hava.
Legtingið hevði málið til
viðgerðar mikudagin, og varð
tað beint í figgjarnevndina.
V-4 loyvið framlongt
Legtingið hevdi í vikuni upp-
skot frá landsstýrinum um at
leingja V 4-loyvi útvarpsins
við einum ári frá 30. apríl í ár
til 30. apríl 1976.
Av einum yvirliti, hvussu
býtið hevur verið av pening-
inum, sum inn er komin við
190 dráttum, sæst, at 4,5
milj. kr. hava verið í útvarp-
sins parti. Í vinningum eru
goldnar 2,2 milj. kr.
Útvarpið hevur fingið
grundeki frá Tórshavnar bý-
ráð ovarlaga í Gundadali til
bygging av nýggjum
útvarpshúsum og farið er
undir detailprojektering.
Tá útvarpinum tervar pen-
ing til nevndu bygging hevur
landsstýrið mælt til, at lógin
verður framlongd í eitt ár.
Einki orðaskifti varð um
málið við 1. viðgerð, sum
varð beint beinleiðis til 2.
viðgerð.
Sildamjøl o. a.
å goymslu
Landstyrid hevur eisini skot-
ið upp at endurnyggja lógina
tingnytt
um vedhald fyri lånum til
sildamjøl v.m. å goymslu,
hareftir vedhald verdur givid
fyri lánum ikki upp um 70
pst. av lánivirðinum.
Jákup Lindenskov, sum
legði uppskotið fram, upp-
lýsti, at frá og við fíggjarár-
inum 1963/64 hevur lands-
styrið havt heimild til at
veðhalda fyri lánum til silda-
mjøl og sildaolju á goymslu.
Seinni er heimildin víðkað til
eisini at umfata goymslulán
til fiskamjel og matsild.
Seinast, tá lógin var til við-
gerðar í fjør, segði figgjar-
nevndin í einum áliti til
málið, at landskassaveðhald
ikki skuldi verið neyðugt
longur. Hon segði, at tað
skuldi verið neyðugt fyri
vanligar bankar, ið læna til
driftsfinansiering, at lænt
upp til 70% av seluvirðinum
við at fingið pant í verumi
uttan at aftaná at hava pant 1
vøruni, eisini at krevja lands-
kassaveðhald. Nevndin heitti
tá á landsstýrið um at taka
upp samráðingar við avvarð-
andi bankar um at fráfella
kravið um landskassaábyrgd
í slíkum feri, har lánini mugu
ætlast at koma inn undir
vanligt bankayrki.
Jákup Lindenskov segði
undir framleguni, at samráð-
ingar síðani hava verið við
bankarnar, men at báðir siga,
at landskassaveðhald eru
neyðug. Hann segði, at
landsstýrið ongantíð hevur
lagt út sum veðhaldari, og
bankarnir meta, at tað heldur
ikki verður aktuelt fyri lán,
sum landsstýrið nú veðheldur
fyri.
Ikki nóg neyðugan
kunnleika
Landsstýrið hevur skotið upp
at gera broyting í lógini um
viðarlundir, hareftir sorin-
skrivarin ikki skal vera fedd-
ur limur í nevndini.
Demmus Hentze, sum
legði uppskotið fram, segði,
at í skrivi til landsstýrið
hevur sorinskrivarin biðið um
at sleppa undan at vera
føddur formaður í skógarfrið-
ingarnevndini, og hann ferir
fram m.a., at hetta gevur
honum væl av arbeiði, at
fleiri storv eru knýtt til sorin-
skrivaraembætið, sum ikki
nátúrliga hoyra undir tað, og
at hann ikki heldur seg hava
neyðugan kunnleika til starv-
ið.
Landsstýrið hevur tí mælt
til, at lógin verður broytt
soleiðis at sorinskrivarin
kann sleppa undan at vera
limur í nevndini. Eftir lógini
skal landsstýrið velja tveir
limir í nevndina, og hinir
limirnir eru landbúnaðarráð-
gevarin og formaðurin í Tórs-
havnar býráð