Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 28 — 12. apríl 1975 smátiðindi innanoyggja Trolari til Tvøroyrar Um midjan henda månadin kemur nyggjur trolari til Føroya, sum partsreiðaríið Fleyr á Tveroyri hevur latið. bygt í Kuxhafen í Vestur- týsklandi. Trolarin er bygdur til idnadarfiskiskap, og hann kann ferma eini 200 tons. Skipid er 103 føtur til longdar og verdur utgjørt vid 825 hesta maskinu. Ætlanin er at hava eina manning uppå 10 mans. Trolarin hevur fingið navnið Fleyr. Skifta manning Glacia var á Havnini miku- dagin á veg til USA. Teir tóku olju og skiftu manning. Leivur Øssursson, sum hevur ligið á Havnini, er nú farin til Suðuroyar. Sagt verður, at tað hevur gingið striltið hjá honum at fingið skipara. Bøta um gamla vegin Meðan arbeiðið uppá vegin á Kalsoynni hevur ligið stilt í vetur, hava menn har bett um gamla vegin millum Hús- ar og Syðradal. Hesin veg- urin varð gjørdur í 1930un- um. Eisini hava teir vælt um gøtuna nidan i bygdina i Syðradali. Farið verður nú undir ar- beiðið uppá vegin eftir oynni aftur. Teir eru nú komnir norður á Miðradal millum Húsar og Mikladal. Royna eftir hemara Klaksvíkarskipið Borgarin skal nú aftur á hemaraveiðu. Hann varð bygdur til hesa veiðu og hevur roynt nakað eftir hemara. Tey seinastu árini hava teir roynt'undir Ís- landi, men nú sigst heima- marknaðurin at vera so mikið góður, at tað loysir seg at byrja veiðu eftir hesum fiski. Borgarin hevur avskipað 120 tons av frystum flaki frá flakavirkjunum í Klaksvík, sum skulu flytast til USA, áðrenn hann fer at byrja túr har yviri. Flúgva meira Talið á ferðafólkum, sum ferðast um flogvellin í Vág- um, ekist í hverjum. Í januar ársfjórðingi var ferðafólkatal- ið 6025 móti 5349 í fjør, og er hetta ein vekstur uppá 12,6 prosent. Í mars ferðaðust 2.072 ferðafólk móti 1.801 í mars í fjor. Hetta er ein vekstur uppá 15%. Bílegging men eingin fígging D.P.Hejgaard á Toftum hev- ur bílagt ein reyðutrolara á Skála skipasmiðju, men fígg- ingin er ikki í lagi enn. Luxembourg-lánið, sum landsstýrið tók, er brúkt til tríggjar kraftblokkabátar, og tað vísir seg at verða torført at fáa lán í útlondunum. Peningurin røkkur ikki Klaksvikar byråd hevur søkt tingið um størri studning til vegagerð niðan á Háls. Frammanundan er tilsøgn givin um 60.000 kr., men byrådid sigur, at hesin pen- ingur røkkur ikki til enda- målid. mm | ——— SAM måtti til Havnar Í tí nógva kavanum fyrr í vikuni var ikki koyrandi hjá bilrutuni millum Havnina og Vestmanna, og hetta tarnaði eisini ferðsluni víðari vestur í Vágar. Orsakað av hesum var Sam, sum røkir rutuna mill- um Vestmanna og Oyra- gjógv, noyddur at gera ein túr til Havnar eftir ferðafólki, bilum og posti. Vidtøkubroyting í Sjóvinnubankanum Sambært aðalfundarfráboðan Sjóvinnubankans í Dimmalætt- ing seinasta leygardag er m.a. á dagsskránni »uppskot frá parta- eigara um broyting av grein 9 og 13 í vitøkunum«. Partaeigarin, sum hevur sett hetta uppskot fram, er Feroya Fiskimannafel- ag. Tá ikki verður greitt frá, hvat mælt verður til at broyta í nevnda uppskoti, og tá haldast má, at hetta hevur ein vissan áhuga fyri almenningin og ein serligan áhuga fyri partaeigarar- nar, fari eg í hesi grein at greiða frá hesum uppskoti. Uppskotið snýr seg um at broyta reglurnar fyri nevndarval, og tí skal greið- ast frá, hvussu skipanin er í dag, hvussu skotið er upp at broyta hesa skipan og hverjar møgu- leikar eitt slíkt uppskot hevur fyri at verða samtykt. Galdandi skipan Í Sjóvinnubankanum eru umleið 1300 partaeigarar. Av hesum eiga tveir hvenn sín triðing av partapeninginum, meðan hinir um 1298 eiga ein triðing. Í nevndini sita í dag fýra mans, og millum hesar eru báðir stjórarnir fyri teir >stóru< partaeigararnar. Val av nevnd fer fram á tann hátt, at skulu t.d. tveir nevndar- limir veljast, fær aðalfundurin at vita, at nevndin skjýtur upp at velja tveir ávísar menn. Valið fer síðan fram á tann hátt, at á at- kvødusedlinum skulu tvey nevn skrivast. Men ein slík atkvødu- greiðsla er í veruleikanum ó- neyðug, tí tá nevndin mælir til at velja ávísar menn, og tveir nevndarlimir einsamallir um- boða 2/3 av samlaða partapen- inginum, so er longu framman- undan avgjørt, hver id verður valdur. Við hesi skipan er bert neyðugt at eiga 51% av atkvød- unum fyri at kunna gera av, hvussu øll nevndin skal vera. Um vit hugsaðu okkum til, at allir teir nærum 1300 parta- eigararnir, sum ikki éru umboð- aðir í nevndini, og sum hóast alt eiga 1/3 av partapeninginum, hvedu mett upp og høvdu at- kvett fyri einum eðrum uppskoti enn ti frá nevndini, so høvdu teir ikki kunnað ávirkað nevndar- valið. Viðmerkjast skal tó, at hesar atkvødureglur vist eru vanligar í bankum og eðrum storfyritøkum, men tær tykjast líka órímiligar fyri tað. Uppskotið Uppskotið, ið fiskimannafelagið sum partaeigari hevur sett fram, og sum kemur til viðgerðar á aðalfundinum tann 23. apríl, mælir til, at tað verða seks nevndarlimir. Hetta má roknast fyri at vera tað mest hóskandi talið út frá tí sjónarmiði, at tað eru 3 javnstórir partaeigara- bólkar, og at hesir eiga at kunna vera javnt umboðaðir. Skotið er upp, at 3 nevndarlimir skulu vera uppá val á hverjum aðal- fundi, men tann veruliga broyt- ingin er tann, at bert skal verða Óli Jacobsen, fiskimanna- felagsformaður loyvt at skriva eitt navn uppá atkvødusedilin. Hetta fer í veru- leikanum at merkja, at teir báðir „stóru< partaeigararnir í mesta lagi kunnu ávirka valið av 2/3 av nevndarlimunum, og tí vil at- kvoðugreiðslan hjá teimum »småu« partaeigarunum verða avgerandi fyri valið av tí síðsta triðinginum av nevndarlimun- um. Hetta kann neyvan sigast at vera eitt órímiligt uppskot, tí tað vil jú bert føra vid sær, at teir ymsu partaeigarabólkarnir fara at fáa ávirkan í mun til tann partapening, sum teir eiga, og tá hugsað verður um, at vit longu í mong ár hava havt lutfalsval á ødrum økjum í samfelagnum, so kann tað ikki vera órímiligt at lutfalsval verður innført í einum stovni, har hóast alt ikki heilt lítil partur av landsins íbúgvum eru partaeigarar. Møguleikar fyri samtykt Hvussu eru so møguleikarnir fyri at eitt slíkt uppskot skal verða samtykt? Bankans við- tekur siga: Í panelinum eru Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Heðin Klein Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Steinbjørn B. Hans Jørgensen Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen »Til broytingar i vidtøkunum, ið aðrir enn bankanevndin skjóta upp.... krevst 2/3 meiriluti av teimum greiddu atkveðunum, ið skulu umboða í minsta lagi 1/3 av partapeninginum. Fæst ikki serligur meiriluti, kann spurn- ingurin verða lagdur fyri nýggj- an aðalfund innan 4 vikur, tá meira enn helvtin av atkvødun- um á fundi á fyrra aðalfundinum hava greitt atkvødu fyri upp- skotinum, og hesin fundur tekur tá endaliga avgerð við vanligum meiriluta«. Hetta merkir, at fyri at sam- tykkja uppskotið í fyrsta umfari mega báðir teir »storu« parta- eigararnir atkvøda fyri. Tó kann tað eisini verða samtykt í fyrsta umfari, um annar av teimum „stóru< atkveður fyri, meðan hin letur vera við at atkvøda. Atkveður annar av teimum „stóru< fyri og hin ímóti og annars vanligur meiriluti verður fyri uppskotinum, verður málið lagt fyri ein nýggjan aðalfund innan 4 vikur, og kann tað tá verða samtykt við sama meiri- luta. Bert má tað undra, at bankin vísir einum uppskoti frá einum partaeigara so lítlan ans, at einki verður upplýst um innihald tess í fundarlýsingini, og at enn einki verður nevnt um, at tað er til skjals í bankanum, hóast gr. 7 í vidtøkunum sigur, at »tey upp- skot, sum ætlanin er at seta fram á aðalfundinum (verða) løgd fram i bankanum«. Ein skuldi trú, at ein stovnur, sum hevur 1300 partaeigarar, skuldi roynt at skapt åhuga fyri bank- ans vidurskiftum hjå partaeig- arunum, soleidis at hesir møttu å fundi og annars vistu åhuga fyri stovninum vid uppskotum og tilmælum, um hvussu samar- beiðið millum banka og parta- eigarar kundi gerast enn betri, men tað tykist ikki at vera so, og hetta er spell bæði fyri partaeig- ararnar og bankan. Óli Jacobsen Kristjan á Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kári D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith Jacobsen Starvsfólk Sekt verður eftir vælútbúnum fólki til Strandferðsluna. Talan er um navigaterar, maskinfólk, restauratiónsfólk, gentur v.m. Talan verður um eitt minni tal av festum størvum og eitt åvist tal fyri styttri tidarskeid. Umsóknir við evt. viðmælum skulu sendast til Strandfara- skip Landsins, P.O.box 88, Tórshavn, innan 15. apríl 1975. Um umsókn fyriliggur, nýtist ikki at søkja av nýggjum. Strandfaraskip Landsins