leygardagur 12. apríl 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. apríl 1975
sosialurin
Danmark miðdepul fyri
luftbrúgv til Vietnams
Roknað verður tó ikki við at danskir læknar
og sjúkrasystrar verða send til Vietnams
í fyrsta umfari
Næstseinasta friggjadag byrjaði
ein humaniter luftbrúgv millum
Sudurvietnam og Danmark.
Fleiri flogfør skulu flúgva mat til
flóttarfólk í Vietnam. Tað er há-
kommisserurin hjá ST í Geneve,
sum stendur fyri arbeiðinum.
Hitt fyrsta flogfarið fór úr
Kastrup seinnapartin næstsein-
asta friggjadag, og var hetta
flogfar fingið til vega frá Inter-
flug, ið er flogfelag hjá Eystur-
týskalandi. Leygardagin fór eitt
flogfar frá Sterling Airways, og
mánadagin og týsdagin fóru
somuleiðis tvey flogfør frá
hesum felag til Vietnams.
Danin Ole Wolfing, sum er í
tettum samarbeiði við hákomm-
isserin, sigur í viðtalu við
danska blaðið Aktuelt, at teir
saman við Unicef hava keypt 70
tons av medisini og aðrari útgerð
í Sveits og Danmark, og er tað tí
heilt natúrligt at velja Keyp-
mannahavn sum stoð hjá luft-
brúnni. Eisini luftbrýr frá eðrum
floghavnum eru byrjaðar.
Australska stjórnin hevur eis-
ini boði sær til at seta hernaðar-
lig Herkules flogfør inn i luft-
brúnna. Hesi køma at flúgva frå
Bangkok og Singapor. I hesum
bådum byum liggja goymslur av
mjolkapulvuri til eitt virdi upp å
30 milj. kr. ST er eisini í ferð vid
at økja goymslur sinar i Sudur-
vietnam. Ole Wolfing roknar tó
ikki vid, at danskir læknar og
sjúkrasystrar vera sendar til
Vietnams í fyrsta umfari.
Neyðhjálp fólkakirkjunar og
Dansk Rede Kors hava biðið
donsku stjórnina um 12 milj. kr.
til bráfeingishjálp til flóttarfólk
Ræðuleikarnir í Vietnam eru komnir í hæddina
úr Suðurvietnam og Cambodja.
Seinasta sunnudag gekk talvan í
ollum 'donskum kirkjum til
frama fyri hjálpararbeiði. Katól-
ski hjálparfelagsskapurin Carit-
as er somuleiðis farin undir eitt
líknandi tiltak.
Felagsskapurin Vietnam 69
hevur heitt á fólk um at styðja
kollveltingarstjórnina í teimum
frælsu landspertunum í Suður-
vietnam, har umleið ein milj.
flóttafólk eru í letuni., Ris-
goymslurnar har á staðnum eru
niðurbrendar, sigur felagsskap-
Síða 5
Stubbar uttaneftir
CIA avvísir
kvettákæru
Amerikanski sendiharrin í
Lissabon, Frank Carlucci,
avvísti næstseinasta friggja-
dag á einum tímalangum
pressufundi, at amerikanska
fregnartænastan CIA hevði
lut í kvettroyndini í Portugal
11. mars í ár. Eftir kvett-
royndina hava bæði portugis-
iska og útlendska pressan á-
kært amerikansku sendistov-
una í Lissabon fyri at fjala
CIA-njósnarar
Kavarok í
Chicago
Minst 31 fólk lótu lív undir
eini kavaódn í amerikanska
býnum Chicago herfyri. Ong-
in so herð ódn hevur vitjað
býin síðani 1967. Umráðið
var fjalt undir í 380 mm kava,
og hevur hetta elvt til
ferðslutrupulleikar. Skúlar og
verksmiðjur = hava verið
stongdar eitt skifti.
Flogfør, ið elva
til krabbamein
Um 3—400 flogfør av Con-
corde ella Tupolev 144 slag-
num veråa sett inn i flogrutur
fer húð-krabbamein sjúkan i
heiminum at vaksa vid 20%,
sigur ein bólkur av visinda-
monnum íleini frágreiðing til
amerikansku stjórnina. Úr
brenniavfallinum frá hesum
flogforum kemur eitt evni, ið
rópast Ozon. Veðurlagið og
landbúnaðurin kunnu ávirk-
ast av hesum evni.
Ísraelskar atom-
bumbur
Leiðarin av palestinsku
frælsisrersluni PLO, Yasser
Arafat, segði næstseinasta
hósdag, at hann hevur prógv
fyri, at Ísrael hevur í minsta
lagi triggjar atombumbur.
Arafat legði aftrat, at isra-
elski herurin ikki bert hevur
atombumbur men eisini beri-
rakettir til atomvápn.
Leingja freistina
Iran hevur longt freistina til
at Kurdar kunnu seta búgv í
landinum til seinast í hesum
mánaði. Talan er um Kurdar,
sum flýddir eru undan upp-
reistrinum í Norðurirak.
Stuðla palestina-
arabararnar
Khalid kongur av Saudi
Arabia hevur boðað frá, at
Saudi Arabia vil nýta alt sítt
oljurikidømi til tess at stuðla
palestinaarabararnar í fræls-
isstríði teirra at vinna her-
settu økini aftur.
Siglandi havn til kavbátar
Bretsk njåsnaraflogfør hava sæð eina higartil
ókenda sovjettiska flótidokk í Norðsjónum.
Hildið verður at henda flótidokkin verður
nýtt til at umvæla kavbátar. Á yvirbygningin-
um er m.a. biohøll og matstova. Turrdokkin
er nóg stór til at kunna taka sjálvt teir størstu
sovjettisku atomkavbátarnar, sum eru upp til
125 metrar langir. Tað verður hiidid, at henda
svimjandi oyggj skal sleipast til amerikansku
strondina til tess at hjálpa sovjettisku atom-
kavbátunum, sum njósnast kring í Atlants-
havi.