Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 28 — 12. april 1975 Ætla at koyrilærarar skulu sleppa at nýta hølini hjá bileftirlitinum til undirvísing — Tá ein hevur í huga, at øll onnur undirvising her á landi er ókeypis — harav nógv er meiri til skemt enn til nyttu — kann tað ikki vera rætt, at tað at gerast ein tryggur bilstjóri skal vera ein spurningur um at hava ráð, sigur Rókur Dalsgarð, bileftirlitismaður Tað eru umleið 7.000 bilar og motorsúklur i Føroyum. Hvert av hesum akførum skal til syn hjá bileftirlitinum einaferð ár- liga. Í fjør var sýnstalið millum 11.000 og 12.000 akfør. Orsøkin til, at synstalid liggur væl om- anfyri tali3 å bilum og motor- súklum er, at talan kann vera um akfør, sum bæði tvær og tríggjar ferðir skulu til sýn, sigur Atli Jensen, bileftirlitis- stjóri í viðtalu við Sosialin. Trygdin — Sambært grein 13 í ferðslu- lógini hava bileftirlitið og politi- ið heimild til at stødga einum og hverjum bili til kanningar. Bil- Mátitól til reaktionsevni hjá fólki eftirlitið ger hesar kanningar í samarbeiði við politiið. Bileftirlitið skal hava tekniskt eftirlit við ellum motorakforum (bilum og motorsúklum) við trygdini fyri eyga. Harnæst hevur bileftirlitið koyriroyndir og er við í ellum ferðsluviður- skiftum, bæði lokalt og uppá landsbasis. Sýn í øllum sýslum — Tá bilar verða kannaðir, verður serligur dentur lagdur á trygdina. Bilsýn er í hverjari sýslu. Higartil hevur tað verið soleiðis, at sýnið verður framt úti — ofta í kavaroki og stormi so væl sum åarføri. Til tess at beta um hesi viðurskifti fingu vit ein stóran sýnsbil i fjør, ið virkar sum ein koyrandi bileftir- litsstoð. Í Runavík halda vit til í leigaðum høli. Í kollfaradali nýta vit Esso service-steðina, og er henda høvudsstød okkara. Stød- in í Kollafirði er utgjørd við nærum gellum teimum mest framkomnu kanningartólum innan bileftirlit. Sum dømi kann eg nevna rullubremsufeltið. Hetta tól er ført fyri at skráseta bremsueffektina hjá øllum fýra hjólunum. Rullubremsufeltið kann transporterast, og er ætl- anin at nýta hetta kring alt landið, men ein treyt fyri hesum er, at hevuðssteðin verður løgd í Havn, sigur Atli Jensen. Projekt til høvudsstød Uppå fyrispurning til Atla Jen- sen um, hvi høvudseftirlitsstød- in ikki liggur i Havn, sigur hann okkum, at higartil er onki pass- andi grundøki fingið til vega. — Projektid til eina slíka høvudsstød var liðugt fyri einum fýra-fimm árum síðani. Býráðið gav okkum fyribilsloyvi til at byggja stødina millum Politi-