leygardagur 12. apríl 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. apríl 1975
sosialurin
Síða 7
Atli Jensen
garðin og Lonirnar, men tóku
teir hetta loyvi aftur. Tó eru út-
lit fyri, at vit fáa hóskandi
grundøki um stutta tid.
Tekniskt undirvísingar-
tilfar
— Ætlanin er, at bileftirlitið skal
lata koyrilærara sleppa at undir-
vísa í holum stovnsins, sum eru
Koyriroynd
utgjørd við tekniskum o.g.
undirvísingartilfari, sigur Rókur
Dalsgarð, bileftirlitsmaður.
Onki fast tímatal
— Tað er onki fast tímatal ásett
fyri at læra seg at koyra. Onkur
klárar royndina skjótt — onnur
seinni.
— Hvussu fær ein koyrikort?
— Rættast er fyrst. at fara til
lækna at fáa sær eina heilsu-
váttan um, at ein heilsuliga sæð
er førur fyri at koyra bil. Síðani
skal ein venda sær til koyrilær-
ara, sum undirvísir í ferðslulæru
og koyring. Tá koyrilærarin
metir, at næmingurin er búgvin
at fara upp til roynd, skal um-
sókn sendast á fútaskrivstovuna
saman við navnaváttan, pass-
mynd og heilsuváttan (hjá gift-
um kvinnum skal eisini vigslu-
váttan fylgja við umsóknini).
100 kr. skulu inngjaldast saman
við umsóknini. Tey á fútaskriv-
stovuni kannað so, um formali-
tetirnir eru í lagi. Tá hetta er
gjørt, fær ein skjølini aftur, og
skulu hesi sidani latast bileftir-
litinum, sum boðar frá, nær
royndin verður tikin, sigur Rók-
ur Dalsgarð.
Mannfólk fleiri
bilóhapp
— Eru konufólk so vánaligir
bilstjórar, sum ein ofta hoyrir
fólk siga?
— Vit mannfólk halda okkum
duga betur til alt, men tá tað
kemur til hagtøl, vísir tað seg, at
mannfólk hava fleiri bilóhapp
enn konufólk — annars hava vit
jú kvinnuár í ár.
— Kann nakað gerast fyri at
fyribyrgja ferðsluóhappum?
.
Høli, har teoretiski parturin av koyrikortinum verður hildin
Tá vit vitjaðu inn á bileftirlitið, kom Alis Poulsen, lærarinna, inn at fáa sær ymiskt undirvising-
artilfar til skúlabrúks
— Fyrst og fremst má hver
einstakur hava ábyrgdarkenslu í
ferðsluni og hava í huga, at tað
kann galda lívið bæði fyri ein
sjálvan og onnur. Vit her á landi
siga so mangan um okkum
sjálvi, at vit eru heimsins rask-
asta og besta fólk. Her hava vit
høvi at sýna, at so er. Leggjast
kann aftrat, at tað ikki altid eru
tey, ið sýna besta hegni til
koyriroyndina, ið seinni roynast
sum tey bestu.
Dýrt at taka
koyrikort
Upp á fyrispurning til Rók um
tað er dýrt at taka koyrikort,
sigur hann:
Tá ein hevur í huga, at øll
onnur undirvising her á landi er
ókeypis, herav nógv er meiri til
skemt enn til nyttu, kann tað
ikki vera rætt, at tað at gerast
ein tryggur bilstjóri, samstundis
skal vera ein spurningur um at
hava ráð.
føroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen tlf. 20 i
Setid sparipening tygara
Spinnid i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
Get
FØROYA SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg