leygardagur 12. apríl 1975síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. apríl 1975
sosialurin
Síða 9
ÍA
NN
Nan
Z
(|,
7)
lýg
77?
NN
N
NN
7
Mg
D
NN
II,
ff,
4,
N
S
7
GI
H
NN
SN
(7
AM
AN
Q7
42?
2
NN
ZA
N
NN
ØM
4
Ú
£
N
777 if,
N
UD
NÝ
NN
U
/
W
MM
SN
NN
Jr
[17
0117
fall
7)
I)
tj
NN
A
i uw
Ni
h
|
NOW
|
|
SW
i
fl
u,
(17
4
NN
NN
M
0
(1
N
NS
HL
Z
NN
N
AÐ
7
Wh
(7
NN
jf
N
NN
—
Ms
2
N
N NN
SN
NN
N
77
ID
7
(4
N
N
I
fg
7
N
hr
7
Ritstjóri:
Hans Thomsen
Reyða kollveltingin
Hetta er søgan um, tá Russar kollrendu gamla
russiska zarveldið. Í dag ber til at skilja hetta, tí
viðurskiftini vóru í mangar mátar út av lagi, men
hvat hevur so russiska fólkið fingið í staðin. Jú,
rakettir hava teir og kunnu skjóta menn upp á
månan, men tann vanligi Russin — maðurin á
gøtuni — er lívið blivið honum lættari?
Í russiska hovuðsstaðnum vunn-
u kommunistar valdið uttan
stórvegis trupulleikar. Kvettið
hevði nærum ikki kostað mann-
alív. Men skjótt vaks mótsteðan
móti nýggja stýrinum manga
staðni um landið. Í Moskva og
ødrum byum kom tað til blóð-
ugar bardagar og fólk í hundraða
tali lógu eftirá, ål
Kommunistiska kollveltingin
sigraði í mongum ødrum byum í
norður- og mið-Russlandi, men
tíðum gekk hart á. Kommunist-
ar noyddust mangan bæði at
stríðast móti eðrum flokkum,
gomlum Zar-generalum og illum
embætismonnum.
Ymsa staðni eydnaðist figg-
indum kommunistafloksins
rættuliga at gera um seg. Í
Ukraine stovnaðu teir t.d. sjálv-
stødugt ríki við Kiev sum høv-
uðsstaði. Don-kosakkar drógu
saman her við gomlum zaryvir-
monnum á odda, og bæði her og
mangar aðrar staðir leikaðu
brátt borgarastríðið millum tann
reyða herin hjá kommunistum
og tann hvíta herin hjá teimum,
sum vóru ímóti kollveltingini.
Hetta blóðuga stríð kom at
verða drúgt, og hvørgin parturin
var stort mætari enn hin. Bådir
sýndu teir mangan ómenniskj-
ansliga framferð.
Eisini onnur viðurskifti gjørd-
u viðurskiftini hjá nýggja stýr-
inum trupul. Fyrst í desember
1917 tóku kommunistarnir upp
tingingar við Týskin í Brest-
Litovsk, men hesir settu so hørå
krøv aftur fyri at binda frið við
Russland, at kommunistiska
stjórnin ivaðist stórliga, um
beint var at ganga undir tey.
Trotski royndi so ta millumleið
at boða frá, at Russar tóku seg
burtur úr krignum, uttan at
nakar veruligur friður varð und-
irskrivaður, men Týskurin svar-
aði aftur við at lata herlið síni
taka seg uppaftur longur fram,
og 3. mars 1918 noyddust Russ-
ar at ganga undir týsku krevini
og skriva undir. Kostirnir vóru
ikki mjúkir. Russland noyddist
at sleppa Finnlandi, baltisku
londunum, Polandi, Ukraine og
nøkrum eðrum landaumráðum
av hondum. Harumframt her-
setti Týskurin stórar partar av
sudur-Russli ndi, Svartahavs-
strondini og Kaukasus fyri å
tann hått at tryggja sær olju,
korn og aðrar tiltrongdar verur.
Eitt stórt vandamál var eisini
grundlógargevandi tingið, sum
valt varð 25. november 1917,
t.v.s. aftan á kommunistiska
kvettið. Kommunistar vóru í av-
gjørdum minniluta í hesum
tingi, áttu bert tepran fjórðing
av tinglimunum. Teir moderatu
javnaðarmenninir áttu tveir trið-
ingar, meðan teir borgarligu
áttu hinar limirnar. Hetta vand-
amál loysti Lenin á tann hátt, at
hann læt reyðgardistar og
bolschevikk-matrósar reka ting-
limirnar á dyr 8. januar 1918,
dagin eftir at hetta ting var
samankomið í Petrograd fyri at
royna at áseta eina demokrat-
iska stýrisskipan í Russlandi!
I ollum ruðuleikanum vóru
mong, sum í fyrstani mest-
sum í ørviti — vóru gingin undir
kommunistiska stýrið, men sum
frá leik tók mótsteðan at harðna.
Mong vóru eisini uppest um tær
herðu fridartreytir, sum komm-
unistarnir vóru gingnir undir, og
ymisk lógboð, sum >fólkaum-
boðsmannatingið< ásetti, gjørdu
eisini sítt til, at fólk, sum higar-
til ikki høvdu vitað, hvat komm-
unistarnir vildu, nú so smátt
fóru at hóma ta sosialistisku
samfelagsskipan, sum Lenin
hevði boðað frá. Illviljin móti
kommunismuni tók at vaksa,
bæði í Russlandi og útlondum,
og mótsteðan hvesstist.
Vestanveldini vóru í ødini um,
at Russland hevði tikið seg burt-
ur úr krignum, og tað blíðkaði
tey sjálvsagt ikki, tá >fólkaum-
boðsmannatingið< brádliga
strikaði alla russiska peninga-
skuld til útlandið. Bæði Bret-
land og Frakland hevdu latið
Josef Dzugasvili — betur kend-
ur sum Stalin — heldur reðu
Russum stór ríkislán og eisini
sett stórpening í russiskt vinnu-
liv. Og kommunistar vóru ikki
linari í innanríkispolitikkinum.
Virkini skuldu hereftir eftirans-
ast av arbeidaranevndum (sov-
jettum) og sum frá leið vórðu tey
flestu løgd undir landið. Vápn-
aðar herdeildir brutu seg inn í
bygdirnar og tóku frá hond korn
og aðrar neyðturviligar verur,
sum trutu í býunum. Stjórnin
legðist á reiðipeningin hjá bank-
unum, og allar húsaognir vórðu
gjørdar til ríkisogn. Á sumri
1918 var stødan so hættislig, at
borgarastríðið sló í ljósan loga,
og tíðin hiðanifrá og fram á
summarið 1919 skuldi gerast
tann allarsvárasta, sum nýggja
kommunistiska stýrið kom at
uppliva.
Vladimir Iljitj Uljanov — ella
Lenin, sum hann varð róptur
eftir tí ánni, sum eitur Lena og
sum rennur í Sibiria
Leingi hevdu kommunistar
bert ræðið í mið-Russlandi, har
Moskva nú gjørdist nýggi høv-
uðsstaður landsins, eftir at týsk
herlið veturin 1917—18 hevdu
hótt Petrograd. Hetta umráðið
var sum ein kringsettur skansi,
avskorið frá kornøkrunum og
idnadarvirkjunum, frá oljuni og
kolinum, hótt sunnaneftir av
kosakkum undir leiðslu av
hvítum generalum sum Pjotr
Krasnov og Anton Denikin,
vestaneftir av hermonnunum hjá
generalinum Nikolaj Judenitsj í
teimum baltisku londunum,
norðaneftir av einari hvítari
stjórn í Arkangelsk og eystan-
eftir av herum i Ural og Sibiria
undir leiðslu av Alexander Kolt-
sjak, admirali.
Aftrat ellum hesum kom so
tað, at Ukraine hevði tikið loys-
ing, at Polakkar og Rumenarar
lógu framvið at vinna sær bitar
burtur av Russlandi og at tey
fyrrverandi sameindu londini hjá
Russum sendu herfólk til Russ-
lands til at stuðla teir hvítu
generalarnar. M.a. varð ein
bretsk herdeild sett á land í
Arkangelsk. Eisini sendu Bretar
herfólk og flotaeindir til Svarta-
havsumráðið. Her vórðu eisini
Fransar settir á land. Til Sibiria
komu bæði Amerikanarar og
Japanarar.
Bretsku og fronsku landset-
ingarnar av herfólki vóru í fyrstu
syftu ætlaðar sum ein roynd til
at keva ta heimskollvelting, sum
bolschevikkarnir hevdu boðað
frá. Bretar og Fransar skiltu, at
tað sum nú hendi í Russlandi
var ein sosial kollvelting, sum
púra fór at kollrenna gomlu
samfelagsskipanina, ein koll-
velting, sum ikki einans varð
vend imoti privata ognarrættin-
um, men eisini ímóti parlament-
ariska demokratinum, móti
borgarliga moralinum og kristna
átrúnanum, sum sbrt. læruna
hjá Marx var opium fyri fjøld-
ina. Nakað tílíkt hevði heimurin
ikki upplivað síðan Jakobinara-
stýrið undir stóru fronsku koll-
veltingini, og tað heljardýpi,
sum hetta birti fyri sjónum,
gjørdist uppaftur ræðuligari av
tí, at hetta var kollvelting,
framd av tí stóru, óvitandi
fjøldini. Allur vesturheimurin
við sínum borgarligu stjórnum
og sjónarmiðum øtadist um,
hvussu bolsjevikkarnir týggjaðu
sær, og ikki gjørdist mætari
vorðið, tá tey tíðindi spurdust,
at russiski zarurin og familja
hansara vóru myrd.
Síðan mars-kollveltingina
hevdu zarurin og familja hans-
ara verið fangar á Zarskoje
Selo-borgini uttan fyri Petro-
grad, men í august 1917 — með-
an Kerenski enn sat við stjórn-
arvaldinum — vórðu tey flutt til
Tobolsk í Sibiria og i 1918 til
Jekaterinburg, sum nú eitur
Sverdlovsk, i Ural. Tá hvítir
hermenn hóttu býin hetta sama
summar vórðu zarurin og øll
familja hansara skotin í kjallar-
anum í teimum húsum, har tey
høvdu havt tilhald. Morðini
vórðu framd eftir boðum frá
sovjettini í Jekaterinburg, men
ymiskt tykist benda á, at teir
frammanundan hevdu vissað
sær góðkenning frá stýrinum í
Moskva. Annars framdu bæði
teir reyðu og hvítu herviligar
beistargerðir í hesum oljustríði.
Tá ein býur ella landaumráði
skifti harra, vórðu sum oftast
ræðuligar hevndaratgerðir sett-
ar í verk móti mótsteðumonn-
unum. Hvussu nógv, ið dripin
vórðu, veit eingin, men talið er
óivað fleiri ferðir tiggjutúsund.
Men kortini er hetta tal lítið
sammett við tær miljónir, sum
undir borgarastriðnum doyðu í
hungri og av umfarssjúkum.
Tidum kundi tykjast líkt til,
at kommunistiska stýrið fór at
ganga til grundar í hesum elju-
stríði móti hesi — sum tað tókt-
ist — máttmiklu mótsteðu. At
hetta ikki hendi hevur ymiskar
orsøkir. Ein av hesum var tann
væl skipaða leiðslan hjá komm-
unistum og tann eldhugi, hesir
menn hevdu. Bæði leiðsla og
undirfólk sýndu tíðum stóran
offurvilja og mikið dirvi í teirri
stríði fyri kollveltingini. Hin-
vegin stóru teir, sum vóru ímóti
kollveltingini, spjaddir og høvdu
hvorki nakra midvisa ætlan ella
stevnuskrá. Mangir av odda-
monnum teirra vóru harumframt
politiskt bæði ódugnaligir og
óvitandi, klandraðust tíðum sín-
ámillum og dugdu sjáldan at fáa
fólkið við sær.
Eisini má havast í huga, at ell
henda kriggsførsla var rættuliga
primitiv. Heldur smáar og illa
utgjørdar herdeildir striddust,
syndradar ut um veldug umråd-
ir, og ofta skuldi litid til at venda
kriggseydnuni.
Undir hesum viðurskiftum
kundi tað, at vestanveldini nú
løgdu uppí, lættliga komið at
verið avgernadi fyri úrslitið, um
nekur fynd hevði verið í tiltaki
teirra. Men so var ikki. Uppi-
leggingin var linlig og illa fyri-
skipað, partvíst tí, at menn vóru
>.
Pr”