leygardagur 12. apríl 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 28 — 12. apríl 1975
móðir av krígnum, men eisini tí
at arbeiðararerslurnar í vest-
urlondum politiskt høvdu sett
seg harðliga ímóti at veita hvítu
kontra-kollveltingini stuðul.
Eisini stjórnirnar í vesturlond-
um vóru í miklum iva og stóðu
ésamdar í hesum spurningi. Ti
varð úrslitið tað, at henda uppi-
legging, sum lættliga kundi
havt jarðlagt kommunistisku
kollveltingina, kom at verða alt
ov jánkaslig, men kom kortini
hinvegin at gerast kommunist-
unum ein funnin fressur, av tí at
teir nú gjørdust ferir fyri at
leggja stríðið á tann tjóðskapar-
liga bógvin, og henda miseydn-
aða uppíleggingarroynd gjerdi
sítt til at skapa mistrúgv í
nýggja kommunistaríkinum til
allan vesturheimin — eina mis-
trúgv, sum ikki er heilt horvin
enn. Tann reyða hetjan í hesum
borgarastríði — næst eftir Lenin
— var Trotskij. Hann var í mars
mánað 1918 gjørdur kommiserur
fyri verjuni, og tað var hann,
sum bygdi upp reyða herin heilt
frá grundini. Eftir fáum mánað-
um eydnaðist honum at reisa ein
her, sum taldi 800.000 mans, og
hann var í heilum á ferð við
pansaratoki sínum av einum
vígvelli á annan fyri at eggja
menn sínar og halda skil á. Hann
var um somu tíð kollveltingar-
leiðari, verjumálaráðharri og
herhevdingi. Kriggseydnan
skifti í heilum 1918—19. Best
sum var kundu teir hvítu hava
framgongd og hótta Moskva fyri
síðani at lúta fyri teimum reyðu,
ella eisini kundu bendur aftan
fyri vigvøllin gera uppreistur og
soleiðis spilla teimum herferð-
ina. Bendurnir óttaðust fyri, at
jørdin kanska fór at verða tikin
frá teimum aftur, og eisini vórðu
teir tíðum illa. viðfarnir av
teimum hvítu hermonnunum og
yvirmonnum teirra. Stutt eftir
ársskiftið 1918—19 tóku sterkar
hvítar herdeildir seg fram móti
Moskva úr ellum ættum og bert
við yvirmenniskjansligum reyst-
leika eydnaðist reyða herinum at
reka herdeildirnar hjá Koltsjak
admirali eystur um Ural-fjøllini,
meðan tað í meðan við bit og slit
eydnaðist teimum at halda vig-
vellirnar í suðri og vestri. Men í
oktober 1919 vendi kriggseydn-
an av álvara. Herurin hjá Kolt-
sjak admirali var fyri herviligum
ósigri og mátti taka seg aftur —
um háveturstíð — inn í Sibiria.
Har lótu mangir teirra lív í tí
ræðuliga kuldanum, og endin
var tann, at herurin syndraðist
sundur. Koltsjak sjálvur varð
fangaður av teimum reyðu og
skotin í februar 1920. Sama
heystið tapti eisini Judenitsj so
eiggiliga og herdeildirnar hjá
Denikin vórðu riknar aftur, so at
bolschevikkarnir — tá árið var
av — hevdu ræðið í Ukraine og
meginpartinum av suður-Russ-
landi. Sum árið 1920 leið aftur
um, noyddust tær hvítu her-
deildirnar flest allastaðni at lúta,
og kommunistiska stýrið sat nú
fast í saðlinum. Teir seinastu
bardagarnir í mið-Asia hildu tó
ikki uppat, fyrr enn nakað leið út
á árið 1922.
Sigurin hjá kommunistunum
hevði verið dýrgoldin. Fram-
leiðslan var minkað niður í lítið
og einki og samferðsluviður-
skiftini út av lagi. Fleiri miljónir
doyðu í hungri og av umfars-
sjúkum, og ikki høvdu stórvegis
stundir verið til at bygt upp sos-
ialistiska samfelagið. Fyri at
framleiðslan í hesum niðurundir-
komna landi skuldi ikki steðga
heilt, hevði Lenin ætlað at fara
hóvliga spakuliga fram við sosi-
aliseringini. Men neyðarstand-
urin undir borgarastridånum førdi
við sær, at stjórnin noyddist at
taka alla framleiðslu og útbýting
av verum upp á seg at kalla.
Annars hevði alt enda í hurli-
vasa. Úrslitið av hesum tiltøk-
um var ein ógvuliga primitiv
fíggjarskipan, sokallað >kriggs-
kommunisma«.
Royndir vórðu gjørdar at taka
peningsvirðið av og seta eitt slag
av náttúralhúsarhaldi í staðin,
har ríkið bæði skuldi hava fram-
leiðsluna í hondum og útbýting-
ina av henni eftir eini serligari
skamtunarskipan. Úrslitið var
sjálvandi eitt ovurstórt bureau-
krati við minkandi effektiviteti.
Leiðslan misti púra tamarhaldið
á viðurskiftunum, tí alt drukn-
aði í pappírsrúgvuni, og mætari
stóri bygdi
gjørdist ikki, tá mangir trúgvir
kommunistar vórðu settir í sess-
ir, teir als ongar meguleikar áttu
til at rekja, sum teir áttu. Men
alt hetta vísti seg at bera til so
leingi nýggja stýrið bardist fyri
lívinum, men tá so borgara-
stríðið hasaði av og einki rektist
fyri batnandi livikorum, vaks
politiska misnøgdin og fólkið fór
at geva ilt av sær inn á nýggja
stýrislagið og tess umboðsmenn.
Alt tóktist fara at enda í ljós-
um loga, tá matrósarnir í her-
flotahavnini, Kronstadt — hetta
vóru gomlu stormtroppar
kommunistanna — gjørdu upp-
reistur i mars 1921. Hesin upp-
reistur komst av ti vaksandi
misnøgdini hjå bøndrum og idn-
aðararbeiðarunum. Hesir vóru
sum frá leið farnir at meta
kommunistarnar nærum javnt
við teir gomlu valdsharrarnar.
Lenin fór ikki fram við mýkind-
um, men læt berja uppreistur
matrósanna niður samstundis
sum hann boðaði frá einum
nýggjum figgjarpolitikki. Hann
tók nú uppaftur upprunaliga
moderata politikk sin, sum hevði
nidurstødu sina i teirri sann-
roynd. at tað lítið framkomna
landbúnaðarlandið, Russland,
enn ikki var búgvið til eina full-
komna sosiala kollvelting.
Hesin nyggi figgjarpolitikkur-
in, ið kallaðist NEP eftir forbók-
støvunum í teimum tilsvarandi
russisku orðunum, var ein týði-
lig afturgongd, sæð úr kommun-
istiskum snónarmiði. Lenin
duldi heldur ikki fyri hesum;
men nú sum altíð dugdi hann at
laga seg eftir viðurskiftunum.
Tá teir høvdu goldið ein rimilig-
an skatt, sluppu nú bendur
at selja avlopið av framleiðslu
teirra á tí fría marknaðinum.
Eisini í aðrar mátar fekk privata
fyritakssemið loyvi at royna seg
í framleiðslu og selu — fyri at
fáa verurnar fram á marknaðin
aftur og fyri at eggja fólki til at
arbeiða meira og harvið fáa
meira burturúr. Hetta eydnaðst
eisini. Skjótt komu bæði verur
og peningur fram aftur, nýggjar
framleiðslur vórðu settar á stovn
og ymiskar nýggjar leiðir ging-
nar, men hetta førdi eisini við
sær, at summir spekulantar rík-
aðu seg upp og beinleiðis svindli
var heldur ikki sort av. Umframt
landbúnaðin var NEP-polifikk-
urin einahelst galdandi fyri
framleiðslu og selu av nýtslu-
verum. Bankarnar, tunga idnad-
an, samferðsluna og útflutningin
Havnin í Leningrad, Skt. Pætursborg — býurin, sum Pætur hin
hevði ríkið og læt ikki av hond-
um aftur. Men tað sum hevði
uppaftur sterri týdning: Komm-
unistarnir fingu nú politiska
takið á landinum.
Undir borgarastriðnum og
NEP-politikkinum var “ikki ein-
ans alt vald givið kommunista-
flokkinum, meðan allir aðrir pol-
itiskir flokkar vórðu forfylgdir.
Eisini sjálvt flokksdemokratiið
mátti víkja fyri leiðaradiktaturi.
Tá tú hopar undan, má disciplin-
urin vera hundrað ferðir so harð-
ur sum undir álopi, segði Lenin.
NEP-politikkurin var ikki tað
einasta, sum í 1921 skapti eitt
nýtt tíðarhvarv í segu Russ-
lands. Stjórnin fór eisini at meta
viðurskiftini við útlandið annar-
leiðis. Í fyrstuni høvdu bolsche-
vikkarnir hildið seg verið boð-
berarar av eini kollvelting, sum
skuldi fara fram um allan heim.
Teir hildu ikki, at kollveltingin
kundi trívast einans í Russlandi,
tí mátti hon fáast at kykna upp í
ødrum londum eisini og fremst
av øllum í teimum stóru idnad-
arlondunum í Vesturheimi. Eina
tíð kundi eisini verið líkt til at
eldurin fór at loga í tí niður-
barda, illa fyrikomna Týsklandi,
har keisaradømid varð kollrent á
sama hátt sum í Russlandi. Men
tá eini tvey ár vóru farin, var
skilligt, at gongdin í Týsklandi
fór at vera ødrvisi. Og tað sama
hendi í øðrum londum, har sov-
jett-stýrið eina tíð tóktist fara at
festa retur, t.d. í Ungarn. Og í
vestanlondunum hevði tann ver-
andi samfelagsskipanin — hóast
allar tær radikalu rerslurnar,
sum fylgdu í kjalarverrinum á
krígnum — sýnt uppaftur sterri
seiggi og lívsmegi. Í hesum
londum gjørdist aldrin nakar
meguleiki fyri einari kommun-
istiskari = kollvelting. Hetta
dugdu russisku kommunistarnir
at skilja og tóku avleiðingarnar
av tí. Hetta vil ikki siga, at teir
sleptu ætlan/sini um eina heims-
umfatandi kollvelting med alla,
men teir dugdu at síggja, at
hetta fór ikki at verða so beinan-
vegin ella kanska fór at vara
heilt leingi. Ti løgdu teir nú
doyðin á at fáa viðurskiftini í
Russlandi aftur í rættlag og eftir
stuttum áramáli at byggja upp
eitt nútímans, russiskt ídnaðar-
land.
Mánaðarjavni
pr. ultimo mars 1975
Kassapeningur
kr. 5.907.884,86
Bankar og sparikassar innanlands:
Innskot kr.
Kredittir og lán
Bankar uttanlands
Útlendskur peningur og vexlar
Innlendsk virdisskjøl
Vedskuldabrøv
Innlendskir vexlar
Kassakredittir
Kontokurant:
Innlendsk rokning ...-
Utlendsk rokning ....-
Ymiskir skuldarar
Millum trygdir fyri teim
fimm seinastu upphædd-
unum eru egin parta-
brøv nom. kr.
Åbyrgdir
Fastar ognir
Innbúgv og boxrúm
Kostnaður
Lógarásettur tiltaks-
peningur
Eykatiltaksgrunnur .-
Avsett til skatt
Ílegugrunnur
Avskrivingargrunnur
f. fastar ognir
Flutt frá seinasta ári .
Foliokonto
Kontokurant:
6.973.017,26
6.973.017,26
4.516.010,48
276.099,45
66.565.920,60
531.102,37
23.353.632,03
121.832.825,56
142.557.637,91
43.764.078,70
43.764.078,70
709.513,42
30.878.253,35
7.982.516,31
176.095,19
4.162.478,37
kr. 460.187.065,86
10.000.000,00
kr. 12.000.000,00
5.000.000,00
2.000.000,00
1.000.000,00
1.133.676,15
684.624,36-
22.618.300,51
7.638.799,26
Innlendsk rokning ...kr. 62.066.373,90
Utlendsk rokning ...-
Innlán á bankabók við styttri
uppsegn enn ein mánaða
Innlán við mánaða uppsegn
ella longri
Bankar og sparikassar
innanlands:
Innskot
Kredittir og lán
Bankar uttanlands
Endurdiskonteraðir inn-
lendskir vexlar
Ábyrgdir
Ymiskir ognarar
Renta og provisión v.m. ......
22.828,14- 62.089.202,04
91.333.674,30
176.517.217,73
kr. 15.833.244,00
5.717.000 ,00-
21.550,244,32
- 371.334,10
12.685.000,00
30.878.253,35
6.652.542,18
17.852.492,07
kr. 460.187.065,86