leygardagur 12. apríl 1975síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 12. apríl 1975
Av Suðuroyar sjúkrahúsi
Ein sonevndur »tvøråmadur«
kærir seg i Dimmalætting tórs-
dagin hin 3. í hesum mánað um,
at dr. Th. Pauli Vestergaard fer
úr starvi sínum sum yvirlækni á
sjúkrahúsinum her og krevur
meg eftir eini frágreiðing, um eg
sum »lokalur« sjúkrahússtýris-
limur havi barst fyri at >varð-
veita< dr. Vestergaard, ella um
eg eri smittaður av einum polit-
iskum virus, sum fylgdi við Th.
P. Vestergaard, tá ið hann varð
settur í yvirlæknaembætið her.
Eingin av stýrislimunum varð
fegnari enn eg, tá ið eg hin 13.
januar 1973 fekk fundarboð til
20. í sama mánað m.a. um setan
av Th. Paula Vestergaard sum
einasta umsgkjara í yvirlækna-
embætið, og ikki minni nipin
varð eg tórsdagin 18.1.1973, tá
ið eg fekk boð um, at hendan
einasta umsókn var afturtikin.
Eg spurdi: Hvi? Nei, orsøkirnar
vóru privatar, og fundurin varð
sostatt avlýstur.
Tá læt tað til, at ikki „ein
minoritetur av einum politiskum
bólki<, men ein majoritetur av
tjóðveldismonnum og eðrum
borgarligum var vorðin smitt-
aður av umskrivaða virus, tí tá
fór at rúka sum rótasúpan um
oynna, at »hesir helvitis javn-
adarmenn« (sum er kelinavn
okkara her) skuldu hava stygt
Th. P. Vestergaard burtur. —
Hetta var jú púra lygn, og tað
botti ikki um harm min yvir at
hava mist ein dugnaligan um-
søkjara til yvirlæknaembætið.
Sjúkrahús okkara var sostatt
framvegis í eini neydstødu, 1) ti
at nevndi umsekjari gjørdi seg
kostbaran, og 2) tí at torfert var
at fáa kvalificeraðar yvirlækn-
avikarar um veturin. Men so í
mars mánað sama ár telefoneraði
sami umsekjari úr Danmerk og
segði frá, at hann vildi taka við
starvinum, um vit settu hann
beinanvegin, og hetta varð ein-
mælt gjørt á snarfundi av
monnum — so vitt mær kunn-
ugt — úr ellum teim sterstu
politisku flokkum og ósmittaðir
av umskrivaða politiska virus.
Eg skal ikki úttala meg nakað
serligt um politiskt virkissemi,
við tað at eg eri ikki aktivur í
politikki, men bert ein vanligur
samfelagsborgari við atkveðu-
rætti, ið sum flestir meðborgarar
mínir veit, hvat ið hesin rættur
skal brúkast til. Men tá ið >tver-
ámaður< sipar til virus, sum
sjálvt T.P.V. ikki hevur verið
førur fyri at lekja, so er ollum
kunnugt, at hann trúliga hevur
roynt at grøda tey sosialistiskt
»brekadu« å arbeidisplåssi sin-
um å meiri og minni agressivan
hått og at verja onnur »rætt-
hugsandi« ímóti tílíkum brek-
um.
Nei, sonevndi »tvøråmadur«,
eg hoyri ikki til virusbólkin, sum
tú málber teg, ti tað man vera
tín egni flokkur. Tú spyrt um
fundin, ið eg var til í Havn. Jú,
eg var til fundar har í januar
saman við ellum sjúkrahússtýr-
um Feroya um eina nýggja
sjúkrahúslóg og -reglugerð, sum
helst kemur til logtings- og fólk-
atingsviðgerðar í ár. Eg hevði
ikki fyri neydini at »vardveita«
dr. Vestergaard, sum tú málber
sosialurin
teg. Á einum ødrum fundi fyrilå
frágreiðing frá dr. M.J. Djur-
huus, røntgenserlækna um,
hvussu serkanningar av sjúk-
lingum í Suðuroy framvegis
vórðu tileinkisgjørdar av dr.
Vestergaard, hóast henda ser-
læknatænasta, sum varð fyri-
skipað longu í dr. Nielsens og
Deistings tid, nú ferð eftir ferð er
kravd gjøgnum ferd av sjúkra-
hússtýrinum, sum síðan hevur
fingið ábreiðslur bæði í lesara-
brøvum og í oddagrein i Dimma-
lætting fyri at lata slikt um seg
fara. — Eg veit einki um, at t.d.
brævskrivarin, fri Mira Olsen,
Hvalbø, ella blaðstjórin, harra
G.L. Samuelsen, Tórshavn, eru
komin í nánd av ti av »tvørå-
manninum« tilsipaða virus.
Afturkomin av nevndu fund-
um bad eg vinarligast dr. Vest-
ergaard um at niðurleggja
»stridsøksina«. Men tað fyrsta,
ið eg frætti aftur, var, at hann
var lopin á starvsfelaga sin, sum
hareftir bar blóðug merki, ið eg
sjálvur sá. Hóast alt hetta
umframt álop, hann hevur haft á
aðrar »kollegar«, situr hann enn
í starvi sínum, so tað kann ikki
sigast annað enn at eg havi verið
við til at >varðveita< hann.
Men nú hevur hann fyri einum
stívum mánað síðan sekt um at
verða loystur úr starvinum
skjótast meguligt eftir 1. mars í
ár, og tað er játtað honum við
ollum teim sømdum, ið hann
eigur, samstundis sum starvið
varð lýst leyst.
Hetta er frágreiðingin, sum eg
varð biðin um, sjálvt um ein
dulnevndur illa hevur uppiborið
nakra frágreiðing.
Eg vil eisini av fullum huga
styðja áskoðan »tvøråmansins«
um dugnaskap og hegni dr.
Vestergaards sum skurðlækna.
Hesin serkunnleiki er ein ófrá-
víkilig treyt fyri yvirlæknaem-
bætinum her. Men eg fari ikki at
nokta dr. Vestergaard at sleppa
hiðani aftur, nú ið hann hevur
sekt um tað — serliga við tað at
eg veit, at eftirmaður hansara,
sum hevur sekt starvið, hevur
somu serútbúgving. Hann er
foroyingur og er eisini høgt
mettur í fráfarandi starvi sínum
sum serlækni í skurðviðgerðum.
Hans H. Strom
sk sk sk sk sk sk sk ok skok sk
Rætting
I lesarabrævinum frå John Apol
i seinasta bladi var ein prentvilla
komin at standa.
Har stóð, at hann var eigari
av Tinganesi. Hetta skal vera
leigari.
blaðstj.
ELECTROLUX CF 205
-Q) Electrolux
Bokbindaragøta 8 . Torshavn . Tlf. 1 11 06
Komfyrurin, sum hóskar væl til smærri
íbúðir og summarhús. Hann er snøggur,
er bert 50 cm breiður, men er tó eins væl
Utgjørdur og størri komfyrar við snar-
plåtum, termostatstyrdum bakiovni vid
ljósi og hevur stórt plåtuskåp í neðra
Keypið nú.
Avmarkað tal á goymslu.
Biðið um nærri upplýsingar:
Ringið ella skrivið til okkara.
Síða 11
Frágreiðing
Leygardagin 5. apríl skrivar
Sosialurin um eina hending, ið
fór fram úti í Nólsoy 2. páska-
kveld, tá báturin Tinganes var
komin at vitja bygdina á náttar-
tid.
I dag skrivar ein, id nevnir seg
John Apol, eitt lesarabræv i
Dimmalætting og 14. Septem-
ber, har hesin lovar ilt, um ikki
Sosialurin tekur orðini aftur og
tað so dyggiliga á forsíðu blað-
sins.
Hesin góði John Apol man
yvaleyst vera ein av teimum, ið
vóru við Tinganes 2. påskakvøld
og man eisini vita betur, hvørji
erindi teir høvdu í Nólsoy hesa
nátt.
Bygdaráðið varð varskógvað
um, at eitt ella annað fyrifórst á
bryggjuni, og fóru 3 bygdaráðs-
limir at kanna hetta nærri.
Farið var í telefonina at ringja
logregluna í Havn upp.
Á vegnum niðan á telefon-
staðina mettu vit manning av
Tinganesi í bili; hesir vóru ógv-
uliga blíðir og vildu bjóða bæði
sjuss og el, men ikki var tikið
av.
Eftir at samband hevði verið
við logregluna í Havn, var farið
aftur á bryggjuna, og eftir
boðum frá teimum, varð avgjørt
at biðja gestirnar fara frá landi
sum skjótast.
Hetta varð ikki væl dámt
umborð, og stóðst mikið rok av
hesum, har flest allir av mann-
ingini bjóðaðu av og vildu koma
upp á bryggjuna til nevaleik, ja,
enntá varð hótt við jarnstong og
hvalváknum, men tá nólsoy-
ingarnir vóru talsterkari á landi,
tordu gestirnir ikki at leggja at
bryggjuni aftur, sum best var
fyri teir, ella kundi tað verið ein
minnilig mótteka á landi. Var
tað ikki betur, John Apol, at
tygum prentaðu, hverji erindi
tykkara vóru her úti so seint?
Leggjast kann afturat, at
maður fór umborð, tá tit vóru
komnir at landi at fregnast, um
nakað var at fáa til keyps av
rúsdrekka, og tykkara svar var,
at tað fór at laga seg seinni í
dansinum, ella tá dansurin var
byrjaður.
Váttast kann eisini av ellum,
ið vóru stedd á bryggjuni, at
maður kom í land av Tinganesi,
áðrenn tit fóru avstað, við eini
pottaflosku av sterkum í hond-
ini.
Betur er, at tit binda um heil-
an fingur og tiga, tí tað kann
henda, at vit kundu drigið meira
fram um hendingina 2. páska-
kveld á bryggjuni í Nólsoy.
Nólsoy, hin 8. apríl 1075
Poli og Hergeir
sosjalurin
telf. 11820