Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 29 — 16. apríl 1975 sostakurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Vind i seglini I PANELGREIN blaðsins seinasta leygardag skrivar Oli Jacobsen, fiskimannafelagsformad- ur um uppskot til vidtøkubroytingar, ið Føroya Fiskimannafelag hevur sett fram til adalfund Sjóvinnubankans, sum verður i næstum. VIT TAKA FULT og heilt undir við teimum sjónarmiðum, sum Óli Jacobsen setur fram og ivast ikki í, at lesarar yvirhevur gera tað sama. Men, sum Óli Jacobsen eisini vísur á, hevur bankin sýnt hesum uppskoti lítlan ans og ikki so mikið sum gjørt sær tann ómak at greiða 'partaeigarunum frá innihaldinum í hesum upp- skoti. AV SOMU GREIN fiskimannafelagsforman- sins framgongur annars, at í bankanujm eru tveir stórir partaeigarar — Føroya Fiskasøla og Tryggingarsambandið Foroyar — við hver sín- um triðingi av partabrevunum, og so umleið 1300 smærri partaeigarar, ið tilsamans eiga ein triðing. NEVNDARVALIÐ ER soleiðis fyriskipað, at teir báðir stóru partaeigararnir einsamallir gera av, hvussu nevnd bankans skal síggja út, og forir hetta til, at sami meiriluti einsamallur myndar stjórn í bankanum, meðan minnilutin als ongan møguleika hevur fyri at fáa umboð. Hetta sama ger seg galdandi, tá støda skal tak- ast til, hvenn rentupolitikk bankin skal reka, hvar hann skal plasera avlopspeningin o.s.fr. ØLL MINNAST enn, at landsstýrið ferð eftir ferð mælti frá at seta pening í donsk lånibrøv, men at bankarnir kortini valdu at plasera avlopspeningin har, við tí úrsliti, at vit fingu eina lánikreppu, ið nærum hevur steðga allari sethúsabygging kring landið og somuleiðis tarnað øllum eðrum virksemi. VIÐ TAÐ, AT Tryggingarsambandið Feroyar umboðar ein triðing av partabrevunum í Sjó- vinnubankanum, er landið óbeinleiðis parta- eigari. Um so verður, at teir stóru partaeigar- arnir ikki eru sinnadir at broyta vidtøkurnar so- leiðis, sum skotið er upp av Feroya Fiski- mannafelag, eigur landið nú, við partapeningi tryggingarsambandsins at gerast beinleiðis partaeigari í Sjóvinnubankanum. HETTA EIGUR at verða fyrsta stigið til, at landið yvirtekur alt bankavirksemið, ti ódemo- kratisku og avoldaðu reglurnar, sum bankarnir arbeiða eftir, og sum geva ávísum privatum og hálvalmennum stovnum og persónum alt ov stórt vald og alt ov stóra ávirkan á samfelags- viðurskiftini, kunnu ikki annað enn geva krav - inum um, at landið yvirtekur alt bankavirk- semið, vind í seglini. dagbókin KFUK Almennu felagsfundirnir byrja aftur í kveld. Várgleði Fundur verður í dag kl. 16. Missiónshúsið við Landavegin Fundur í kveld kl. 20. Filadelfia Í dag ungdómsarbeiði. Gent- ur kl. 16 og dreingir kl. 18. Systurmissiónin kl. 20. Tele- fonandakt alt samdegrið á tlf. 14880. Evangeliihúsið Hóskveldið kl. 20 evangelisk- ur fundur, har Torkild Terk- elsen og Dennis Burnett tala og syngja. Í telefonandakt- ini, telf. 1 22 66, talar Dennis Burnett. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Jona og Eivind Gudmundsson, Sand- avágur, halda silvurbrúd- leyp. va Í V 4 spæli útvarpsins leyg- arkveldið vórðu hesi tel drig- in: 0, 11, 27, 28, 30, 36, 40, 48, 55, 69, 70, 71, 76, 93 og 97. Vinningurin, sum var uppá 8.660 kr., fór til ein vinnara, sum var úr Havn. Eisini eykavinningurin, 5.000 kr., fór til Havnar. Reydusøla Fiskaklettur seldi friggjadag- in 5 tons av reyðum i Peter- head fyri 20.000 kr. Gudstænastur Sunnudagin hevur K.O. Vid- erø gudstænastu i Fåmjin kl. 12 og i Øravik kl. 18. Í báðum plåssum gongur talvan til frama fyri Breyð til heimin. Martin Restorff Jacobsen hevur gudstænastu við altar- gangi í Porkeri kl. 12 og í Hovi kl. 18. Er tað organiserað??? Ein lesari skrivar í Dagblaðnum og 14., at Vestergaard má rýma, ti hann er blivin offur fyri einari organiseradari kampagnu frå H. Strøm og S. Dam. Var tad organiserad av Strøm og Dam, tå Vestergaard slóð Sannu Dahl og sparkadi hana? Var tað organiserad av Strøm og Dam, tå Leif Knudsen før av Tvøroyri ti hann ikki kundi vera har fyri Vestergaard? Var tad organiserad av Strøm og Dam, tå Vestergaard fleiri ferðir noktadi røntgenlækna Jó- han Djurhuus at arbeida vid røntgentolunum? Var tad organiserad av Strøm og Dam, tå Vestergaard noktadi at gera eftir boðunum frå Sjúk- rahússtýrinum um at samar- beiða? Var tað organiserad av Strøm og Dam, tå Vestergaard noktadi at fara út til sjúklingar, ið ringdu til hansara, meðan hann hevði vakt? Var tað organiserað av Strom og Dam, tá starvsfólkið á lands- sjúkrahúsinum frætti, at Vester- gaard ætlaði sær til Havnar, sendu runt adressu og kravdu, at hann ikki bleiv settur? Var tað organiserað av Strøm og Dam, tá Vestergaard legði hond á Signar Dam og sló hann, so hann fekk nógv merkir og skevur? Nei, einki er organiserað av H.H. Strøm og S. Dam, men veruleikin er, at ongastadir har Vestergaard hevur verid, hevur tað verið møguligt at skapa samarbeiði, men allastaðir hava tað verið trupulleikar. Sami brævskrivari sigur, eins og Anders Viberg, at Vester- gaard er besti lækni í ríkinum. Um hetta er so, hví er Vester- gaard so ikki fyri langari tíð síðani blivin yvirlækni? Tað eru 16 ár síðani hann kundi verið blivin yvirlækni, men hann er ikki blivin tað fyrr enn nú. Allastaðir, har Signar Dam hevur verið, hava starvsfelagar hansara borið honum tað besta, róst honum fyri samstarvshug og lagaligheit. Somuleiðis er hann millum sjúklingarnar kendur fyri at vera beinasamur og altíð geva sær stundir til at seta seg inn í viðurskifti teirra. Tey eru mong, sum eru honum takksom. Eisini suðuroyingur x Vit skulu hava hann, eingin skoytti um I lesarabrøvum siga Gunnar og teir, at Vestergaard lækni er so framúrskarandi og so vælút- búgvin sum eingin í kongaríkin- um. Eg ivist ikki i, at Vester- gaard dugur eins væl at skera sum vanligir skurðlæknar ann- ars, men eitt ella annað má vera í vegin, tá hann endaði á Tver- oyri. Hevur hann verið so vælút- búgvin í 17—20 ár, og var tað so heitt heitt ynski at koma at arbeiða her, mátti hann øll tey mongu ár havt roynt eftir starvi her, tí vit hava jú manglað lækna her øll tey árini, eisini áð- renn Signar Dam kom. Men tá hevði hann úr at gera við at sekja hvort yvirlæknaembæti í kongaríkinum. Einki av hesum fekk hann, óivað tí hann og »samarbeidsevni« hans vóru so væl kend. Hann sekti tvey yvirlækna- embæti i Føroyum, men Eliesar Arge fekk annað og Marner Simonsen hitt. Hetta á Tveroyri fekk hann so, men síðan hann kom, hevur hann alla tíðina sekt burtur aftur uttan úrslit. Hvi? Hví mótmæla læknar og sjúk- rasystrar í Havn, at hann fær starvið, sum er leyst eftir Rod- mund Nielsen? Er tað tí, at hann er so dugnaligur, at hansara evnir vera spilt í Havn? Nei, tað man vera ti tey hava roynt »samarbeidi« hansara undir ord- naðum viðurskiftum, sum Tver- ámaður í Dagblaðnum tosar um. Hetta royndu tey, tá hann vikar- ieraði fyri E. Arge í 9 mánaðir í 1970. Nú skulu vit hava hann, hinir ikki skoyttu um. Nógv fyri, at eitt so avbera fitt fólk sum Signar Dam, sum hevur roynt at skapa góð viður- skifti læknaliga og dag og nátt verið tekur fyri patientarnar, meðan »Lilleba« ofta bert fekst út á vitjan við medvirkan av myndugleikunum ella við hótt- anum um at draga hesar uppí, skal blíva spiltur so út av monn- um, sum hava heilt onnur enda- mál enn at skapa betri heilsu- røktarvidurskifti. Men hann hevur reist sær vardar, Signar Dam, hesa stuttu tíð, vit høvdu hann, og vit gloyma hann ikki, og teir skulu aldrin vinna tað, teir ætla, hartil standa vit Tverámenn ov stinnir saman um verk hansara, m.a. Flakavirkið. Tøkk fyri Signar, vit vóna at kunna bjóða tær uppreising, tá eiturspræningskeldurnar eru typtar. Hetta skulu vit gera heilt skjótt, tí nú vita vit, hverjir teir eru. Valari