Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————— | | Nr. 29 — 16. apríl 1975 sosialurin Síða 3 tingnýtt Í hesum skúri vera leysgangandi hundar innilæstir í upp til tríggjar dagar uttan at fáa nakað stórvegis av vatni og mati Greflig dómi um djóra- pinslu i Føroyum Leysgangandi hundar vera innistongdir i einum skuri uppi å Hålsi i upptil 3 dagar, uttan at fåa nakad storvegis av mati og vatni — Vit hava fleiri greflig dømi um djórapínslu i Føroyum. Til dømis vera leysgangandi hundar tiknir upp av hundafangaranum i Havn og innilæstir i einum skúri uppi á Hálsi i upp til tríggjar samfullar dagar uttan at fáa nakað stórvegis av mati og vatni. Um ongin eigari er til hundarnar, verða teir skotnir av politinum og ikki altid á menn- iskjansligan hátt. Eg veit domi um hund, ið skuldi avlívast. Skotið var til máls eftir neyðar- dýrinum, og ikki fyrr enn fimta revolvaraskotið gekk av, doyði hundurin, sigur Noomi Júl., limur í fyrireikingarnevndini til stovnan av djóraverndarfelag í viðtalu við Sosialin. Kvaldu kettlingar við gummibandi Eg veit eisini fleiri onnur dømi um djórapinslu. Små- dreingir hevdu herfyri bundið gummibond (elastikk) um hálsin á nøkrum kettlingum við tí ur- sliti at teir kvaldust. Í seinastu viku hevdu nakrir unglingar oyst bensin á eina kettu og fest eld í neyðardýrið. So gott sum hvønn dag fer djórapinsla fram í Føroyum. Fyri at stødga hesum orskapi hava nekur fólk tikið seg saman um at stovna eitt djóra- verndarfelag. Stovnandi aðal- fundur verður í mai, sigur Noomi. Umboð úti á bygd Í fyrireikingarnevndini til stovn- an av djóraverndarfelagnum sita umframt Noomi Júl., Trygvi Samuelsen, Knút Wang og Lis- beth Petersen. Endamál felag- sins er at verja djórini móti ringari viðferð og at fremja á- hugan um at fara væl við teim- um. Felagið virkar fyri at fremja endamálið við til dømis at heita á lóggávu-myndugleikarnar um at betra lógir og fyriskipanir har tað er neyðugt, og at seta í verk djóraverndartiltek í forum, har ongin lógarheimild er, og annars ansa eftir, at tey gjørdu tiltøk vera yvirhildin, at melda til log- regluna um ringa viðferð av djórum, fylgja við í rættarmål- um hesum viðvíkjandi og al- mannakunngera úrslitið og at seta kontaktstovnar um alt landið, at ansa eftir, at endamál felagsins verður framt. Tað er stórur áhugi fyri felag- num, sigur Noomi Júl. Hvat sigur lógin um djóravernd 1. mars 1919 kom við kongalig- ari fyriskipan >lov om værn for dyr af 17. maj 1916« eisini at galda fyri Føroyar. Henda lóg er soljóðandi: 1. Den, som mishandler dyr eller ved overanstrengelse, van- røgt eller på anden måde be- handler dyr uforsvarligt, straff- es med bøde fra 20 kr. til 4.000 kr. eller fængsel. 2. Ret til at udføre slagtning kan for en tid eller for bestandig ved dom frakendes den, der har gjort sig skyldig i grov mishand- ling af dyr. 3. Politiet skal, når det kommer til kundskap om, at et tilskadekommet eller sygt hus- dyr ikke kan helbredes, og at det vil medføre unødig lidelse at lade det leve, hurtigst muligt fore- tage undersøgelse, om fornødent ved en dyrelæge og kan derefter give ejeren eller den, der har rådighed over dyret, skriftligt pålæg om inden en vis kortere frist at lade dyret dræbe. Efter- kommer den, hvem politiet i henhold til foranførte bestemm- else har givet pålæg, ikke dette, ifalder den pågældende straf efter $ 1. 4. Om tilladelse til at foretage smerteforvoldende forsøg med dyr i videnskabelig øjemed samt om straffen for overtrædelse af de med hensyn hertil givne regler gælder, hvat der derom er foreskrevet i den til enhver tid gældende lovgivning. 5. Angående dyrs transport, slagtning eller deres behandling i særlig retning kan justits- ministeriet (nå Føroya lands- styri) efter indhentet erklæring fra lagtinget give forskrifter, ligesom der i politivedtægter kan optages bestemmelse i så henseende. Overtrædelse af så- danne forskrifter straffes som overtrædelse af politivedtægt, forsåvidt ikke højere straf er forskyldt 6. Sager som overtrædelse af denne lov behandles som offent- lige politisager. Udgifter i hen- hold til denne lov afholdes efter reglerne om delinkvent omkost- ninger. (Frammanfyristandandi lóg stendur at lesa á bls. 211 og 212 í Føroyskt lógsavn 1687— 1953). Heilsufrødiliga starvsstovan Ein samd lógarnevnd tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um lóg fyri al- mennu starvsstovuna á Deb- essartrød, tó við teirri broyt- ing, at starvsstovan fær heit- ið heilsufrødiliga starvsstov- an, eftir uppskoti frå lands- djóralæknanum. > Haraftrat hevur lógarnevndin skotið upp at gera ymsar småbroyt- ingar í lógartekstinum. Ætlanin er, at starvsstov- an skal vera undir lands- djóralæknaembætinum. Fiskiidnaðarstovan skal sam- stundis niðurleggjast, og ætl- anin er at leggja tað arbeiðið, sum fiskiidnadarstovan hev- ur havt, undir ta komandi starvsstovuna. Ongar viðmerkingar Landsstyrismålanevndin hevur mælt til at samtykkja tær avgerðir, sum tiknar eru á tingi í tidarskeidinum 3. au- gust 1973 til 22. juli 1974 uttan viðmerkingar. Í hesum tíðarskeiði hava verið 49 fundir, og vidgjørd eru 231 mál. Prinsippmál av sterri týdningi eru ikki við- gjørd, men aftaná fólkaat- kveðuna um rúsdrekkalógina hevur verið til umreðu, um úrslitið av atkvøduni skuldi skiljast so, at praksis við- víkjandi eykaloyvum átti at verið broyttur. Her hava landsstýrismenninir verið Ó- javnir á máli. Nevndin sigur í áliti sinum, at stuðul er latin til menn og felog til uttanlandaferðir til landsstýrið at ráða yvir. Eis ini er rakstrarstudningur lat- in til Ferðamannaheimið av teirri orsøk, at raksturin hev- ur givið hall. Partafelagið bygging hevur fingið ein studning uppá góðar 85.000 kr. Hetta er eitt partafelag, sum varð stovnað til gerð av kaðalum. Eitt belgiskt felag hevur sekt um loyvi til at hava radiostoð í Feroyum. Landsstýrið hevur sent málið til ummælis hjá Telefonverk- inum, men sæst málið ikki síðani hetta varð gjørt í janu- ár mánaða at hava verið við- gjort í landsstýrinum Idnadarut Einki ålit enn Sosiala nevndin hevur bodad frå, at hon ikki kann koma vid nøkrum áliti til uppskotið frå landsstyrinum um nyggja kommunulæknaskipan, áð- renn tingsetan endar nú fríggjadagin. Nevndin sigur, at tilfarið, sum hoyrir til málið, er so rúgvusmikið, og at fleiri upplýsingar terva. Í staðin mælir hon til, at málið verður vidgjørt víðari í sosial- u nevndini, sum kemur at arbeiða sum millumtinga- nevnd, og sum skal leggja álit fram í ólavsekutingset- uni. Í sosialu nevndini sita Jógvan Sundstein, Ove Mikkelsen, Sverri Midjord, Jákup Mortensen og Tórálv- ur M. Olsen Nýggjar reglur fyri valbæri Framburðsflokkurin hevur skotið upp at gera nýggjar reglur um valbæri til logting- ið. Skotið verður upp, at val- bæri skulu hava tey, sum eftir reglunum hava valrætt til løgtingid, uttan so, at við- komandi er revsadur fyri gerå, sum i almennari meting ger hann Overdugan at sita sum legtingsmaður Skotið verður eisini upp, at logtingið ger av valgildi log- tingsmansins og spurningar, um løgtingsmadur hevur mist valbæri. Veðhaldslógir fyri kommunur Landsstýrið hevur skotið upp at veðhalda fyri lánum til fýra kommunur uppá tilsam- ans 24,5 milj. kr., sum ætlan- ir eru at taka í Kredittforen ingen af kommuner í Dan- mark Kommunurnar eru Skála Runavíkar, Fuglafjarðar og Tórshavnar uttanbiggja, og skulu lánini brúkast til vega- gerð, útstykkingar, havna byggingar, skúlabyggingar 0.4. Verða uppskotini samtykt, kemur landskassin at veð- halda fyri m.a. 12 milj. kr sum Tórshavnar uttanbiggja kommuna ætlar at taka, og sum er tann stersta lántekan i hesum føri Vedhalda hjå SEV Landsstýrið hevur skotið upp, at tað fær heimild til at veðhalda fyri láni til SEV uppá 2 milj. kr Petur Reinert landsstýris- maður, sum legði uppskotið fram, upplýsti, at landsstýrið frammanundan veðheldur fyri einum láni uppá 9 milj kr. hjá SEV, og sum varð fingið úr Investeringsfonden for Færøerne. Hetta lánið varð játtað í seinasta figgjar ári, og hevur sami grunnur játtað eitt lán uppá 2 milj. kr. aftrat í inniverandi figgjarári, og tað er hesum láni, sum landsstýrið skjýtur upp at veðhalda fyri