Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 16. apríl 1975 sosialurin Andrew Ísheim skrivar: Nýggja prístalið »tilfiksad« av Hagdeildini Umboð fyri arbeidarafeløgini eru samd um, at fyriliggjandi tilfar frá Hagdeildini á ongan hátt kann geva rettu myndina av einum nýggjum tidarhoskandi pristals- grundarlagi Áðrenn legtingið fer heim á hesum sinni ætlar landsstýrið at leggja trýst á legtingslimir fyri at fáa eina nýggja prístalslóg samtykta. Grundarlagið, sum hetta lógaruppskot landsstýri- sins byggir á, eru innheintingar um verunýtsluna hjá 47 húsar- haldum í Feroyum. Hesar innheintingar eru so Ó- fullfiggjadar, at tær als ikki samsvara veruleikanum. Um ein granskar hetta tilfar, so visir tað seg, at hetta fyri tað mesta er „umaftur fiksað< av Hagdeild- ini. Ein má ógvast við, at tað í 1975 kann lata seg gera at nýta slíkt »tilfiksad« tilfar til eitt so týdningarmikið mál. Umboð fyri arbeidarafeløgini hava havt fundir í Havn um prístalsmálið, og eru hesi samd um, at fyriliggjandi tilfar hjá Hagdeildini kann á ongan hátt geva ta rettu myndina av einum nýggjum tíðarhóskandi prístals- grundarlagi. Hetta er eisini gjørt landsstýrinum greitt á fundi og í skrivi, dagfest 9. apríl í ár. Seinasta hósdag boðaði lands- stýrið umboðum fyri arbeiðara- felogini til fundar úti í Tinga- nesi. Landsstýrið segði orsøkina til fundin vera, at arbeiðara- felogini máttu hava misskilt lóg- aruppskot landsstýrisins um nýtt pristalsgrundarlag. Men hver ið hevur misskilt hvønn ella hvat man ivaleyst einaferð koma fram í dagsins ljós. Eitt kann sigast við vissu, at um lógar- uppskot um nygg pristal verður samtykt, so fær arbeidarafjøldin als ongar semdir — tvertur ímóti. Í dag er tað soleiðis vorðið, at alt skal gerast uttan- um arbeidarafjøldina. Tað kann åvisast, at tá núgaldandi pris- talsgrundarlag var vidgjørt og samtykt í 1952, sluppu yrkis- felogini at luttaka við viðgerðina og har gera sína ávirkan gald- andi. Hetta kann ein av núver- andi landsstýrismonnunum våtta, av ti hesin umbodadi yrkisfelag, sum luttók i hesi viðgerð. Viðmerkingarnar til nýggja prístalslógaruppskot landsstýri- sins eru hesar, umfatandi upp- skot til nýtt prístalsgrundarlag, uppskot til logtingslóg um prís- talsviðgerð av arbeidaralønum og uppskot til setan av nevnd til kannan av lóggávuni um pris- eftirlit. Skrivið til landsstýrið er so- ljóðandi: Ein 7-manna nevnd við um- boðum úr hesum lentakarafelog- um: Føroya Arbeidarafelag, Havn- ar Arbeidsmannafelag, Føroya Handverkarafelag, Havnar Handverkarafelag, S&K, Klaks- vikar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur havt hevi til at gera seg kunnuga við tey uppskot, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið viðvíkjandi pristali, pris- talsviðgerð o.0. Og somuleiðis hevur nevndin sæð roknskapar- tilfarið, sum landsstýrið ætlar at nýta til nytt pristalsgrundarlag. Nevndin loyvir sær at koma við hesum viðmerkingum: Løgtingsmål nr. /1974 (vetr- arting): Nytt pristalsgrundarlag Hushaldsroknskapirnir, og serliga spyrjuskemaini eru so Ogjølla ford, og so lítið sundur- greinadi, at hetta tilfar eftir okkara tykki ikki er nytuligt til at geva eina sanna mynd av livikostnadinum i dag. Av somu orsøk verður bytid sundur í verubólkar, og útrokn- ingin av hvussu nógv hver veru- bólkur vigar av samlada livi- kostnaðinum, eisini tilvildarligt. Teir nýttu prísirnir eru frá tíðarskeiðinum september 1971 til juni 1972. Livikostnaðurin sambært prístalinum januar 1975 er kr. 27.890,- til eitt húski við 3,7 vaksnum fólkum, ella kr. 7.508 uppá fólkið. Umrokna vit prisirnar frá 1971/72 soleiðis sum prístals- hækkingin hevur verið frá januar 1972 til januar 1975, verður livikostnaðurin eftir nýggja prístalsgrundarlagnum kr. 33.503,- + 28%, ella umleið kr. 42.883,- til eitt húski við 5,8 vaksnum fólkum, ella kr. 7.221,- uppá fólkið. Munurin millum bæði pristalsgrundarløgini verð- ur, at hjá einum húski við 5,8 fólkum verður tað kr. 2.440,- bíligari at liva eftir nýggja grundarlagnum enn eftir nú- galdandi grundarlagi. Eftir okkara tykki kann ein yvirgongd frá einum prístals- grundarlagi til eitt annað føra slíkar broytingar vid sær i pris- talsútrokningini, og harvið í prístalsviðgerðini av lønum, at vit mugu mæla frá at tað verður gjørt, uttan at málið verður kannað gjøllari fyrst. Síðan skjýtur landsstýrið upp, at prístalið nú skal roknast av hagdeildini, undir eftirliti av einari pristalsnevnd við 3 lim- um, harav sorinskrivarin velur formann, og landsstýrið velur hinar báðar. Vit meina at prístalið, eins og higartil, skal roknast av einari nevnd, har felog okkara eru beinleiðis umboðaði, soleiðis at okkara umboðsmenn framvegis taka beinleiðis lut í útrokningini. Felogini eiga ikki at missa tað beinleiðis eftirlit, tey á henda hátt hava við útrokningini. Og henda skipanin hevur riggað væl. Uppskot til løgtingslog um prístalsviðgerð av arbeiðslenum: Okkara krav er, sum kunnugt, at sama prístalsviðgerð í krón- um og oyrum skal setast í gildi fyri allar løntakarar í Føroyum, bæði í almennum og í privatum storvum, bæði starvsfólk og tænastumenn. Vit kunnu ikki ganga við til, at prístalið verður sett aftur til 100. Hetta kann fáa slíkar avleið- ingar, sum eingin dugur at síggja í dag. Og her koma fleiri ivamál fram, sum uppskotið einki sigur um. Tað hevði verið ynskiligt, at Hagdeildin gjørdi eina útrokn- ing við prístalinum 1. januar 1975 sett til 100, og so hverja ávirkan tað hevði á prístalið 1. apríl 1975. Lógin frá 1961 sigur, at tá prístalið er komið niður á 100, verður eingin prístalsviðgerð. Og tað man vera út frá tí sjónar- miðinum, at tá eru vit komin niður á »normalar« prísir aftur. Men eingin kann siga, at infla- tiónsprísirnir idag liggja í einari »normalari« legu. Tað kann væl hugsast, at prístalið og helst serliga við tí nýggja pristalsgrundarlagnum, fer at lækka. Men uppskotið sigur einki um, hvussu ein lækk- ing av prístalinum skal ávirka prístalsviðgerðina av lønunum. Vit mugu eisini mótmæla uppskotinum um, at tímalenin bert skal hækkast fyri hverji full 3 stig, sum prístalið broytist í mun til pristalid 100. Fyri tad fyrsta meina vit ikki, at lønin kann lækka, um pris- talið fer niður um 100. Og fyri tað næsta so skulu stórar prisbroytingar til, áðrenn tær telja full 3 stig, tá pristalid vertður sett frå pristalinum í dag og aftur til 100. So vitt vit skilja uppskotid skulu i dag umleid 10 nuverandi pristalsstig til eitt stig eftir uppskotinum. Og tað vil siga umleið 30 núgaldandi prístalsstig, áðrenn nekur dýr- tidarvidbot verður roknað. Og hækkar pristalid 2 stig eitt fjórðingsár, má ein hækking afturat uppá 1 stig næsta fjórð- ingsár, áðrenn nekur dyrtidar- viðbót verður. Og har missa lønirnar 2/3 av dyrtidarvidbét tað fyrra fjórðingsárið. Vit meina, at galdandi skipan við hækking og lækking av tím- alønini fyri hvert stig, sum pris- talið broytist frå nugaldandi pristali, gevur tær lønarbroyt- ingar, sum best svara til broyt- ingarnar i vøruprisunum. I uppskotinum hjå landsstyr- inum stendur einki um, hvussu nogv oyru skulu svara til 3 pris- talsstig. Og so leingi vit ikki vita tað, kunnu vit ikki góðtaka uppskotið. Frá 1961 til januar 1975 hevur dýrtíðarviðbótin verið 1,15 oyru fyri hvert prístalsstig. Ikki fyrr enn í ár er hetta broytt til 1,3 oyru. Men tað man vera ellum greitt, at hendan hækkingin í ár gevur okkum ikki fulla samsýn- ing fyri tær stóru príshækking- arnar sum hava verið síðani 1961. Tað kann eingin ivi vera um, at núgaldandi pristalsvidbot 1,3 oryu er ov lágt sett. Kannan av loggåvuni um pris- eftirlit: Vit skjóta upp, at lentakara- felogini velja 3 av teim 5 lim- Síða 5 unum, sum landsstýrið ætlar at seta í hesa nevnd at kanna lóg- gávuna um príseftirlit. Á fundinum við landsstýri seinasta hóskveld bleiv lands- stýrið biðið um at gera eina út- rokning av nýggja prístalinum, har pristalid varð sett til 100 1. januar 1975, og hverja ávirkan hetta kemur at hava á lenarlagið 1. apríl i ár. Hetta bleiv bein- leiðis avvíst. Ein kann í hesum sambandi freistast til at spyrja, um landsstýrið ikki er fólksins tænari. Tað skuldi verið ein sjálvsagdur lutur, at tá ell tosa um dýrtið og niðurgangstíðir, at landsstýrið kundi sagt okkum, hvat lønarlag samfelagið tolir í dag, bæði vinnuliga og umsit- ingarliga. Í nýggja prístalslóg- aruppskotinum hjá landsstýr- inum er ætlanin at ganga so vitt at taka tann vunna rætt frá yrkisfeløgunum at vera við til at rokna prístalið út, sum er ein trygd fyri at tað ikki verður svikað við verunegdunum, sum tað t.d. bleiv gjørt í 1941 og 1942. Orðatakið sigur, at har ein skriðan er lopin, er onnur vænt- andi. Dýrtíðarviðbót av arbeidslønum Vegna tess, at eg bædi havi tosad og skrivad um at avtaka alla prístalsviðgerð av arbeiðs- lønum og seta dýrtíðarviðbót í staðin samsvarandi livikostnað- in, kann eg her ávísa, at um so hevði verið gjørt, vildu allar mánaðarlenir 1. apríl í ár vaksið við umleið 80 kr. um mánaðin, og tímalenirnar við 0,40 kr. um tíman. Eg vil enda hesa grein við eini áheitan til háttvirdu tinglimir um at gera arbeiðarafjeldini tann beina, tá lógaruppskotið um nýtt prístalsgrundarlag kemur til atkvødugreidslu, at krevja navnakall, so tað verður sligið fast, hver stuðlaði hvenn. Kursus i internationale folkedanse hos Svend og Anna Hamborg Der afholdes kursus pá »Føroya Studentaskúla< i dagene fra mandag den 21. til og med torsdag den 24. ds., hver aften fra kl. 19.30 til ca. 22.30. Prisen pr. deltager er: kr. 60,- Nærmere oplysninger og tilmelding kan ske hos: Elin Johannesen, tlf. 13773 efter kl. 18 og Lydia Arge, tlf. 12829. Sidste frist fredag den 18. ds. I Galvaniserad RØ ” - 770 … 1” …— My” — 1 >" — DT” — 2 VG?” …— 3” Allir rørlutir fåast til, hjå P/F MARIA POULSEN tlf. 12000 — 12001