leygardagur 19. apríl 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 19. apríl 1975
í Havn
sosialurin
Kappsvimjing um
Nólsoyarfjørð í dag
Tórshavnar Froskmannafelag fingið ovaru
hædd á Miillerspakkhúsi til leigu frá
býráðnum
Í dag skipar Tórshavnar Frosk-
mannafelag fyri kappsvimjing
yvir um Nólsoyarfjorð. Teir 9
luttakararnir eru úr Klaksvík,
Suðuroy og Havn. Farið verður
úr Nólsoy kl. 10.00 fyrrapartin.
Meti at svimja yvir um fjørdin er
1 tími og 25 min. 15 sek., og var
hetta met sett av luttakara í
Klárir at leggja frá landi
fjør. Longsta tíðin at svimja um
Nólsoyarfjarð er upp ímóti trim-
um tímum.
Formaðurin í Tórshavnar
Froskmannafelag, Gudmundur
Isfeldt, sigur í viðtalu vid Sosi-
alin, at flestu luttakarar hava
klárað svimjingina um fjørdin í
undanfarnu kappingum.
— Vit hava ongantíð havt
nakað óhapp í samband við
svimjukappingar.
Bátar fylgja við
Ein bátur skal fylgja við hverj-
um einstøkum svimjara. Kapp-
svimjingin um fjørdin í dag er
hin fimta av sínum slagi. Lut-
tøkan i år er ikki stór í mun til
árini frammanundan. Tað hava
upptil 18 luttakarar verið við í
svimjikapping um fjørdin. Ong-
in kvinna er við hesaferð. Eitt
árið luttóku tvær kvinnur í
kappsvimjing um Nólsoyarfjerð,
men hvergin teirra kláraði fjørd-
in. Í sambandi við kappsvimj-
ingina hevur Tórshavnar Frosk-
mannafelag veitslu í nýggju
hølum felagsins í kveld.
Hava fingið
nýggj holi
Gudmundur Isfeldt upplýsir fyri
Sosialinum, at Froskmannafel-
agið í fjør heyst fekk ovastu
hædd í Miillers pakkhúsi til
leigu frá Tórshavnar býráð.
Limir felagsins hava sjálvir inn-
rættað hølini, sum skulu nýtast
til ymiskt felagsarbeiði so sum
fundir, instruktión og filmfyri-
vísan.
Lána svimjuhylin
til venjingar
Knút Bjørk, skrivari felagsins,
sigur í viðtalu við Sosialin, at
teir fyri trimum mánaðum síðani
sendu umsókn til stadionnevnd-
ina um at lána svimjihylin til
venjingar um kveldi — eftir at
hylurin er læstur fyri almenn-
inginum.
I fjør leigaðu vit hylin i ein
tima um vikuna fyri 100 kr. um
timan.
Síða 7
Góður stuðul í
bjargingararbeiði
Umframt at íðka froskmanna-
ítrótt ger froskmannafelagið eitt
týdningarmikið arbeiði innan
bjarging við druknuvanlukkur.
Ein táttur í froskmannaitrótt-
ini er at veiða fisk og kanna
vrak.
Knút Bjork sigur okkum, at
tað sæst betur í sjónum um vet-
urin heldur enn um summarið.
Orsekin til hetta er, at tað eru so
nógv smádjór í sjónum um
summarið heldur enn um vetur-
in.
Vitja vrak
Knút Bjørk sigur okkum, at
froskmenn hava kannað fleiri
skipsvrak, sum liggja á hav-
botninum kring oyggjarnar
Sum demi kunnu nevnast:
Principia, sum sakk úti fyri
Søltuvik i 1895. Hetta skip
liggur á 32 metra dýpi. Barjama
liggur á seks metra dýpi uttan-
fyri Bø í Kirkjubø, Lincoln City,
enskur trolari, ið liggur á 18 —20
metra dýpi einar 100 metrar úr
eystara mola í Havn, íslendski
trolarin Góðanes, sum sakk
millum flesjarnar í 1957 o.s.fr.
Bert ein kvinna í
froskmannafelagnum
Tórshavnar = Froskmannafelag
hevur 55 aktivar og 30—40
passivar limir. Bert ein kvinna
er limur í felagnum.
Teir, sum luttaka í kappsvimj-
ingini um Nélsoyarfjørd í dag,
eru hesir:
Bogi Hansen, Tórshavn
Hermann Eysturoy, Tórshavn
Poul Einar Kruuse, Tórshavn
Hans Clementsen, Tórshavn
Joen Páll Joensen, Klaksvík
Birgir Enni, Tveroyri
Helgi Enni, Tveroyri
Arne Stefani, Tveroyri
Áki Davidsen, Tveroyri
Tíð mai 1974
1 tími 39 min. 49 sek.
1 tími 25 min. 15 sek.
Krúnprinsessa opnar
føroyska listafram-
sýning í Danmark
Komandi leygardag opnar foroysk
listaframsýning á Sellered ráðhúsi
í Holte
Tað er Wesselbilled Kunstner-
sammenslutning, ið skipar fyri
foroysku málningalistaframsýn-
ingini, sum verður opnað av
Caroline Mathilde, krúnprins-
essu. Teir, ið luttaka á fram-
sýningini, eru: S.J. Mykines,
Ruth Smith, Ejvindur Mohr og
Ásmundur Poulsen. Á framsýn-
ingini kann ein m.a. síggja
málningar og myndir av nýggju
frimerkjunum. Feroyskt kór og
dansifelag skulu undirhalda á
framsýningini.
Framsýningin er opin til 4.
mai hvenn dag frá kl. 10.00 til
16.00, tó verður opið hósdag frá
kl. 10.00 til kl. 18.00. Leygardag
og sunnudag er opið frá kl. 11.00
til 16.00.