leygardagur 19. apríl 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 30 — 19. apríl 1975
Framleiðslan av føroyskum
plantumargarini vaksin
við 50% seinastu mánarnar
Margarinufabrikkin í Havn framleiddi i fjør
24 tons av plantumargarini og 500 tons av Vita
margarini. Eftirspurningurin av foroyskum
margarini er alsamt vaksandi,
sigur Eli Rubeksen, driftsleiðari í viðtalu
við Sosialin
Eltimaskinan og keli
— Framleiðslan av plantumarg-
arini hjá Tórshavnar Mælkefor-
syning & Margarinefabrik er
vaksin við 50% hesar seinastu
mánaðarnar. Framleiðslan av
plantumargarini í fjør var upp á
24 tons, meðan framleiðslan av
Vita margarini var upp á sløk
500 tons. Margarinufabrikkin
hevur undir verandi umsteðum
meguleika til at framleiða
7—800 tons av margarini árliga,
Astrid Nolsøe og Oddvør Michelsen standa við pakkimaskinuna
sigur Eli Rubeksen, driftsleidari
i vidtalu vid Sosialin.
Kappingarførir vid
útlendskt margarin
— Tað verður nakað av út-
lendskum margarini innflutt til
Føroya, men føroyska margar-
inið hevur fingið so góða undir-
tøku frá forbrúkarunum, at vit
eru kappingarførir bæði hvat ið
På Á Er
góðsku og prisi viðvíkur, og
hevur hetta elvt til at framleiðsla
okkara er vaksin munandi, sigur
Eli Rubeksen.
Eftirspurningurin av plantu-
og Vita-margarini er alsamt
vaksandi, og á margarinufabr-
ikkini verður arbeitt nærum
hvønn dag uttan leygar- og
sunnudag. Margarinuframleiðsl-
an verður latin til allar heilsølur í
landinum. Tað starvast 5 fólk á
fabrikkini.
Framleiðslan
— Margarini verður framleitt
við teimum mest framkomnu
tólum innan margarinfram-
leiðslu. Hvønn dag verða roynd-
ir tiknar av margarininum. Til
framleiðsluna vera nýtt bestu
ráevni, sum finnast á heims-
marknaðinum. Eisini verður fylt
við, hvat hendir í útheiminum
innan margarinframleiðslu. Rá-
evni til margarin eru bæði plant-
uolja og animalsk olja sum t.d.
kokusolja, pálmaolja, soyaolja
og Novoleoolja. Framleiðslan fer
fram á tann hátt, at fyrst verður
oljan smeltað og síðani pumpað í
ein tanga av rustfríum stáli. Frá
2
á
Í hesum kari verður oljan smeltað
tanganum verður oljan pumpað í
ein blandingstanga, har allar
ingrediensir vera uppíblandaðar.
Síðani fer margarinblandingin í
eina emulsiónspumpu. Haðani
fer hon í eina-kolutrumlu, síðani
í eltitrumluna og at enda í
pakkimaskinuna. Pakkimaskin-
an kann pakka um 3.000 pakkar
um tíman (1,5 tons). Vita
margarinið verður pakkað í 500
gr. pakkar, meðan plantumarga-
rinið fer í 400 gr. pakkar. Til
plantumargarinið verður bert
plantuolja nýtt, meðan bæði
plantu- og animalsk olja verður
nýtt til framleiðsluna av Vita
margarini.
Regulera smelti-
punktið
Teir á margarinufabrikkini við-
gera margarinið á tann hátt, at
smeltipunktið verður regulerað
eftir veðurlagnum (vetur og
summar). Um veturin verður
smeltipunktið sett niður, meðan
tað um summarið verður sett
upp.
— Orsekin til at vit regulera
smeltipunktið er, at margarinið
til eina og hverja tíð skal vera
klárt at seta á borðið. Í
margarininum, sum vit fram-
leiða, er uppímóti sama tal av
kalorium og vitaminum sum í
smøri, endar Eli Rubeksen,
driftsleiðari á margarinfabrikk-
ini viðtaluna við Sosialin.